Category: Tíðindi

  • Hondbóltsskúli 2025 – Praktisk kunning

    Hondbóltsskúli 2025 – Praktisk kunning

    Hvar
    Høllin á Hálsi, Gundadalshøllin, Badmintonhøllin og Fimi

    Møtitíð
    Kl. 09:30: Øll møta í Høllini á Hálsi fyrsta dagin
    Venjingarnar byrja kl. 10:00

    Hvat skulu børnini hava við

    • Hondbóltsskógvar
    • Egnan bólt
    • Ítróttarklæðir
    • Vatndunk
    • Ryggsekk
    • Gott lag 🙂

    Bólkar

    • Leikarar verða móttiknir av venjarum og liðleiðarum
    • Børnini verða skipaði í hesar bólkar: G10, D10, G12, D12 og U14
    • Bólkurin fylgist báðar dagarnar, og somu liðleiðarar eru saman við leikarunum allan tíðina

    Yvirlit yvir dagsskránna

    Ígjøgnum dagin rotera bólkarnir millum ymiskar venjingar og hallir, so børnini fáa eina fjølbroytta og læruríka uppliving við bæði spæli, rørslu og tekniskum venjingum. Liðleiðarar eru saman við bólkunum allan dagin og tryggja, at børnini flyta seg trygt og skipað millum hallirnar.

    Í hvørjari høll er eitt venjaratoymi á 3-4 fólk, sum standa fyri venjingunum í tí høllini.

    Ein nágreinilig skrá við yvirliti yvir venjingar og hallir verður løgd á heimasíðuna í døgunum áðrenn hondbóltsskúlin byrjar.

    Matur

    • Felags steðgur mitt á degnum í Høllini á Hálsi, har døgurði verður serveraður (vatn og Driv fylgja við)
    • Frukt verður tøkt gjøgnum dagin í øllum hallunum
    • Um onkur hevur allergi, vinarliga sendið boð til neistin@neistin.fo

    Í góðum hondum

    • Børnini flyta seg í bólkum saman við 2-3 liðleiðarum
    • Ongin fer einsamallur millum hallirnar

    Endi á degnum

    • Fyrsta dagin enda leikararnir í tí høllini, har tey hava vant
    • Seinna dagin enda øll í Høllini á Hálsi til felags avslutning og myndatøku
    • Báðir dagarnir enda kl. 15:00

    Um spurningar eru, eru tit vælkomin at skriva til neistin@neistin.fo ella ringja á tel 233500.

    Skrá fyri hvønn aldursbólk

    HH1 = Høllin á Hálsi 1
    Skot og avslutningarvøllur

    HH2 = Høllin á Hálsi 2
    Avlevering og bóltførleiki

    SV = Styrkirúmið á Hálsi
    Styrkivenjing og skaðafyribyging

    GH = Gundadalshøllin
    Skjótálop og 1v1

    BH = Badmintonhøllin
    Kvikleki, agilitetur og javnvág

    Fimi = Fimi
    Stuttleiki og rørsla

    fimG10G12D10D12U14
    Dagur 1
    09.30Øll møta á Hálsi
    10:00–10:50HH 2GHHH 1FimiBH
    11:00–11:50HH 1FimiHH 2GHBH
    12:00–13:00Øll eta í høllini á Hálsi
    13:00–13:50FimiBHGHHH 1HH 2
    14:00–14:50GHHH 1FimiHH 2SV
    15:00 liðugtFyrsti dagurin endar í høllini tey hava vant
    Dagur 2
    9:45Øll møta har tey skulu venja
    10:00–10:50BHHH 2GHHH 1Møta kl. 11
    11:00–11:50HH 1HH 2BHGHSV
    12:00–12:45Øll eta í høllini á Hálsi
    12:45–13:25HH 2SVBHHH 1GH
    13:35–14:20BHHH 1HH 2SVGH
    14:30–15:00Øll samlast í Høllini á Hálsi

  • HONDBÓLTSKÚLI FYRI U10, U12 & U14

    HONDBÓLTSKÚLI FYRI U10, U12 & U14

    Kom við á hondbóltsskúla hjá Neistanum 29.–30. desember 2025

    Hondbóltskúlin verður í jólafrítíðini, og vit leggja stóran dent á góðsku, menning og stuttleika. Skúlin er ætlaður gentum og dreingjum í U10, U12 og U14.

