Tíðindi


Høvuðsvenjari hjá fremsta mansliði komandi kappingarár

08.04.2015

Jónleif Sólsker, ið er eitt kent andlit í føroyskum ítrótti, bæði í hond- og fótbólti, tekur við sum nýggjur høvuðsvenjari hjá fremsta mansliðnum komandi kappingarár. Í honbólti hevur hann spælt 406 dystir og skotið 1745 mál við Kyndli. Jónleif hevur eisini spælt við VÍF og StÍF.

Jónleif hevur drúgvar royndir í hondbólti, bæði sum spælari, venjari og spælandi venjari. Hann hevur verið venjari hjá Kyndli, VÍF og í tveimum umførum hjá StÍf. Nú fer Neistin at fáa gagn av hansara drúgvu royndum.

Vit eru sera væl nøgd við, at Jónleif tekur við avbjóðingini. Vit kenna jónleif sum ein ábyrgdarfullan venjara, ið tekur sítt arbeiði við tí álvara tað krevur og megnar at fáa sum mest burtur úr teimum spælarum, hann hevur til taks.

Vit bjóða Jónleifi hjartaliga væl komnum og góða eydnu í nýggja leiklutinum.

 

 

Samstarvið millum Neistan og Paula Joensen er steðgað

07.04.2015

Samstarvið millum Neistan og Paula Joensen, høvðusvenjara hjá fremsta kvinnuliði felagsins, er steðgað

Neistin harmast um støðuna, men virðir avgerð høvuðsvenjarans. Pauli kemur sostatt ikki at taka sær av liðnum til FM finalurnar komandi dagarnar. Neistin takkar Paula fyri tíðina og góðu úrslitini, hann hevur rokkið saman við fremsta kvinnuliði felagsins og ynskir Paula blíðan byr framá.

Flemming Raben og Sigrun Mikkelsen standa á odda fyri fremsta liðnum til finalurnar.

Menninir hildu tørn

07.04.2015

Kollifirðingar góvu okkum skarpan gang, men vit hildu tørn, tá menninir aftur komu ígongd við landskappingina

Tað var ein vandi, at harði dysturin og herskna tapið frá steypafinaluni sat í beinunum hjá okkara monnum, tá teir í kvøld tóku ímóti KÍF. Men um seg var, so krógvaðu teir tað sera væl.

Talan var fyri tað mesta um sera javnan dyst, men stutt undan hálvleikinum vunnu vit okkum eitt sindur framum.

Leiðslan varð alt fyri eitt útbygd eftir steðgin, men tá gestirnir skoraðu fýra ferðir á rað, stóð brádliga nógv á hjá okkum. 

Eitt skifti hóttu teir enntá við at fara avstað við øllum, men tíbetur fingu vit aftur fatur á rætta endanum. Og seinastu fimm minuttirnar lupu vit nógv væl avstað, soleiðis at leiðslan kundi haldast á mál

Talan gjørdist soleiðis um tvey stig, og tey bera við sær, at vit framvegis hava nógv at spæla fyr. Kanska er finalusessurin dekan ov langt burturi, men framstigini hjá okkara monnum eru eyðsýnd, og munnu vit vera eitt sindur stabilir, kunnu vit kanska ota okkum fram á bronsuplássið.

Neistin-KÍF 29-28 (16-14)

Málskjúttar hjá Neistanum: Rói Berg Hansen 9(5), Andras Joensen 4, Tommy Fletcher 4, Torkil Hentze 4, Teitur Magnusson 2, Aleks Buha 2, Terji Mørk 2, Hjalti í Jákupsstovu 1, Kristjan Dulavík 1

Stórsigur hjá kvinnunum

12.02.2015

Tað var kanska ikki so galið, at vit komu ígongd eftir steypasigurin við tí á pappírinum lættasta dystinum. Nevnliga heimadyst móti Søljuni, sum enn hevur fyrsta stigið í deildini tilgóðar.

Ikki tí, framstigini hjá vágaliðnum hava verið stór hetta kappingarárið, og enn er eingin dystur vunnin, fyrr enn hann er spældur.

Tað vísti seg tíbetur, at okkara kvinnur høvdu gloymt steyparúsin, og frá byrjan settu vit okkum totalt á dystin. Søljan slapp ongan tíð at geva okkum nakrar sum helst trupuleikar, og gott var at síggja allar spælarar fáa nakað av tíð á vøllinum.

