JÓLATRÆSSØLA

04.12.2019

Neistin selur jólatrø aftur í ár. Sølan er, sum undanfarin ár, uttanfyri Gundadalshøllina.

Vit hava trø í ymiskum støddum. Kostnaður 350kr. líkamikið stødd.

Eisini hava vit nøkur heilt stór trø, sum t.d. verða brúkt úti ella í høll, kostnaður 1.500kr.

 

Upp- og afturlatingingartíðir:

Mán. – fríggj.  Kl. 15.00 – 19.00

Leygardag       Kl.  10.00 – 18.00

Sunnudag.       Kl.  14.00 – 18.00

 

Komið og keypið jólatræ frá Neistanum og stuðlið samstundis.


 

FRÍÐA Í ÍSLANDI

25.11.2019

Okkara Fríða á Dunga er við á ferðini til Íslands, nú A-landsliðið við kvinnum spælir 2 venjingardystir móti Íslandi.
 
Liðini møtast á Ásvellir í Hafnafirði. Talan er um dystir, sum eru liðir í fyrireikingunum til EM-
undankappingardystirnir, sum verða í mars og mai mánaði 2020.
 
Fyrsti dystur bleiv spældur í dag, leygardagin 23. nov. kl. 17.00 og tapti Føroyar við 8 málum.
Næsti dystur verður spældur í morgin, sunnudagin 24. nov. kl. 17.00.
 
Neistin ynskir Fríðu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit henni, liðnum og venjaratoyminum
góða eydnu.

NIGHT CUP 2019

23.10.2019

Hósdagin og fríggjadagin í heystferiuni var árliga Night Cup tiltakið í Vestmanna. Frá Neistanum luttóku G10, G12, D12a, D12b og G14. Í Night Cup er hondbólturin í hásæti, men tann sosiali parturin fyllir eisini nógv og skapar samanhald.


- G10
G10 vóru við fyri fyrstuferð. Tær vóru 7 gentur á liðnum. Tær hugnaðu sær og høvdu tað gott saman. Genturnar høvdu ikki roynt seg í Night Cup áður, so tær vóru spentar. Tær hildu tað verða sera kool, at navnið bleiv rópt upp, tá man skoraði. G10 gjørdu bart í Vestmanna. Vunnu allar dystirnar sannførandi og vunnu gull.
Stina Madsen og foreldur tóku sær av G10 neistaliðnum.


- G12
Á G12 liðnum, sum var til Night Cup, vóru 9 gentur. Hettar var eitt blandað lið og genturnar sluppu at royna seg á vøllinum. G12 blivu nr. 3 í bólkinum, men taptu bara 2-1 ímóti vinnandi liðnum í einum spennandi dysti, har tær stríddust manniliga. Ein góður túrur í Vestmanna, har genturnar bæði fingu avbjóðingar hondbóltsliga og hugnaðu sær saman.
Lovisa Niclasen var við sum venjari.


- D12
D12 megnaðu at luttaka við tveimum liðum í ár. Tvey sterk lið og bæði kláraðu seg væl.
D12a gjørdu ikki mætari enn at vinna gull. Spældu móti H71 í finaluni og vunnu fult uppiborið. Eitt sera flott liðavrik. D12b vóru bólkaðir í tí sterkasta bólkinum av trimum. Teir vunnu
klárt tann fyrsta dystin og taptu síðan móti H71 a og Víf a, sum fara at kappast í toppinum í A-bólkinum. Neistin D12b spældu væl upp ímóti teimum bestu og sást stór menning á liðnum. Gilli Lorenzen og Eyðun R. Jensen vóru við sum venjarar.


- G14
G14 hjá Neistanum høvdu 13 gentur á liðnum hendan dagin. Tær kláraðu seg væl í teirra bólkaspæli. G14 vunnu tveir dystir á Stjørnuni og ein móti Víf. Javnt bleiv í stigum millum nr. 1 og nr. 2 í bólkinum og skuldi málmunurin avgerða vinnaran í bólkinum. Boð komu frá dómaraborðinum, at Neistin hevði málmunin og var tí í finaluni. Genturnar vóru glaðar og spentar og byrjaðu at hita upp.......men løtu seinni komu boð um, at ein roknifeilur varð
gjørdur og at Víf átti finaluplássið og ikki Neistin. Genturnar fingu ein rutsjebanatúr sum vildi nakað. Gleði og sorg alt í einum. Tættari einari finalu kann man tó valla koma enn G14 gjørdu
hendan dagin. 
Jóhannes Bjørgvin var við sum venjari.


