Tiltøk 2018/2019


Jólatræssøla

03.12.2018

Neistin selur aftur í ár sera vøkur jólatrø í ymiskum støddum.
Kostnaður 300kr. 
Selt verður uttanfyri Neistarúmið í Gundadalshøllini.

Tilber at gjalda kontant og við korti.

Upplatingartíðir:
Mán. - frí. Kl. 15-19
Ley. Kl. 10-18
Sun. Kl. 14-18

Sølan byrjar mánadagin 3. Des. Kl. 15.00.
 

Neistin hevur vitjan

16.11.2018

Neistin hevur vitjan av Fjølnir í vikuskiftinum. 

I august vóru okkara besta kvinnu og manslið í Íslandi á venjingarlegu, har Fjølnir vóru vertir. Túrurin varð sera væleydnaður.

Í dag, fríggjadagin 16. nov., kemur kvinnuliðið hjá Fjølnir til Føroyar á venjingarlegu og verður Neistin vertur og ferð at  royna at geva teimum ein líka góða uppliving, sum tey góvu Neistanum í ReykjavÍk.
 
Fjølnirhópurin býr í B36 húsinum og venur í Gundadalshøllini. Tey koma við AA í dag, fríggjadag 16. nov. og ferðast heim aftur mánadagin 19. nov.
 
Arnór Ásgeirsson, venjari og fyriskipari av Fjølnir Cup, hevur eina kunning um Fjølnir Cup 2019 í kantinuni í høllini í Hoyvík í morgin, leygadagin kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira á heimasíðan og á Facebook

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum

14.08.2018

Aðalfundurin verður í Neistarúminum

týsdagin 11. septembur 2018 kl. 19.00

Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna ári
3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar
4. Møgulig uppskot frá nevndini og /ella limum felagsins
5. Val av nevnd og 2 tiltakslimum
6. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
7. Ymiskt

Stuðlafelagið Neistin