Komandi vikuskifti hava vit frí, men so verður aftur herja, tá StÍF kemur á vitjan.

Neistin-Søljan 38-12 (19-5)

Málskjúttar hjá Neistanum: Bára Hansen 11(3), Birita Jacobsen 8, Jacklin Durhuus 5, Marjun Danberg 4, Lilja Mohr 2, Nicoleta Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1, Selma Dahl 1

Akkurát ikki

07.02.2015

Stórfavorittarnir vinglaðu, men vit kláraðu akkurát ikki at geva teimum avgerandi slagið, sum kundi sent teir í gólvið

Eingin sum helst ivi var um, at vit vóru underdogs, tá mansfinalan var á skránni leygardagin.

VÍF hevur fyri tað mesta smurt mótstøðuliðini av í vetur, og tað hevur í tveimum førum gingið útyvir okkum. Men hinvegin høvdu vit eisini bankað teir gulu mest sum bláar tað einu ferðina, so heilt ómøgulig var uppgávan kanska ikki.

Og fyrstu minuttirnir av finaluni prógvaðu, at eru menn uppsettir og vilja arbeiða fyri sakini, so ber tað mesta til. Sjúrður var flúgvandi í álopinum. Verjan stóð sum ein múrur, og í málinum vísti Mikkjal eftirhondini vanliga stórspælið.

Mótstøðan var skelkað, men tó ikki meira enn so, at vestmenningarnir spakuliga arbeiddu seg aftur í dystin. Ikki minst kundu teir takka ungu Julian Olsen og Áka Egilsnes fyri, at so varð, og stutt undan steðginum komu teir upp á javnt.

Vit fingu tó ein kassa afturat fyri hálvleik, men eftir eina løtu av seinna hálvleiki tóktist tað, sum hevði favoritturin tikið yvir. Einki riggaði hjá okkum, og Áki valdi óvanliga tíðliga at brúka grøna kortið, so skil kundi fáast á spælið.

Og hetta riggaði. VÍF slapp ikki longur at renna avstað, og seigliga ótu vit okkum aftur í dystin. Varð spælt í 65 minuttir, so høvdu vit helst eisini tikið okkum stavnin framum, men vit taptu kapprenningina ímóti tíðini. Ta einu ferðina komu vit upp á javnt, men VÍF svaraði aftur. Og hóast teir gulu ikki skoraðu í teimum báðum seinastu álopunum, so gjørdu vit tað heldur ikki, og so kundu vit bara ásanna, at talan gjørdist um eitt av hesum heiðurligu tapunum.

Tó so. Nøkur tap eru avgjørt meira heiðurlig enn onnur. Okkara menn góvu alt, og tað er avgjørt eingin skomm at tapa tepurt móti einum stórfavoritti. Bæði gulir og bláir áskoðarar fingu sjón fyri søgn, at vit hava ein hóp av sera evnaríkum spælarum, sum seinnu árini hava verið ígjøgnum eina velduga menning. Heldur hendan fram, so ganga heilt víst ikki nógv ár, áðrenn steypið aftur fer at finna vegin fram í Neista-hølini.

Neistin-VÍF 25-26 (13-12)

10 min: 6-3
20 min: 9-7
40 min: 15-18
50 min: 20-22

Málskjúttar fyri Neistan: Sjúrður K. Thomassen 9, Tommy fletcher 8, John í Innistovu 2, Jugoslav Djumic 2, Carl Herup Olsen 1, Teitur Magnusson 1, Terji Mørk 1

Steypagull til kvinnurnar

07.02.2015

Øll órógv í upptaktini til finaluna varð løgd til viks. Kvinnurnar hildu fult fokus á uppgávuni, og úrslitið gjørdist ein sannførandi finalusigur móti Kyndli

Seinasta vikan var fyri tað nógva merkt av rumbli um kvinnurnar hjá okkum. Málið um reyða kortið hjá Biritu og málið um vantandi undantaksloyvið hjá Elisabeth hava verið ovast á tíðindabreddanum gjøgnum alla vikuna. 

Ikki fyrr enn hóskvøldið vistu okkara kvinnur, at tær vóru annar parturin í steypafinaluni, og tí er einki at siga til, um tær hava kent upptaktina eitt sindur ófriðarliga við fokus á øllum møguligum øðrum enn dystinum sjálvum.

Í finaluni stóð tó skjótt greitt, at spælararnir hvør sum ein høvdu brúkt øðina, sum stóðst av øllum rumblinum, á rættan hátt.

