Category: Tíðindi

  • Silja kemur heim aftur til Neistan

    Silja kemur heim aftur til Neistan

    Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

    “Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

    Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

    Vit fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.

    Hjartaliga vælkomin heim, Silja!

  • Neistin nýggja nevnd

    Neistin nýggja nevnd

    Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald.

    Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen.

    Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.

    Tí ynskir Neistin so hjartaliga at takka fráfarandi nevndarlimunum Fríða Magnussen, formanni, Sylviu Berg Johansen og Haraldi Joensen fyri teirra stóra og trúgva arbeiði fyri felagið. Tey hava lagt nógv fyri, bæði í nevndararbeiðnum og í gerandisdegnum í høllini – og úrslitið er greitt:

    Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum!

    Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.

    Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.

    Vit síggjast í høllini!

    Blátt er gott!

    Nevnd Neistans