Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi kappingarár við nógvum hondbólti, samanhaldi og góðum løtum.
Í ár kunnu vit gleðast um, at vit hava okkara egnu høll á Hálsi. Norðara høllin eitur nú Neistahøllin, og verður okkara heimavøllur.
Vit brúka eisini styrkirúmið á Hálsi og aðrar hallir, so vit hava nóg mikið av plássi at bjóða okkara limum góðar venjingarumstøður.
Venjingarnar verða lýstar á Holdsport:
- 1. deild / 2. deild byrjar í viku 35
- U12 og eldri byrja hesa vikuna
- U8 og U10 byrja í viku 35
- Mini og U6 byrja fyrstu vikuna í september
Vit gleða okkum at síggja øll aftur. Nýggjir leikarar eru vælkomnir.
Liðini og venjingartíðir eru her: Venjingartíðir – Neistin
