Tiltøk


Upphiting til seinnu FM-finaluna hjá kvinnunum

22.04.2016

Upphitingin við andlitsmáling o.a. til seinnu FM-finaluna millum Neistan og Kyndil, byrjar i kantinuni í Høllini á Hálsi kl. 13.15 

Dysturin byrjar kl 15.00

Kvinnurnar hava brúk fyri okkum øllum viðhaldsfólki, so komið við, ung sum gomul, og minnist til at verða i onkrum bláum, so vit síggjast og ikki minst hoyrast. 

Vælkomin i kantinuna í Høllini á Hálsi til tær bláu strikurnar og eina góða byrjan
Vónandi síggja vit nógv. 😊
 

GG: Kostnaður til finaluna er kr.100,- fyri vaksin og kr.30,- fyri børn. Neistin bjóðar tó okkara egna ungdómi ókeypis til finaluna - eittans krav er, at tit eru í bláum :) 

Fyrsta FM-finalan hjá kvinnunum

20.04.2016

Kyndil-Neistin, fyrsta FM-finalan hjá kvinnunum, mikudagin kl. 18.30

Upphitingin til fyrstu FM-finaluna millum Neistan og Kyndil, byrjar i Neistarúminum kl. 16.30 

Dysturin byrjar kl 18.30

Kvinnurnar hava brúk fyri okkum øllum viðhaldsfólki, so komið við, ung sum gomul, og minnist til at verða i onkrum bláum, so vit síggjast og ikki minst hoyrast. 

Vælkomin i Neistarúmið til tær bláu strikurnar og eina góða byrjan
Vónandi síggja vit nógv. 😊

Seinna FM- finalan verður leygardagin kl.15.00 (tá eigur Neistin heimadyst)

Neistadagar á torginum í SMS

14.03.2016

Neistadagar á torginum í SMS 18. og 19. mars
 
Í samband við at Neistin fyllir 85 ár fara vit hava Neistadagar á torginum í SMS
Fríggjadagin 18. mars frá kl. 10-19
Leygadagin 19. mars   frá kl. 10-18
 
Á skránni verður tombola, gamlar og nýggjar myndir, brotskastkapping(við Hvonn og FTZ málverjum), hoppibandskapping, togtogan, Neistasangur á uppvørpu og Sportigan selur Neistaklæðir við 20% í avsláttri.
 
Prísir:  
Grá hettutroyggja v/Neistalogo  300,-
T-shirt (Neistin, Blátt er Gott) 249,-
Neistajakki (vaksin)  399,-
Neistajakki (børn) 349,-
Buksir  349,-

Síggjast í SMS. Blátt er Gott.

FINALURNAR LEYGARDAGIN

13.02.2016

Leikarar, venjarar, foreldur, ja øll Neistafólk

Leygardagin fara vit í høllina á Hálsi at stuðla okkara kvinnum og monnum.
Kvinnurnar spæla ímóti VÍF kl 13.30
og
mennirnir móti H71 kl 16.00

Upphiting verður í FIMI frá kl 11.30

Vit bjóda fiskasuppu og okkurt gott til børnini - andlitsmáling er eisini á skránni.
Møtið fjølment, í góðari tíð og í bláum klæðum!

Blátt er gott
Heilsan nevndin

GG: Kostnaður til finalurnar leygardagin er 100,-kr fyri vaksin og 30,-kr fyri børn. Sunnudagin er kostnaðurin 70,-kr fyri vaksin og ókeypis fyri børn

https://www.facebook.com/events/1721676031411438/

 

 

 

Kyndil-Neistin, kvinnur-í dag kl.18.00. Neistin-Stíf, menn-í morgin kl.15.00

06.02.2016

Blátt er gott!

Bæði okkara kvinnur og menn hava brúk fyri, at øll Neistafólk koma niðan í høllini Í DAG KL.18.00 og Í MORGIN KL.15.00.

Tørvur er á at viðhaldsfólk hjá Neistanum heppa og stuðla alt tað tey megna, fyri at bæði kvinnur og menn kunnu koma í sjálva steypafinaluna.

Tað er brúk fyri okkum bláu vidhaldfólkum.

Væl møtt!
Neistin

Bussur koyrur inn á Skála í kvøld

04.02.2016

Í kvøld eru tað okkara menn, sum skulu í eldin til fyrsta semifinaludystin móti Stíf.

