Foreldur, venjarar og onnur sjálvboðin eru hjartað í Neistanum.
Tað er hetta stóra sjálvbodna arbeiðið, sum ger, at Neistin kann bjóða eitt dygdargott og samfelagsgagnligt tilboð til børn, ung og vaksin.

Í Neistanum menna vit ikki bara hondbóltsspælarar, men eisini menniskju og felagsskap.

Neistin er samanhald, kærleiki til felagið og óteljandi tímar av óløntum arbeiði. Uttan sjálvboðin hevði onki felag verið, tí vænta vit, at øll gera sítt til at styrkja felagsskapin. Tá vit lyfta í felag, eru ongi mørk fyri, hvat vit kunnu røkka.

Tí er tað ein natúrligur partur av limaskapinum, at leikarar og foreldur taka lut í ymiskum uppgávum og ábyrgdum.

Dømi um uppgávur:
• Innsavningartiltøk
• Kantina
• Innkrevjing
• Døming og dómaraborð
• Sosial tiltøk
• Matgerð
• Og nógv annað

Vilt tú vita meira ella hjálpa til?
Skriva til neistin@neistin.fo

Tú gerst limur í Facebookbólkinum her:
www.facebook.com/groups/neistinsjalvbodin/

Vit gleða okkum til at samstarva við tykkum øll 💙