Fyrsta løtan var kanska dekan ov  nógv merkt av nervum hjá báðum pørtum, men hesir hvurvu eftir 10 minuttum ella so, og tá settu vit okkum á dystin.

Størsta partin av fyrra hálvleiki var Fríða átøk einum livandi múri í málinum. Í álopsspælinum riggaði sera væl at spæla Millicu upp, og longu áðrenn farið varð til hálvleiks, hevði Kyndil gjørt av at mansverja hana. Viðvirkandi til frálíku gongdina hjá Milicu var tó eisini, at bæði Birita og Jacklin skoraðu úr spískum, og tí bar ikki til hjá teimum grønu at kroysta verjuna ov nógv saman.

Eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru fimm mál á muni, og hóast Kyndil fekk togað seg aftur í dystin, so eydnaðist tað teimum ongan tíð aftur at kvetta munin niður um tvey mál. Við konstantari mansverju var einki at siga til, at álopið hjá okkum ikki koyrdi eins flótandi eftir steðgin, men týdningarmiklu málini komu, hvørja ferð munurin hevði hug at tódna.

Birita og Eir skoraðu báðar úr spískum frá høgra veingi, og tá vit so fingu møguleikan móti dystarenda, skræddu vit okkum avstað. Kyndil royndi nú at taka bæði Milicu og Báru úr spælinum, og so kundi Jacklin veruliga dusað sær við síni gjøgnumbrotsstyrki. Tær fýra, sum eftir vóru í grønu verjuni, vórðu skræddar sundur og saman seinastu løtuna, og so stóðu sannførandi 24-19 á talvuni, tá seinasta bríkslið ljóðaði. 

Ein sannførandi sigur, sum ikki bara prógvar, at Neistin er steypavinnari hjá kvinnum. Hann prógvar eisini, at vit her hava ein bólk av spælarum, sum ikki gevur seg fyri nøkrum sum helst, og tað ber í øllum førum góð boð fyri restina av landskappingini.

Neistin-Kyndil 24-19 (11-9)

10 min: 2-2
20 min: 8-4
40 min: 14-12
50 min: 19-16

Málskjúttar hjá Neistanum: Milica Rankovic 11(2), Jacklin Durhuus 5, Birita Jacobsen 4, Bára Hansen 2, Eri M. Berg 1, Nicoleta Hansen 1

So spæla vit á vøllinum

07.02.2015

Uttan fyri vøllin hava vit havt úr at gera. Nú gleða vit okkum at síggja bæði kvinnur og menn hjá okkum spæla finaludystirnar í Coca-Cola kappingini

Í dag er stóri steypadagurin í føroyskum hondbólti. Og í dag er so sanniliga eisini ein stórur Neista-dagur, nú fremstu mans og kvinnulið hjá okkum eru partur av finaluni.

Hjá kvinnunum hevur upptaktin ikki verið tann best hugsandi, men alt rokið fekk ein enda, og hjá spælarunum eru eyguni vend beina leið móti stóra steypinum. Tað verður so uttan Biritu, sum noyðist at sita uttan fyri vøllin við leikbanni, men vit hava í fleiri dystum sæð, at tað eru meira enn ein ella tvær, sum megna at taka ábyrgd á seg, tá tað stendur á. Ikki minst sóu vit hetta í Vestmanna, tá tað eina løtu sá heldur svart út, og vónandi síggja vit eisini hetta í dag.

Tað verður eisini neyðugt móti Kyndli, sum vit hava spælt fleiri heilt javnar og spennandi dystir ímóti seinnu árini. Tað er tí eingin ivi um, at bæði á og uttan fyri vøllin skulu vit øll gera okkara allar besta, um vit vilja – og vit VILJA – hava steypið.

Hjá monnunum er eingin ivi um, at tað á pappírinum er VÍF, sum er favorittur. Vestmenningarnir hava í vetur verið sterkasta liðið í føroyskum manshondbólti, og eitt nú tykist FM-kappingin bara vera ein spurningur um, hvør skal spæla ímóti VÍF í finaluni.

Tó so. Teir eru ikki sterkari enn so, at teir kunnu takast. Tað hava vit víst í ár, tá vit á heimavølli mest sum hølvaðu teir gulu ígjøgnum, men hinvegin hava vit eisini tapt stórt móti VÍF. Men klára vit at fáa verjuna upp at koyra, so hava vit ein møguleika. Tá eru fortreytirnar fyri sterka kontra-spælinum hjá okkum til staðar, og tað er fyrst og fremst hetta, sum skal rigga, um vit vilja – og vit VILJA – vinna.