Dysturin byrjar kl.20.00, á Skála

Bussur ferð frá Neistarúminum kl.18.30

Mennirnir hava eisini brúk fyri okkum bláu vidhaldfólkum

Væl møtt!
Neistin

Hálvfinalurnar standa fyri framman

03.02.2016

Bæði miku- og hóskvøldið er Neistin partur av hálvfinaludysti í Coca Cola-kappingini

Í fjør átti Neistin umboð í bæði mans- og kvinnufinaluni í steypakappingini, og enn er møguleiki fyri, at vit kunnu endurtaka hetta.

Hjá kvinnunum eydnaðist tó ikki at tryggja sær oddasessin í bólkinum. Tað hevði givið eina á pappírinum lættari mótstøðu, men tað man nú verða minni munurin, tá alt kemur til alt.

Veruleikin er undir øllum umstøðum, at vit spæla tvær grannauppgerðir móti Kyndli, áðrenn vit vita, um vit røkka finaluplássinum.

Eingin ivi er um, at spælarar okkara tá skulu vísa meira, enn tær gjørdu móti StÍF, tá vit taptu dystin um oddasessin í okkara bólki. Men verður talan um meira ferð og meira vilja, so vita vit eisini, at vit hava nakrar kvinnur, sum eru førar fyri at basa allari mótstøðu.

Neistamenn tóku tey flestu á bóli við at vinna sín undankappingarbólk. KÍF og VÍF á útivølli kastaðu trý stig av sær, og so kundu vit vissa okkum oddasessin við trivaligum heimasigri móti Team Klaksvík.

Í hálvfinaluni bíðar StÍF, sum meira enn tey flestu ber orð fyri at vera steypalið burturav. Teir tykjast trívast best í júst intensa spenninginum, sum ein steypakapping ber við sær, men hinvegin prógvaðu okkara menn longu í fjør – og fyri sovítt eisini nú í bólkaspælinum – at hetta eisini eru umstøður, sum vit trívast í.

Í hálvfinalunum verður spælt soleiðis:
Kvinnur
3. februar kl. 20.00 Neistin-Kyndil
6. februar kl. 18.00 Kyndil-Neistin

Menn
4. februar kl. 20.00 StÍF-Neistin
7. februar kl. 15.00 Neistin-StÍF

Fløskusamling

29.01.2016

Góðu Neistafólk
Fyri skjótt 3 vikum síðani høvdu vit fløskusamling fyri allar leikarar, sum fara til Partille Cup í summar.
Hetta var eitt sera væleydna tiltak. Arbeitt varð væl og leingi hetta kvøldið og hýrurin var góður.
Vit vilja gjarna takka øllum, sum stuðlaðu og lótu okkum fløskur hetta kvøldið. Hetta gav okkum eitt
gott ískoyti til Partille Cup túrin, sum verður í Gøteborg frá 4.-9. juli 2016.
Takk fyri.
 
Vh. Partille Cup leikarnir

100 Neistaleikarar á hondbóltskúla millum jól og nýggjár

27.12.2015

28. og 29.des skipar Neistin fyri hondbóltsdøgum fyri U10,U12 og U14.

Hettar er annað árið á rað, at skipa verður fyri hondbóltsdøgum millum jól og nýggjár. Seinasta ár eydnaðist tað sera væl og vóna vit tað sama í ár. 85 leikarar hava meldað til, og saman við venjarum og hjálparfólkum vera vit fleiri enn 100 luttakarar.

Hondbóltsdagarnir vera í Kollafirði. Umstøðurnar í Kollafirði eru sera góðar, har er bæði ítróttarhøll, fimleikarhøll, svimjihøll og skúli knýtt saman og er tað tí sera lætt at koma frá einum venjingarstaði til annað

Vit gleða okkum til hondbóltsdagarnar 2015!

Hondbóltsdagar fyri Neistaleikarar

08.12.2015

Hondbóltsdagar fyri Neistaleikarar
U10, U12 & U14 Í Kollafirði  28. & 29. Desember 2015

Aftur í ár skipar Neistin skipar fyri Hondbóltsdøgum fyri gentur og dreingir,
ið leika við U10, U12 og U14.

Neista hondbóltsdagarnir verða í Kollafirði millum jóla og nýggjárs,
í døgunum 28. og 29. desember. Vit yvirnátta í skúlanum í Kollafirði.

Kostnaður fyri hondbóltsdagarnar er 300,- kr. fyri hvønn.

Íroknað prísinum er m.a gisting 1 nátt, matur, svimjing og T-shirt.