    • U10 og U12 har leggja vit stóran dent á spæl og trivnað, soleiðis at hesi børn fáa eina fjølbroytta og stuttliga uppliving. Vit leggja sjálvandi eisini dent á góðsku, grundleggjandi teknikk, lættari taktikk og at skilja spælið.
    • U14 verður á hægri støði, og hesin aldursbólkurin fær eina meira málrættaða og seriøsa tilgongd. Vit leggja dent á posisjónsvenjing (málverji, bakkur, strika og vongur) og venja individuella tekniskar og taktiskar førleikar. Eisini fara vit at arbeiða við smálutum sum t.d. fintum, rørslum, timing og avgerðum.

    Vit hava eitt sterkt og stórt venjaratoymi, sum er við til at tryggja góðskuvenjing til øll. Allir leikarar vera sæddir og hava møguleika fyri individuellum viðmerkjum frá kompetentum venjarum. Toymi er samansett av fleiri av okkara landsliðsaktuellu leikarum, sum spæla í øðrum londum, SMS/Burn leikarum, umframt okkara royndu venjarum í felagnum.

    Hondbóltsskúlin verður frá kl. 10.00-15.00 báðar dagarnar, og prísurin er 650 kr.
    íroknað mat og drekka.

    Skrivað til okkum á neistin@neistin.fo um tú hevur spurningar

    Keyp atgongumerki her
    https://www.holdsport.fo/public_ticket_events/neistin-skipar-fyri-hondboltsskula

  • 11 Neistavenjarar hava fingið prógv

    11 Neistavenjarar hava fingið prógv

    Tilsamans 35 venjarar fingu prógv í dag og hava nú stig 1.1 í venjaraútbúgvingini, sum HSF skipar fyri. Skeiðið er skipað við online-tilfari og trimum samlingum. Skeiðshaldarar vóru fakfólk hjá HSF og ÍSF.

    Luttakarar frá Neistanum vóru: Ása H. Christiansen, Dánjal á Neystabø, Dávur Brøðarberg, Gunnvá Brockie, Halla Djurhuus, Janus Einar Sørensen, Pætur Jakobsen, Rakul Nolsøe, Rebekka á Neystabø, Rúni Gaardlykke, Tróndur Kragesteen, Unn Krákustein

    Hjartaliga til lukku øll somul 👏

  • Jólatræ frá Neistanum

    Jólatræ frá Neistanum

    Aftur í ár skipa vit í Neistanum fyri jólatræssølu.

    Vit selja beint uttanfyri Gundadalshøllina.

    Sølan byrjar týsdagin 9. desember og er fram til 20. desember.

    Prísurin er úr 350 kr.

    Vit gleða okkum at hjálpa tykkum at finna rætta træið 💙

    Soleiðis hava vit opið:

    Gerandisdagar frá 15:00 – 19:00

    Leygardagar frá 10:00 – 18:00

    Sunudagar frá 14:00 – 18:00

  • Limadagur 26. september

    Limadagur 26. september

    Øll eru vælkomin at hugna sær, hoyra meira um Neistan og melda til.

    Í Høllini á Hálsi frá kl. 15.30 til 22.00

    Skráin:

    Kl. 15.30 – Mini til U10

    Børnini:

    • Hugni í høllini
    • Minihondbóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri

    Kl. 17.30 – Øll saman

    • Felags foreldrafundur í høll 1
    • Neistin bjóðar øllum børnum og foreldrum døgurða

    Kl. 19.00 – U12 til U16

    Ungdómurin:

    • Framløga um at mennast sum hondbóltleikari kropsliga, mentalt og sosialt
    • Minibóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri
  • Árskort 2025/2026

    Árskort 2025/2026

    Soleiðis keypir tú kortið:

    Tú kanst keypa kortið til heimadystir. Tað ber eisini til at senda ein teldupost til: neistin@neistin.fo – upplýs navnið sum skal standa á kortinum og flyt 1.000 kr. á 9181 403.205.7

  • Klædnaavtala komandi 4 árini

    Klædnaavtala komandi 4 árini

    Neistin ger 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT

    Vit í Neistanum eru sera glað fyri, at vit hava gjørt eina nýggja 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT. Avtalan merkir, at øll liðini hjá Neistanum fáa nýggj góðskuklæðir frá SELECT – samstundis sum vit fáa enn sterkari samleika.

