Tiltøk 2017/2018


Neistin : Esbjerg

19. mai 2018

Komið í Gundadalshøllina leygardagin 19. mai kl. 15.30, har venjingardystur millum Neistakvinnurnar og U18 Esbjerg liga liðið verður spældur.

Rasmus Stensgaard, Hvonn venjarin hjá VB farna kappingarár, er nú fulltíðar venjari hjá U18 liga liðnum hjá Esbjerg. Rasmus hevur valt at koma til Føroyar á venjingarlegu við sínum liði og eru hettar leikarar á høgum støði.

Birgir Hansen, venjari hjá Neistakvinnunum, heldur, at okkara kvinnur kunnu fáa nógv burturúr einum slíkum venjingardysti. Tær koma at kenna á egnum kroppi, hvussu skjótar og kropssterkar 17-18 ára gamlar gentur á einum liga liði eru, sum vónandi gevur Neistakvinnunum íblástur til at koyra enn meira á, nú tær eru byrjaðar te irra “pre-season” venjing.

Komið í Gundadalshøllina leygardagin og upplivi liga hondbólt.

Neistin
Blátt er Gott

Hondbóltsskúlin 2017

27. og 28. desember 2017

Aftur í ár hevur Neistin havt hondbóltsskúla millum jól og nýggjár.
80 leikarar í árganginum 10, 12 og 14 hava luttikið í hondbóltskúla í Kollafirði.

Í Kollafirði eru serliga góðar umstøður við bæði skúla, ítróttarhøll og svimjihyli næstan alt undir sama taki.

Tíðliga 27. des. byrjaði hondbóltsskúlin 2017 og endaði í dag 28. des. Kl. 18.00 og eru leikarar, venjarar og hjálparfólk nú farin heim aftaná tveir góðar, stuttligar og læruríkar dagar.

Neistin ynskir øllum eitt gott nýggjár og takk fyri tað brátt farna.

  Neistin
Blátt er Gott

Páska Camp

26. til 28. mars 2018

VB og Ítróttaháskúlin í Suðuroy leggja nógva orku í at skapa eitt spennandi og mennandi hóndbólts-umhvørvið í Suðuroynni, og sum liður í hesum vilja vit bjóða tykkum til Páska Camp í døgunum 26. til 28. mars 2018.

Hesar tríggjar dagarnar fara vit at menna hóndbóltspælið, umframt at flyta nøkur mørk, eisini uttanfyri hóndbóltsvøllin. Vit fara eisini at vísa ítróttaháskúlan fram í hesum sambandi.

Umframt hetta fara vit at skipað fyri spennandi venjingum, sum hava til endamáls at menna tann einstaka hóndbóltsleikaran við støði í egna styrkjum og veikleikum.

Tilmeldingin byrjar leygardagin 16. desember 2017
Pláss er fyri 20 gentum og 20
dreingum fødd í 1999 - 2002.
Síggjast í Vági


Á PÁSKA-CAMP kunnu spælarar væntað sær ymiskar avbjóðingar.

  • Spennandi markleysar adventure avbjóðingar í besta umhvørvi í landinum.
  • Fyrilestrar um grundleggjandi venjing og lívstíl, sum er ein partur av Ítróttaháskúlanum.
  • Venjingar við Rasmus Stensgaard, venjari hjá VB, umframt Gurið K. Augustinussen
  • Video-upptøkur og -analysa av hvørju einkultum leikara.
  • Spennandi fyrilestrar um vinnara-mentalitet,elitu-ítrótt, talent og hart arbeiði, osv.
     

Lima & Neistadagur

Hósdagin 19. oktober 2017

Kl. 17.00     U6, U8, U10, U12
Kl. 18.30     U14, U16, U18


SKRÁ

  • Foreldrafundur/aktivitetur
  • Sportigan
  • Innliman

Skipað verður soleiðis fyri, at foreldur og børn/ung møta samstundis í Fimi omanfyri nevndu tíð. Síðan fara foreldrini á foreldrafund, meðan børn/ung fara í fimleikarhøllina at stuttleika sær saman. Skipað verður fyri ymiskum aktivitetum, soleiðis at vit samstundis fáa ein Neistadag saman.

