Venjing byrjar aftur 

Vit bjóða øllum børnum og ungum vælkomin til eitt nýtt og spennandi hondbóltsár.

Vit hava eitt sterkt toymi av venjarum og hjálparvenjarum til allar aldursbólkar, og dentur verður lagdur á trivnað, stuttleika og menning. Frá U10 og uppeftir fylgir Scott Harrington, høvuðsungdómsvenjari, liðunum tætt.

Aldursbólkar:

  • Gentur: G18 (2007-2008), G16 (2009-2010), G14 (2011-2012), G12 (2013-2014), G10 (2015-2016), G8 (2017-2018)

  • Dreingir: D18 (2007-2008), D16 (2009-2010), D14 (2011-2012), D12 (2013-2014), D10 (2015-2016), D8 (2017-2018)

  • U6 (2019) og Mini (2020-2024): Gentur og dreingir venja saman.

Vit brúka Holdsport til venjingar og kappingar. Melda til her: 

Mini

Neistin U6

Neistin Gentur 8

Neistin Dreingir 8

Neistin Gentur 10

Neistin Dreingir 10

Neistin Gentur 12

Neistin Dreingir 12

Neistin Gentur 14

Neistin Dreingir 14

Neistin Gentur 16

Neistin Dreingir 16

Neistin Gentur 18

Neistin Dreingir 18

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði roynd og óroynd. Tað einasta, sum krevst, er hugurin at spæla hondbólt og at hava tað stuttligt saman við øðrum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til neistin@neistin.fo

Venjingartíðir Neistin

06.08.2025

BROYTINGAR Í BURN-HÓPINUM HJÁ NEISTANUM

Dánjal Ragnarsson fer til Íslands og Nikolai Bliznov kemur til Neistan.
Í summar var kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson kom aftur til Neistan, men støðan er nú broytt. Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.
Fram ynskir at leiga Dánjal í eitt kappingarár, og sjálvandi stuðla vit Dánjali í tí. Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.
Samstundis sum Dánjal verður leigaður út, eru vit fegin um at bjóða bakspælaranum Nikolai Bliznov vælkomnan til Neistan.
Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.
Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni. Vit ynskja Nikolai vælkomnan í Neistan og gleða okkum at síggja hann í Burn-hópinum í bláum við sínari styrki og royndum.
Nevndin

22.06.2025

Lise Marie Nesse Evensen kemur til Neistan

Neistin og Lise Marie Nesse Evensen hava gjørt avtalu komandi tvey kappingarárini, og tað merkir, at Lise Marie verður partur av okkara SMS-liði.

Lise Marie er strika og spældi við VÍF seinasta kappingarár. Hon er fødd í 1998 og er úr Drammen í Noregi. Lise Marie hevur drúgvar royndir á høgum støði. Hon hevur spælt við FCM og Hadsten í Danmark, Glassverket IF og Storhamar Håndball í Noregi, umframt við VÍF.

– Vit í Neistanum fegnast um, at Lise Marie nú verður ein partur av okkum, og vit gleða okkum at fáa gagn av hennara royndum og styrkjum, sigur Nicholas Satchwell, venjari.

Neistin ynskir Lise Marie hjartaliga vælkomna – og vit gleða okkum at síggja hana á vøllinum í bláa búnanum.

21.05.2025

Neistin nýggja nevnd

Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald.

Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen. 

 

Myndatekstur:

Tróndur Kragesteen, Óli Jákup Jacobsen, Annika Østerø, Liljan Weihe, Harald Joensen, Fríði Magnussen, Sylvia Berg Johansen, Helena Dam á Neystabø, Marjun Danberg, Henny á Líknargøtu og Pætur Jakobsen.

 

Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.

Tí ynskir Neistin so hjartaliga at takka fráfarandi nevndarlimunum Fríða Magnussen, formanni, Sylviu Berg Johansen og Haraldi Joensen fyri teirra stóra og trúgva arbeiði fyri felagið. Tey hava lagt nógv fyri, bæði í nevndararbeiðnum og í gerandisdegnum í høllini - og úrslitið er greitt:

Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum!

Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.

Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.

Vit síggjast í høllini!

Blátt er gott!

Nevnd Neistans

21.05.2025

Neistin gjørt sáttmála

Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington  og Nicolas Satchwell næstu tvey árini.

Les meira