Eirikur Hákunarson Magnussen: Ein institutión hjá Neistanum er flaggberi

Í eina fjórðingsøld hevur fryntligi havnamaðurin verið liðleiðari hjá Neistanum. Nøkur ár hjá monnunum, men nógv tey flestu hjá kvinnunum, sum søguliga eru tær mest vinnandi í Føroyum.

Tað er ongin ivi um, at Eirikur leggur nógv gott eftir seg hjá Neistanum. Øll eru góð við Eirik. Ung sum gomul. Og Eirikur er góður við øll. Tað var av tí sama ein sera rørandi løta, tá vit heiðraðu Eirik fyri trúgva tænastu á 95 ára føðingardegnum hjá Neistanum í vár. Umframt at hava verið liðleiðari hesi 25 árini, hevur hann eisini verið venjari og dømt mangan dyst hjá felagnum. Soleiðis er Eirikur: Hann tekur eitt tak fyri felagið, tá tørvur er á tí!

Tí eru vit eisini sera fegin um, at Eirikur hevur játtað at vera flaggberi hjá Neistanum á ólavsøku í ár. Eirikur gongur við sínum jaligi hugburði og lætta lyndi á odda við tí mentan, sum vit ynskja skal vera grundarlagið undir øllum virkseminum í okkara deiliga felagsskapi, Neistanum.

Tað er ikki bara hjá Neistanum, at Eirikur gongur á odda. Eirikur er útbúgvin bakari og er bakarameistari hjá Mylnuni, sum eisini er ein institutión í Havnini. Og bakarakynstrini hjá Eiriki eru mangan komin Neistanum til góðar. Eitt er góði baksturin, sum vit sleppa at njóta, nakað annað er, at Eirikur dugir at elta annað enn deiggj.

Í einum gomlum tíðindastubba hjá Neistanum frá 31. august 2010 verður skrivað, at Eirikur kanska “forkelar” neistamenn ov nógv, sum hann tá var liðleiðari hjá. Tí umframt at vera bakari, so hevur Eirikur eisini tikið ymisk skeið í vøddamýking og hetta kom væl við hjá neistamonnum – og so verður lagt afturat, at: “óivað fellir hetta honum lætt, tí Eirikur er bakari, og hann man hava elt mang deiggið”.

Góði Eirikur, vit takka tær so hjartaliga fyri títt stóra íkast til bæði rakstur, (bakstur) og trivnað hjá kvinnunum og í felagnum yvirhøvur seinastu 25 árini!

Nevndin


Nýggjastu tíðindini