Teir leggja nú rør, seta niður brunnar og rottanga. (Mynd Vagnur)

Grundøkið fellir væl í lendið oman ímóti Perskonugøtu. (Mynd Vagnur)

Kunning: Nú er skjótt liðugt at gera økið við Landavegin byggiklárt. Seinasta skotið er skotið, teir leggja nú rør, seta niður brunnar og rottanga, og síðan fara teir at hampa økið fram við Landavegin og gera lidnar skráarnar. Øll eru á einum máli um, at økið fellir ógvuliga væl í lendið bæði út ímóti Landavegnum, oman ímóti Perskonugøtu og  niðan ímóti Handilsskúlanum. Neistin hevur heitt á Tórshavnar kommunu um at spreingja fyri vegnum, sum skal gerast millum barnagarðin og høllina, men enn er ikki komið á pláss við hesum ynskinum. Tíverri er eisini hent, at ein politiskur knútur er enn at loysa millum Neistan og Tórshavnar kommunu, og ikki fyrr enn hesin knútur er loystur, sleppa vit víðari við verkætlanini. So tað ganga nakrir mánaðir, áðrenn Neistin kann halda fram við arbeiðinum. Spell, men so er, tá ið brekkan er brøtt, og mótgangurin kann tykjast í meira lagi. Eg skal heilsa og siga, at hallarbólkurin hóast mótgang er við gott mót. (Vagnur)

{ 0 viðmerkingar }

Mær dámar væl at venja hugagóðar spælarar, og tað eru neistakvinnur, sigur Birgir, sum riggar bara heilt væl í bláum venjingarbúna. (Mynd Birgir Sondum)

Venjarin hjá neistakvinnum Birgir Hansen leggur stóran dent á, neistakvinnur ímóti endanum í kappingini skuldu hava nøkur “succesupplivilsi”, sum kunnu flytast til næsta kappingarár. Neistakvinnur spældu væl ímóti VÍF og Stjørnuni í Havn, og sunnudagin skulu tær at stríðast í 60 minuttir í Runavík, sigur Birgir, sum dámar ógvuliga væl at venja neistakvinnur. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Høgni Klein og aðrir kyndilsmenn spæla nú við rygginum ímóti múrinum.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 17 553 453 100 28
2 VÍF 17 499 485 14 16
3 StÍF 17 446 459 -13 15
4 KÍF 17 433 461 -28 15
5 Kyndil 17 410 466 -56 15
6 H71 17 454 471 -17 13

Triðseinasta umfar í Atlantic Airwaysdeildini verður spælt sunnudagin klokkan 16. Í Havn spæla Kyndil og VÍF, á Skála StÍF og H71 og í Kollafirði KÍF og Neistin. Til tess at taka KÍF og Neistan fyrst, so er eingin ivi um, at er Gert Hansen heldur ikki við ímóti Neistanum, og neistamenn spæla ein miðalgóðan dyst, so vinnur Neistin dystin. StÍF spældi frálíkan dyst ímóti KÍF í Kollafirði fyri viku síðani, ja, H71 spælarar mugu finna fram seinastu oljuna til tess at basa StÍF á Skála, so einfalt er tað. Tapir H71, eru føroyameistararnir ikki í FM-finaluni. Torført at meta um dystin í Havn millum Kyndil og VÍF. VÍF hevur vunnið tríggjar dystir á rað, men Kyndil hevur í vetur havt gott tak á VÍF. Sunnudagin meti eg Kyndil at hava seinasta møguleikan at koma í FM-finaluna, tí vinnur VÍF dystin, eru trý stig millum liðini og bara fýra stig eftir at spæla um. Havi einki boð um dystin millum Kyndil og VÍF, tí dysturin kann fara báðar vegir. “Dagsformurin” og málverjarnir avgera dystin. (Vagnur)

{ 0 viðmerkingar }

VÍF 1968. St.f.v: John Joensen, Regin Christiansen, Petur Højgaard, Johnny Joensen og Steinbjørn Zachariassen. Húkandi f.v: Jørgin Johannesen, Eyðbjørn Joensen, Marnar Gaard og Sámal Durhuus.

Á myndini síggja vit Annfinn R. Nielsen, Jóan Pætur Midjord, Hans Holm, dómara, Regin Christiansen, Sverra Jacobsen og Petur Højgaard.

