Category: Tíðindi

  • Jólatræ frá Neistanum

    Jólatræ frá Neistanum

    Aftur í ár skipa vit í Neistanum fyri jólatræssølu.

    Vit selja beint uttanfyri Gundadalshøllina.

    Sølan byrjar týsdagin 9. desember og er fram til 20. desember.

    Prísurin er úr 350 kr.

    Vit gleða okkum at hjálpa tykkum at finna rætta træið 💙

    Soleiðis hava vit opið:

    Gerandisdagar frá 15:00 – 19:00

    Leygardagar frá 10:00 – 18:00

    Sunudagar frá 14:00 – 18:00

  • Limadagur 26. september

    Limadagur 26. september

    Øll eru vælkomin at hugna sær, hoyra meira um Neistan og melda til.

    Í Høllini á Hálsi frá kl. 15.30 til 22.00

    Skráin:

    Kl. 15.30 – Mini til U10

    Børnini:

    • Hugni í høllini
    • Minihondbóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri

    Kl. 17.30 – Øll saman

    • Felags foreldrafundur í høll 1
    • Neistin bjóðar øllum børnum og foreldrum døgurða

    Kl. 19.00 – U12 til U16

    Ungdómurin:

    • Framløga um at mennast sum hondbóltleikari kropsliga, mentalt og sosialt
    • Minibóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri
  • Árskort 2025/2026

    Árskort 2025/2026

    Soleiðis keypir tú kortið:

    Tú kanst keypa kortið til heimadystir. Tað ber eisini til at senda ein teldupost til: neistin@neistin.fo – upplýs navnið sum skal standa á kortinum og flyt 1.000 kr. á 9181 403.205.7

  • Klædnaavtala komandi 4 árini

    Klædnaavtala komandi 4 árini

    Neistin ger 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT

    Vit í Neistanum eru sera glað fyri, at vit hava gjørt eina nýggja 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT. Avtalan merkir, at øll liðini hjá Neistanum fáa nýggj góðskuklæðir frá SELECT – samstundis sum vit fáa enn sterkari samleika.

    Øll børn og ung í Neistanum fáa ein ókeypis leikbúna við sínum egna nummari á.

    Nýggju klæðini kunnu brúkast bæði til dystir og í frítíðini. Samstundis ber til at keypa fleiri sett og sjálvandi eisini frítíðarklæðir v.m.

    Nýggju klæðini koma í handilin hjá Sport24 í SMS í september.

    Á myndini sæst forkvinna okkara Helena Dam á Neystabø og Atli Mikkelsen frá Sport24.

    Vit gleða okkum til nýggja kappingarárið í okkara nýggju búnum.

  • Broytingar í BURN-hópinum hjá Neistanum

    Broytingar í BURN-hópinum hjá Neistanum

    Dánjal Ragnarsson fer til Íslands og Nikolai Bliznov kemur til Neistan.

    Í summar var kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson kom aftur til Neistan, men støðan er nú broytt. Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.

    Fram ynskir at leiga Dánjal í eitt kappingarár, og sjálvandi stuðla vit Dánjali í tí. Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.

    Samstundis sum Dánjal verður leigaður út, eru vit fegin um at bjóða bakspælaranum Nikolai Bliznov vælkomnan til Neistan.

    Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.

    Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni. Vit ynskja Nikolai vælkomnan í Neistan og gleða okkum at síggja hann í Burn-hópinum í bláum við sínari styrki og royndum.

    Nevndin

  • Stuðlafelagið hevur eyka aðalfund

    Stuðlafelagið hjá Neistanum hevur eyka aðalfund týsdagin 2. desember 2025 kl. 17:00 í Neistahølinum.

    Skrá:

    • Val av tveimum tiltakslimum
    • Ymiskt

    Vinarliga

    Nevndin

  • Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Um eitt navn skal veljast, sum hevur myndað Neistan seinastu áratíggjuni, so man Súna Mørk vera eitt tað fyrsta navnið, komið verður í tankar um.

    Mørk-familjan er ein Neistafamilja burturav, og Súna hevur seinastu 43 árini umboðað Neistan í øllum hugsandi leiklutum. Sum leikari, venjari, nevndarlimur, forkvinna, samskipari, fjeppari og peppari.

    Harafturat hevur hon saman við manninum, Sámal Eriki Hentze, lagt ættarlið afturat til neistafamiljuna – børnini eru virkin í felagnum og ommubørnini koma vónandi eisini at vera tað. Tey sleppa helst ikki undan!

    Súna byrjaði hjá Neistanum sum 10 ára gomul genta. Vant var í gomlu kommunuskúlahøllini og dystir vóru spældir uttandura. Nú spæla føroysku kvinnurnar á bonaðu gólvunum í Europa til bæði EM og HM-endaspøl. Men onki kemur av ongum – tað er púra vist.