    Øll børn og ung í Neistanum fáa ein ókeypis leikbúna við sínum egna nummari á.

    Nýggju klæðini kunnu brúkast bæði til dystir og í frítíðini. Samstundis ber til at keypa fleiri sett og sjálvandi eisini frítíðarklæðir v.m.

    Nýggju klæðini koma í handilin hjá Sport24 í SMS í september.

    Á myndini sæst forkvinna okkara Helena Dam á Neystabø og Atli Mikkelsen frá Sport24.

    Vit gleða okkum til nýggja kappingarárið í okkara nýggju búnum.

  • Broytingar í BURN-hópinum hjá Neistanum

    Broytingar í BURN-hópinum hjá Neistanum

    Dánjal Ragnarsson fer til Íslands og Nikolai Bliznov kemur til Neistan.

    Í summar var kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson kom aftur til Neistan, men støðan er nú broytt. Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.

    Fram ynskir at leiga Dánjal í eitt kappingarár, og sjálvandi stuðla vit Dánjali í tí. Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.

    Samstundis sum Dánjal verður leigaður út, eru vit fegin um at bjóða bakspælaranum Nikolai Bliznov vælkomnan til Neistan.

    Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.

    Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni. Vit ynskja Nikolai vælkomnan í Neistan og gleða okkum at síggja hann í Burn-hópinum í bláum við sínari styrki og royndum.

    Nevndin

  • Stuðlafelagið hevur eyka aðalfund

    Stuðlafelagið hjá Neistanum hevur eyka aðalfund týsdagin 2. desember 2025 kl. 17:00 í Neistahølinum.

    Skrá:

    • Val av tveimum tiltakslimum
    • Ymiskt

    Vinarliga

    Nevndin

  • Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Um eitt navn skal veljast, sum hevur myndað Neistan seinastu áratíggjuni, so man Súna Mørk vera eitt tað fyrsta navnið, komið verður í tankar um.

    Mørk-familjan er ein Neistafamilja burturav, og Súna hevur seinastu 43 árini umboðað Neistan í øllum hugsandi leiklutum. Sum leikari, venjari, nevndarlimur, forkvinna, samskipari, fjeppari og peppari.

    Harafturat hevur hon saman við manninum, Sámal Eriki Hentze, lagt ættarlið afturat til neistafamiljuna – børnini eru virkin í felagnum og ommubørnini koma vónandi eisini at vera tað. Tey sleppa helst ikki undan!

    Súna byrjaði hjá Neistanum sum 10 ára gomul genta. Vant var í gomlu kommunuskúlahøllini og dystir vóru spældir uttandura. Nú spæla føroysku kvinnurnar á bonaðu gólvunum í Europa til bæði EM og HM-endaspøl. Men onki kemur av ongum – tað er púra vist.

    Neistakvinnur eru nógv tær mest vinnandi í landinum. Higartil hava okkara kvinnur vunnið landskappingina 41 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Súna eigur nógvar av hesum gull-medaljum – so nógvar, at hon minnist ikki talið! Hon var bert 15 ára gomul, tá boð vóru eftir henni á besta liðnum.

    Og síðani hevur Súna gingið á odda. Sum leikari, í nevndini og seinni aftur í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. Felagsnevnarin fyri alt, sum Súna fæst við, er at skapa góðar umstøður fyri onnur. At styrkja felagsskapin og møta fólki við virðing og áhuga.

    Hetta sæst eisini týðiliga í yrkisleiðini hjá Súnu. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og var við til at seta Fountainhúsið á stovn, sum er eitt tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Hugsjónin er, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

    Vit eru sera fegin um, at Súna hevur játtað at vera flaggberi í ár og framvegis ganga á odda fyri felagsskapinum í Neistanum, sum hon eigur so stóran lut í!

    Góða Súna, takk fyri tíni stóru tøk – fyri Neistan og felagsskapin yvirhøvur!

    Nevndin