Heimasíðan fekk um dagarnar tvær gamlar myndir sendandi, sum eru frá 1968. Í hagtølunum hjá HSF er mangt áhugavert at síggja, og hyggur tú eftir vunnin meistaraheitum frá 1957 til 1977, so vann mansliðið hjá Kyndli meistaraheitið átjan ferðir og VÍF tvær ferðir. Sámal Durhuus sigur við heimasíðuna, at í 1968 hendi so tað, at í seinasta dysti ímóti VÍF í Havn tann 30. juni mátti  Kyndil vinna við tólv málum á VÍF, skuldi Kyndil endurvinna meistaraheitið. Men Kyndil vann “bara “17-10 á VÍF, og tí vann VÍF meistaraheitið eftir FM turk í nógv ár. (Vagnur)

{ 1 viðmerking }

Gallaveitslan verður í Vestmanna 10. apríl. (Mynd Vagnur)

Gallanveitslan fyri hondbóltspælarar, venjarar og leiðarar verður 10. apríl í Vestmanna. Í gjárkvøldið fingu neistaspælarar atkvøðuseðil, har teir skulu atkvøða ársins spælara, verjuspælara, álopsspælara, venjara o.s.f. Tað eru tey sum halda, at ikki er rætt longu nú at velja ársins spælarar, tí trý týdningarmikil umfør eru eftir at spæla í grundspælinum og eisini steypafinalurnar skulu spælast. Jóngerð Nielsen er ein av fyrireikarunum til Gallaveitsluna, og hon sigur. [les meira…]

{ 1 viðmerking }

Tóra Seloy spælir vinstri vongur.

19 ára gamla VÍF-kvinnan, Tóra Seloy, er abbadóttir Torbjørn Mikkelsen, sála. Torbjørn var ein av teimum, sum stovnaðu Kyndil í 1956, og hann var mest sum ímyndin av Kyndli líka til tað seinasta. Hann fylgdi eisini væl við abbadóttrini. – So langt aftur eg kann minnast, tá ið vit vitjaðu í Havn, fór eg til hondbóltsdyst við abba. Og hann sá næstan allar dystirnar, eg spældi líka síðani fyrstu landskappingardystirnar sum tíggjuára gomul, sigur Tóra. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Solveig Birgisdóttir, hjálparvenjari, Birita Wardum, Rakul Augustinussen og aðrar neistakvinnur renna fyri Haiti. (Mynd Høgni)

Nógvir neistaspælarar fara at renna fyri Haiti 27. mars. Áheitan er send til allar venjarar í felagnum um at eggja øllum spælarum um at taka lógvatak og stuðla teimum neyðstøddu í Haiti. Vit hava hitt Biritu Wardum og spurt hana, hvussu gongst til tess at fáa neistafólk og onnur at melda seg til renningina 27. mars. [les meira…]

{ 2 viðmerkingar }

Valentina og maðurin dáma ógvuliga væl í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Valentinu og maðurin dáma ógvuliga væl í Føroyum. (Mynd Vagnur)

29 ára gamli rumenski spælarin Valentina Suciu er fallin væl til í Klaksvík. Lámi høgri bakkurin hevur stóran týdning í bakketuni hjá Stjørnuni, tí umframt hon er málsøkin spælari, hevur hon gott skil fyri sjálvum spælinum. – Maður mín og eg trívast væl í Klaksvík. Í Føroyum er so friðsælt í mun til stórbýnum, eg komið frá, sigur Valentina. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Uppflytingin er veruleiki. St.f.v: Bent Hansen, Hans A. Thomsen, Steffan Kalsø, Sámal Olsen, Gunnar á Steig, Andras Samson, Dánjal Kjærbo, Beinur Heðinsson og Damir Oros, venjari. Húkandi f.v: Henry Heinesen, Jón Jacobsen, Mathias Samuelsen, Fríðin Ziskason og Tórður Lervig. (Mynd Norðlýsið)

Eftir heimasigurin í gjár ímóti StÍF er greitt, at Team Klaksvík spælir næsta kappingarár í Atlantic Airways deildini. Í stuttari viðmerking sigur Fríðin Ziskason, formaður, at felagið og spælarar taka uppflytingina sum eina avbjóðing, og ætla ikki at gera sær fyri skommum næsta vetur. Vit fara við heilum huga undir uppgávuna. Sjálvandi vita vit, at avbjóðingin er størri at spæla í bestu deildini enn í næstbestu deildini. Hetta krevur øðrvísi fyrireiking og meira venjing.  Team Klaksvík sær fram til at spæla ímóti hinum liðunum í Atlantic Airways deildini næsta vetur, sigur Fríðin Ziskason. Heimasíðan ynskir Team Klaksvík til lukku við uppflytingini, og vit síggja eisini fram til, at Atlantic Airways liðini nú eisini skulu til Klaksvíkar. (Vagnur)

{ 0 viðmerkingar }

Friður í Havnargøtum

eftir JK tann 07/03/2010

Atlantic Airways kappingin, Neistin-Kyndil 34-27
Viðmerkjari til dystin er Heini Hanusarson

Málskjúttar Neistin: David Edvardsen 12, Finnur Hansson 6, Heini Hanusarson 6, Jugoslav Djumic 5, Ingi Olsen 3 og Sjúrður Thomassen 2

Málskjúttar Kyndil: Høgni Klein 8, Hans Áki Dal Christiansen 6, Josef Abrahamsen 4, Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariasen 2, Kristoffur Kristoffersen 2, Tummas Pauli Hanusarson 1 og Bárður Johannesen 1

{ 2 viðmerkingar }