Støddin á T-shirt verður skrásett við tilmelding

Tilmelding er gjøgnum heimasíðuna hjá Neistanum 

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 18.desember

Strandingar á vitjan

05.12.2015

Kvinnurnar hjá okkum eru greiðir favorittar sunnudagin, meðan tað er lagt upp til heilt spennandi dyst hjá monnunum

Bæði kvinnur og menn hjá Neistanum skulu í eldin sunnudagin, og í báðum førum er tað StÍF, sum er mótstøðuliðið.

Kvinnurnar leggja fyri, og her er eingin ivi um, at okkara eru favorittar. Á Skála vunnu vit stórsigur fyrr í heyst, og meðan vit liggja ovast á stigatalvuni, hevur StÍF higartil vunnið sær fýra stig fyri átta dystir.

Hjá monnunum er StÍF hinvegin frammanfyri okkum. Strandingar hava vunnið sær níggju stig fyri sínar 10 dystir, meðan okkara hava seks stig. Á Skála gjørdist talan um tepran sigur til strandingar fyrr í heyst, men kanska Jónleif hevur funnið sær onkran nýggjan trumf móti liðnum, sum hann helst kennir best av øllum.

Kvinnur spæla kl 14.30
Mennirnir kl 16.00

Dystir í dag,

22.11.2015

í Høllini á Hálsi, hjá kvinnum og monnum
Neistakvinnur taka ímóti VB og byrjar dysturin kl.14.30
Hjá monnunum er tað KÍF sum kemur á vitjan og byrjar dysturin hjá monnunum kl.16.00

Aftur í eldin í kvøld

18.11.2015

Kvinnur og menn skulu aftur í eldin í kvøld, í Høllini á Hálsi

Kvinnurnar taka ímóti Stjørnuni og byrjar dysturin kl. 18.30
Menninir taka ímóti H71 og byrjar dysturin kl.20.00

Grannauppgerð

12.11.2015

Spennandi grannauppgerð í Høllini á Hálsi í kvøld hjá kvinnum og monnum (Kyndil-Neistin)

Kvinnurnar spæla kl.18.00
Mennirnir spæla kl.19.30

Aðalfundur

29.10.2015

Hondbóltsfelagið Neistin hevur aðalfund
hósdagin 29.oktober kl.20.00, í Neistahølinum

Skrá sambart viðtøkum felagsins

Innkomið mál frá nevndini:

  • Aðalnevndin verður víðka frá 5 limum til 7 limir + 2 tiltakslimir

Hava limir ynski um mál, sum verða tikin upp á aðalfundinum- og ella broytingar í viðtøkum felagsins, skulu hesi verið nevndini í hendi í seinasta lagi 6 dagar fyri aðalfundin

Atkvøðurætt hava limir, sum eru 14 ár og eldri. Fyri limir yngri enn 14 ár kunnu foreldrini møta á aðalfundi við tali- og atkvøðurætti. Øll foreldur at limum undir 18 ár hava møti- og talirætt á aðalfundum felagsins. Valbærur er hvør limur, sum er myndugur.

Nevndin

Foreldrafundir

5 & 6.10.2015

fyri ungdómsliðini hjá Neistanum

Stað: Kantinan í høllini á Hálsi

Mánadagin 5.okt. 2015 kl. 20.00
U8, U10, U12    (gentir og dreingir)

Týsdagin 6.okt. 2015 kl. 19.00
U14, U16, U17  (gentir og dreingir)

Skrá

1.     Ungdómsmennarin Scott Harrington
        
- greiðir frá sínum leikluti í felagnum

2.     Venjarnir
        
- greiða frá, hvat teir arbeiða við komandi kappingarár

3.      Nevndin

  • Neistadagar (felagstiltøk)
  • Neistadraktin
  • PartilleCup  4.-9. juli 2016
  • Tiltøk (innsavnan av peningi)
  • Limagjald
  • Ymiskar uppgávur til heimadystirnar hjá Hvonn og FTZ og dystir hjá ungdóminum
  • foreldraumboð
  • Ymiskt
  • Spurningar

Gleða okkum at síggja tykkum øll

Neistin

FTZ

11.10.2015

í Kollafirði
KÍF – NEISTIN

HVONN

10.10.2015

í  Vági 
VB – NEISTIN
 

Grannauppgerð

26.09.2015

millum Neistin og Kyndil verður í Høllini á Hálsi í dag

Kl.14.30 spæla kvinnurnar Neistin-Kyndil

Kl.16.00 spæla mennirnir Neistin-Kyndil