Venjingarlega

3.09.2018

Fríggjamorgunin 31. august varð farið á venjingarlegu.
 
Neistakvinnur, menn, venjarar og hjálparfólk eru í Reykjavík í Íslandi á venjingarlegu. Hópurin býr í ítróttarhøllini Dalhús. Vant verður bæði í ítróttarhøllini Dalhús og Egilshøll. Á skránni er venjing í høll, styrkivenjing, samrøður og venjingardystir. Kvinnurnar spæla móti HK, Fjølnir og FH. Mennirnir spæla móti Fram og Fjølnir.
 
Endamálið við venjingarleguni er fyrireiking til komandi kappingarár. Umframt tað, at stórur dentur verður lagdur á tað hondbóltsliga, er samansjóingarparturin sera týdningarmikil. Tey sova øll saman í eini høll, hugna sær saman um kvøldarnar, svimja, fótbóltsdystur millum Fjølnir - Stjarnan FC, sum tey øll fara til, er á skránni og pizza og bowling.
 
Leikararnir hava fíggjað túrin sjálvir. Kvinnurnar hava vaskað fyri eitt firma og fingið samsýning fyri tað og mennirnir hava rivið niður í einum húsum, sum skal renoverast. Eisini hava tey fingið stuðul úr tveimum grunnum og goldið eitt lítið egingjald.
 
Hópurin kemur aftur mánakvøldið 3. septembur

Venjingin er nú byrja ​

23.08.2018

Venjingarætlanin er nú løgd og gleða vit okkum at koma í gongd aftur og at arbeiða fyri einum góðum og mennandi 2018/19 kappingarárið.

Venjarin gevur boð úti á facebookbólkunum og er tað tí sera týdningarmikið, at tit lima tykkum í rætta bólk.

Tá møtt verður til venjing, skal leikarin verða ílatin venjingarklæðir og venjingarskógvar. Hava hondbólt og tað góða lagið við

Neistin ynskir øllum eitt gott kappingarár.

Venjingarætlan

Fimm Neistamenn úttiknir

07.08.2018

Fimm Neistaleikarar eru úttiknir til U18 landsliðið við monnum.
 
Gilli Sjúrðarson Holm, Jónas Rasmussen, Julian Jónsson Kragesteen, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen eru úttiknir til U18 landsliðið við monnum, sum ferð til EM-kapping í Georgia í morgin. Fyrsti dystur verður fríggjadagin 10. august kl. 10.00 móti Luksemborg.
 
Kappingin er skipað á tann hátt, at tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og annars eru tað plaseringsdystir. Vinnarin av kappingini tryggjar sær atgongd til HM-endaspælið í 2019 fyri U18-landslið. Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi,Litava, Makedonia og Sveis. Venjarin er Birgir Hansen.
 
Neistin ynskir Gilla, Jónas, Julian, Dánjal og Tróndi hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit tykkum og øllum U18 hópinum góða eydnu.

U20 landsliðið við monnum

20.07.2018

Høgni Zachariassen er úttikin á U20 landsliðið
 
U20 landsliðið við monnum er farið til Skojpe í Makedonia at luttaka í EM-undankapping.
Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. 
 
Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava leygardagin 21. juli.
Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Hjalmar Klein Olsen.
 
Neistin ynskir Høgna hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir honum og øllum U20 hópinum góða eydnu.

Maja í Neistan

11.06.2018

Neistin og Maja Dragoljubovic hava skrivað undir sáttmála. Maja skal spæla við besta kvinnuliði
hjá Neistanum komandi kappingarár 2018/19.
 
Maja er 37 ár og fødd og uppvaksin í Serbia. Hon er útbúgvin innan “Sport & Physical Education”.
 
Maja byrjaði at spæla profesionellan hondbólt, tá hon var 14 ár. Hon hevur spælt í R.K. Zajecar í  Serbia, Z.R.K. Naisa Nis í Serbia, Z.J.R.K. Bor í Serbia, Ankara 1910 Spor Kulubu í Turkalandi og Kyndil.
 
Maja Dragoljubovic hevur verið málverji hjá besta kvinnuliði hjá Kyndli trý tey seinastu kappingarárini og hevur staðið sera væl. Er kosin besti málverji í Føroyum tvey ár á rað í Hvonn deildini.
 
Maja dámar væl í Føroyum. Føroyingar eru sera vinarligir og náttúran í Føroyum er sera vøkur, sigur Maja sjálv. Maja er júst nú í Serbia og arbeiðir. Hon kemur aftur til Føroyar um hálvan august. Maja gleðir seg at koma at spæla í Neistanum og at møta sínum nýggju viðspælarum.
 
Neistin ynskir Maju hjartaliga vælkomna í felagið við vón um eitt gott kappingarár.