10 góð ráð um, hvussu tú stuðlar barni tínum best

  1. Hondbóltur skal vera stuttligur og fyri øll – bæði á og uttan fyri vøllin
  2. Vís áhuga við at koma við til kappingar/dystir – um ikki hvørja ferð so av og á
  3. Eggja øllum børnunum til, tá tey spæla dyst – ikki bara tínum barni
  4. Stuðla arbeiðinum í felagnum – tað verður virðismett, eisini av barni tínum
  5. Dómarin er ein vegleiðari, sum skal hjálpa børnunum – ikki finnast at avgerðum dómarans
  6. Hondbóltur er ein liðítróttur – liðfelagarnir vilja fegnir hava, at títt barn er við
  7. Virð avgerðirnar hjá venjarunum – verð positiv/ur og stuðlandi
  8. Stuðla og eggja til, bæði tá tað gongur við og ímóti – ikki koma við atfinningum
  9. Spyr um dysturin var góður og stuttligur – ikki bara um úrslit og skoringar
  10. Tað er barn títt, sum spælir hondbólt – ikki tú

Tá vit ferðast millum bygdir og til Suðuroy

Tá ferðast verður til Suðuroyar, skulu ferðaseðlar bíleggjast frá SSL í góðari tíð – vanliga í minsta lagi 3 dagar áðrenn, sí www.ssl.fo.

Venjari / foreldur hava ábyrgdina av at bíleggja ferðaseðlar til Smyril og bussar. Um foreldur taka bil við, rindar Neistin ikki fyri tað. Vit mæla tó til, at foreldur deila hendan kostnaðin sínámillum; tað er eisini góður siður, tá ferðast verður til dystir á meginlandinum.