Kom og spæl hondbólt

Til foreldur 

Hondbóltur er ítrótt fyri allan kroppin, tú nýtir yvirkropp, undirkropp, armar, bein - ja stutt sagt allar vøddar og liðir. Og tú mennir sansirnar og ikki minst heilan, tí í hondbólti gongur tað skjótt fyri seg og avbjóðingarnar eru nógvar.

Hondbóltur er liðítróttur, har tú lærir at vera partur av sosiala samanspælinum. Samstundis er eisini rúmd fyri einstaklingaavrikum - stutt sagt, øll kunnu vera við. Tey, sum ganga í 1. og 2. flokki sleppa beinanvegin at spæla dystir í teimum sera vælumtóktu U8 kappingum, sum verða hildnar um alt landið. Tað er bara at koma.

  • Næmingar í 1. og 2. flokkur sleppur at taka lut í U8 kappingum.
  • Næmingar í 3. og 4. flokki spæla í U10 kappingunum og í steypa-kappingunum.

Hondbóltur í skúlanum 
Tað einasta, sum krevst, er ein vøllur. Hann kann vera í skúlagarðinum ella fimleikarhøllina. Bara nakrar strikur, tvey mál, t.d. málað á veggin og so ein hondbólt, sum hevur passandi stødd - og so at spæla.