    Neistakvinnur eru nógv tær mest vinnandi í landinum. Higartil hava okkara kvinnur vunnið landskappingina 41 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Súna eigur nógvar av hesum gull-medaljum – so nógvar, at hon minnist ikki talið! Hon var bert 15 ára gomul, tá boð vóru eftir henni á besta liðnum.

    Og síðani hevur Súna gingið á odda. Sum leikari, í nevndini og seinni aftur í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. Felagsnevnarin fyri alt, sum Súna fæst við, er at skapa góðar umstøður fyri onnur. At styrkja felagsskapin og møta fólki við virðing og áhuga.

    Hetta sæst eisini týðiliga í yrkisleiðini hjá Súnu. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og var við til at seta Fountainhúsið á stovn, sum er eitt tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Hugsjónin er, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

    Vit eru sera fegin um, at Súna hevur játtað at vera flaggberi í ár og framvegis ganga á odda fyri felagsskapinum í Neistanum, sum hon eigur so stóran lut í!

    Góða Súna, takk fyri tíni stóru tøk – fyri Neistan og felagsskapin yvirhøvur!

    Nevndin

  • Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell

    Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell

    Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington  og Nicolas Satchwell næstu tvey árini.

    Neistin fegnast um at kunna leingja samstarvið við høvuðsvenjaran Scott Harrington næstu tvey árini eins og við høvuðsvenjaran hjá kvinnuliðum Neistans Nicolas Satchwell. Samstarvið millum Neistan og Scott og Nicolas hevur roynst væl, og hevur lagt lunnar undir hondbóltvenjing á høgum stigi fyri bæði ungdóm og vaksin í Neistanum – og at børn, ung og vaksin, sum hava áhuga fyri at spæla hondbólt, fáa júst ta avbjóðing, sum tey hava brúk fyri.

    Scott Harrington er høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Neistanum 2025 – 2027

    Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2025-27 verður sostatt  tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington og Kári Horn verður hjálparvenjari.  Málmansvenjari verður Dejan Lacok, og fara tey í felag at hava ábyrgd av besta mansliði Neistans.

    Nicolas Satchwell verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2025 – 2027

    Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður Nicolas Satchwell, hjálparvenjari verður Teitur Magnussen og málmansvenjaran Dejan Lacok, sum eisini hevur longt samstarvsavtaluna við Neistan. Dejan Lacok verður somuleiðis málmansvenjari hjá ungdómsliðum Neistans.

    Yui Shibuya heldur fram sum málverji hjá besta kvinnuliði og sum venjari hjá barna- og ungdómsliðum í felagnum.

    Neistin fegnast um at hesi hava játtað at samstarva við Neistan.  

    Scott Harrington  tryggjar ungdómsarbeiðið í Neistanum

    Neistin fegnast um, at Scott Harrington fer at arbeiða burturav hjá Neistanum, at at hann tekur á seg  ábyrgd fyri samskipanina av venjingini av øllum ungdómsárgangunum há Neistanum, bæði á dreingja- og gentusíðuni.

    Neistin vil við hesum bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at venja hondbólt í Neistanum næstu kappingarárini.

    Nevndin

  • Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Neistin fegnast um, at Wenzel verður stórstuðul hjá felagnum komandi tvey árini.

    – Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini – bæði á landsliðum og í feløgunum. Tað er hugaligt at síggja, hvussu nógvar eldsálir leggja stórt arbeiði í at skapa góðar karmar fyri børn, ung og vaksin, sum hava brennandi áhuga fyri ítróttini, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, í sambandi við, at Wenzel hevur longt stuðulsavtaluna við Neistan.

    Hesin hugburðurin er eisini nakað, sum vit í Neistanum fegnast um og kunnu spegla okkum í. – Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Wenzel og frá øllum okkara mongu trúføstu stuðlum. Tann hjálpin gevur okkum møguleika at halda fram við at menna felagið, skapa enn betri karmar fyri okkara leikarar og leggja lunnar undir eitt felag, har gleði, felagsskapur og ítróttalig menning altíð eru í miðdeplinum, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Neistanum.

  • Lise Marie Nesse Evensen kemur til Neistan

    Lise Marie Nesse Evensen kemur til Neistan

    Neistin og Lise Marie Nesse Evensen hava gjørt avtalu komandi tvey kappingarárini, og tað merkir, at Lise Marie verður partur av okkara SMS-liði.

    Lise Marie er strika og spældi við VÍF seinasta kappingarár. Hon er fødd í 1998 og er úr Drammen í Noregi. Lise Marie hevur drúgvar royndir á høgum støði. Hon hevur spælt við FCM og Hadsten í Danmark, Glassverket IF og Storhamar Håndball í Noregi, umframt við VÍF.

    – Vit í Neistanum fegnast um, at Lise Marie nú verður ein partur av okkum, og vit gleða okkum at fáa gagn av hennara royndum og styrkjum, sigur Nicholas Satchwell, venjari.

    Neistin ynskir Lise Marie hjartaliga vælkomna – og vit gleða okkum at síggja hana á vøllinum í bláa búnanum.