Neistin hevur gjørt avtalu við vinstrhenta bakkin Tomás de San Roque, sum verður partur av BURN-hópinum frá 1. august 2026.
Tomás de San Roque er føddur í Mendoza í Argentina í 1997 og hevur drúgvar altjóða royndir. Hann byrjaði sína hondbóltsleið í Regatas de Mendoza og fór longu sum ungur til Spania. Síðani hevur hann spælt í bæði Argentina, Italia og Spania.
Við hesum fær Neistin ein vinstrhentan høgra bakk, sum gevur liðnum størri fjølbroytni í álopsspælinum og styrkir verjuna. Afturat sínum leikluti á besta liðnum verður Tomás eisini partur av venjaraarbeiðinum hjá ungdómsliðunum. Talan er tískil um eina avtalu, sum bæði styrkir besta mansliðið og menningina av ungum leikarum.
Høvuðsvenjarin Scott Harrington sigur: “Vit eru sera fegin um at bjóða Tomás vælkomnum í felagið. Hann gevur okkum dygd og royndir á høgra bakki og styrkir okkum í báðum endum av vøllinum. Hann er beinleiðis og óútrokniligur í álopinum og sterkur í verjuni, og ein vinstrhentur høgri bakkur gevur okkum størri fjølbroytni.”
Tomás de San Roque kemur til Føroya 1. august 2026.