Sportigan
verður eisini í Fimi. Høvið verður at keypa ella bíleggja sær tey nýggju Neistaklæðini og Neistaryggsekkin. Sportigan letur 20% avsláttur av Neistaklæðunum hendan dagin.

Skrásetingarskjal
Viðheft er eitt skrásetingarskjal, sum tit øll verða biðin um at útfylla.

Øll, sum ynskja at spæla hondbólt við Neistanum, SKULU skráseta seg og gjalda limagjald.

Leikarar, sum ikki gjalda limagjald, sleppa ikki at spæla dyst og eru ikki partur av vanlukkutryggingini hjá ÍSF.

Gjalding
Limagjaldskostnaðurin stendur á skrásetingarskjalinum.

Tilber at gjalda umv. Netbankan og sera umráandi er, at viðmerkja NAVN, EFTIRNAVN OG ÁRGANG á íðkara.

Eisini er møguligt at gjalda við gjaldskorti í FIMI limadagin.

GÓÐU TIT
Kunnu tit gera skjótt av og skráseta tykkum. Hondbóltsambandið vil hava nøvnini á øllum leikarum sum skjótast fyri at tryggja tykkum.

Neistaklæðini og Neistaryggsekkin

Prísir:
Neistadrakt børn (6 til 15 ár)
Vanligur prísur 549,- I dag kr 440,-
Vaksin (S,M,L,XL,XXL)
Vanligur prísur kr 599,- I dag kr 480,-
Neistahettutroyggja børn (6 til 15 ár)
Vanligur prísur kr 449,- I dag kr 350,-
Vaksin (S, M, L, XL, XXL)
Vanligur prísur kr 549,- I dag kr 440,-
Ryggsekkur v/neistalogo (skal bileggjast)
Vanligur prisur kr.349,- I dag kr 250,-

Um folk ynskja at faa navn prenta á klædir og ella ryggsekk er kostnadur kr 50,- pr.navn

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum Neistin verður í

Neistarúminum hósdagin 5.oktobur 2017 kl. 19.00

Skrá:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Formaðurin greiðir frá farna ári
  3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar
  4. Møgulig uppskot frá nevndini og/ella limum felagsins
  5. Val av nevnd og 2 tiltakslimum
  6. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
  7. Ymiskt

Stuðlafelagið Neistin

Skrúðgongu Ólavsøkuaftan 28. Juli

Góðu Neistaleikarar og venjarar 

Ólavsøkan nærkast, og eins og undanfarin ár ganga ítróttarfólk skrúðgongu Ólavsøkuaftan 28. Juli.

Fyri Neistan hevur tað STÓRAN týdning, at allir leikarar og venjarar møta til skrúðgonguna, hetta sum ein partur av tí at vera í felagnum Neistanum, og at mynda felagið. 

At ganga skrúðgongu fyri Neistan er ein felags ábyrgd, har vit vísa stoltleika og virðing fyri okkara kæra felagi, og har tey eldru, sum hava verið við fyrr, vísa vegin fyri teimum, sum kanska eru við á fyrsta sinni. 

Seinasta ár megnaðu vit at verða størsta felag á Tinghúsvøllinum, og tað vóru nógv blá Neistahjørtu sum fegnaðust at síggja henda fagra hóp av røskum Neistum 💙Vónin er, at hópurin er minst líka stórur í ár.

Onkur tykkara er helst uttanlanda og fáa tí ikki møtt, men øll tit, sum eru í landinum, møta til skrúðgongu Ólavsøkuaftan 28. juli kl 13.30 í Tróndargøtu (uttanfyri "Kommunuskúlan" ) í bláum Neitsaklæðum.

Aftaná skrúðgonguna og hátíðarhaldið á Tinghúsvøllinum taka vit felagsmynd á Ebenezertrappuni.

Blátt er gott 💙

Nevndin