Nevndin takkar tykkum øllum fyri at hava umboðað Neistan so flott og virðiliga. Hjartaliga tillukku til vinnararnar G10 og D12. Sera væl kempa øll somul. Vit gleða okkum at fylgja tykkum nú kappingin ferð at byrja.

KVINNURNAR NÝGGJAN LEIKARA

01.10.2019

Neistin og Ana Blagojevic hava skrivað undir sáttmála. Ana skal spæla við besta kvinnuliði hjá Neistanum komandi kappingarár 2019/20.

Ana er 24 ár og uppvaksin í Serbia. Ana er ein skotsterkur bakspælari.

Ana byrjaði at spæla profesionellan hondbólt, tá hon var 14 ár. Hon hevur spælt við ZRK Rudar frá Kostolac, ZRK Macva frá Sabac, ZRK Pozarevac, HK Handbolti frá Íslandi og Zurd Koper frá Slovenia.

Ana var við Neistahópinum í Danmark á venjingarlegu. Hon venur væl við og gleðir seg at sleppa at verða ein partur av liðnum til dyst eisini. Ana bíðar eftir uppihaldsloyvinum, sum krevst fyri at kunna spæla hondbólt í Føroyum.

Neistin ynskir Anu hjartaliga vælkomna í felagið við vón um eitt gott kappingarár.

MARGIT OG FRÍÐA Á A-LANDSLIÐIÐ

25.09.2019

MARGIT OG FRÍÐA Á A-LANDSLIÐIÐ

Tveir Neistaleikarar úttiknir á A-landsliðið hjá kvinnum.
Margit Weihe Frímundsdóttir og Fríða á Dunga eru í dag farnar til Póllands til EM-undankapping við A-landsliðnum, sum telur 16 leikarar. Venjaratoymið er Ágúst Jóhannsson, Sophus Dal Christiansen og Hlynur Morthens (málverjuvenjari).
Føroyar eru í bólki saman við Póllandi, Rumenia og Ukraina. Í morgin, mik. 25. sep., spæla kvinnurnar móti Póllandi kl. 19.30 fø. tíð í polska býnum Kwidzyn.
Sunnudagin 29. Sep. spæla Føroyar á heimavølli í høllini á Hálsi kl. 17.00 mótu sterku hondbóltstjóðini Rumenia.
Neistin ynskir Margit og Fríðu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

NEISTIN LUTTEKUR Í FREGATCUP

06.09.2019

Neistakvinnurnar eru farnar til Danmarkar á venjingarlegu.

Neistahópurin telur 16 fólk. Venjingarlegan er frá 4.-9. Sep. 
Nógv er á skránni. M.a. samansjóing, teambuilding, venjingar og dystir.
Neistakvinnurnar eru tilmeldaðar luttøku í eini hondbóltskapping í Ebeltoft í Jútlandi, sum eitur Fregatcup. Hettar er eitt stevnu-vikuskifti, har øll liðini, sum luttaka fáa innivist frá 6.- 8. Sep. Danir kalla stevnuna fyri eina “Senior kvalitetsstævne”. Fregatcup syrgir fyri gisting, mati, sosialum tiltøkum, høll at venja í og tryggja 4 dystir. Kappingin byrjar leygarmorgunin 7. Sep. Okkara kvinnur spæla kl. 10.00 dk tíð móti Øresund Håndbold.
Venjaratoymið, sum er við, er Kári Horn, Flemming Raben, Eirikur Magnussen og Guðrun Horn.

Neistamenn høvdu eitt venjingarlegu vikuskifti í Tórshavn seinasta vikuskifti.
Nógvar venjingar vóru á skrá. Neistarúmið varð karmur um hugna við góðum mati og fyrireiking til komandi kappingarár. Venjingarlegan endaði við einum venjingardysti móti VÍF, sum Neistamenn vunnu 31-27.

Lionsbikarið verður spælt í vikuskiftinum og okkara menn luttaka.
Dysturin verður spældur í Hoyvíkshøll leygardagin 7. Sep. Kl. 18.00, H71 – Neistin

 

Síggjast í høllini.

Neistin
Blátt er Gott

Venjingarætlanin 2019/20 klár

26.08.2019

Tímarnir í fimleikarhøll vænta. Teir verða kunngjørdir seinni.