Her finna leikarar, foreldur, venjarar og hjálparfólk kunning um tryggingarviðurskifti í Neistanum.
Hetta er almenn kunning. Um skaði hendir, verður málið altíð viðgjørt eftir galdandi tryggingartreytum.
Felags vanlukkutryggingin hjá ÍSF
Neistin er limur í HSF, sum er undir ÍSF. ÍSF hevur eina felags vanlukkutrygging fyri virknar limir og venjarar í føroyskum ítróttafeløgum, treytað av at limaviðurskiftini eru í lagi.
Tryggingin kann taka við, um ein leikari fær ein brádliga íkomnan skaða undir venjing ella kapping í Føroyum. Í skrivinum frá ÍSF/HSF verður eisini víst á, at skaðin skal vera akuttur og ikki koma av belastningi ella líknandi.
Tryggingin kann í ávísum førum fevna um viðgerðar- og flutningsútreiðslur, tó í mesta lagi 5.000 kr. ÍSF/HSF upplýsir eisini, at tryggingin m.a. kann dekka heilt ella partvíst fyri eftirviðgerð, t.d. fysioterapi.
Tryggingin fevnir ikki um alt
Felags vanlukkutryggingin hjá ÍSF fevnir ikki um:
- sáttmálasettar leikarar
- onnur, sum eru í starvi hjá felagnum
- skaðar, sum henda uttanlands
- dagpening fyri mista arbeiðsinntøku
- vanligar belastningsskaðar/slit
ÍSF skrivar, at sáttmálasettir spælarar og onnur, ið eru í starvi hjá felagnum, ikki eru fevnd av felags vanlukkutryggingini. ÍSF/HSF skrivar eisini, at tryggingin ikki fevnir um sáttmálasettar íðkarar, óansæð hvussu lítið umfatandi sáttmálin er.
Les meira hjá ÍSF her:
Felags vanlukkutryggingin hjá ÍSF
Um skaði hendir
Um skaði hendir undir venjing ella dysti:
- Boða venjara ella liðleiðara frá beinanvegin.
- Fá læknaliga meting, um tørvur er á tí.
- Goym kvittanir og váttanir.
- Set teg í samband við Neistan, so vit kunnu hjálpa við rætta fráboðanarskjali.
Ferðir uttanlands
Felags vanlukkutryggingin hjá ÍSF tekur ikki við uttanlands. Tað merkir, at leikarar og foreldur sjálvi eiga at tryggja sær, at tey hava hóskandi ferðatrygging og vanlukkutrygging, tá farið verður til kappingar, venjingarlegur ella aðrar ferðir uttanlands.
Hetta er serliga viðkomandi fyri t.d. Partille Cup, venjingarlegur og aðrar uttanlandsferðir.