Tvær finalur og nógvir tímar í høllini. Tað ljóðar ikki sum tann ringasti leygardagurin av øllum. Latið okkum nú fylla høllina við bláum fjepparum. So kunnu vit uttan fyri vøllin gera okkara til at vinna tann dystin, samstundis sum vit stuðla og eggja spælarunum í at vinna sín dyst á vøllinum.

Góðan dyst!

Grannauppgerð í Høllini á Hálsi

31.01.2015

Í morgin spæla bæði kvinnur og menn grannauppgerð móti teimum grønu

Hjá kvinnunum er talan eisini um upphiting til steypafinaluna, sum verður um eina viku. 

Enn sum áður eru tað vit, sum eru á odda í deildini, men Kyndil er nummar tvey, og í innanhýsis dystunum hava tær verið heldur stinnari seinasta góða árið. Tað er ein veruleiki, sum vit skulu broyta, um vit ætla okkum steyp í ár, og hví ikki bara byrja longu nú.

Hjá monnunum hevur gongdin verið heldur øðrvísi. Gamaní vann Kyndil seinasta innanhýsis dystin, men tað var so fyrstu ferð í tvey ár, at so varð. 

Eisini menninir eru í steypafinaluni, og hetta er eitt fínt høvi at fínpussa formin, áðrenn tað heilt stóra brakið verður komandi leygardag.

Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl.14.30

Dysturin hjá monnunum byrjar kl.16.00

Kvinnurnar eisini í finaluni

29.01. 2015

Hesa ferð vóru tað meira enn ein og tvær, sum tóku ábyrgd, og so eydnaðist kvinnunum akkurát at stríða seg í finaluna

Tað var bara tað eina málið á muni, tá alt kom til alt. Eftir tveir framúr spennandi hondbóltsdystir vóru tað okkara kvinnur, sum drógu longra stráðið móti VÍF, og so er klárt til steypafinaluna, sum aftur í ár verður grannauppgerð.

Tað var annars ikki tað, sum lá í luftini fyrstu minuttirnar í Vestmanna. Vit uttan fyri vøllin høvdu ikki meira enn sett afturpartin at setrunum, áðrenn heimaliðið var á odda 3-0. Nakað seinkaðar komu okkara tó úr startholunum, men eftir at hava togað seg upp á 5-5, gekk aftur galið, og so stóð 10-6 á talvuni.

Milica dróg – eins og í fyrru hálvfinaluni – sín stóra part av lessinum, og hon gekk eisini á odda, nú vit fyri aðru ferð stríddu okkum aftur í dystin. Stutt undan steðginum vóru tað vit, sum byrjaðu at ota okum framum, og longu nú sást VÍF fara út í mansverju av skotsterka bakkinum hjá okkum.

Tað sama gjørdi seg galdandi fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men avleiðingin var ikki eins ógvuslig, sum hon var sunnudagin, tá mest sum alt steðgaði upp. 

Eina løtu gekk striltið hjá báðum pørtum at skjóta mál. Ikki minst tí 2Xpetersen – Fríða og Vivian – tóku mest sum alt, men tú sat ongantíð við kensluni av, at eingi mál vóru eftir í bláu kvinnunum. Milica noyddist av vøllinum við tí, sum líktist eini fipurspreinging í legginum, men við Báru og Jacklin á odda hildu vit okkum í dystinum. Tað var kanska um reppið, at VÍF slapp avstað í minuttunum eftir tvungu útskiftingini, men hesa ferð vóru tað fleiri, sum tóku ábyrgd. Tá heimaverjan legði nógv fyri í royndunum at steðga Báru og Jacklin, vóru aðrar, sum traðkaðu til. Tað er hugalig staðfesting, at fimm tey seinastu av okkara málum vórðu skotin av fimm ymiskum spælarum. Tað seinasta enntá av Milicu, sum meira enn hálvskadd kom inn at taka brotskastið, sum bókstaviliga sendi okkum í finaluna. Við einum minutti eftir skoraði hon til 28-28, og so skuldu vertirnir skora tvær ferðir, um tær vildu hava finaluplássið. Tað megnaðu tær tó als ikki, og so so var fagnaðurin ovurstórur, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Saman við monnunum eru kvinnurnar í finaluni, so tað eru allar góðar orsøkir til, at vit longu finna bláu andlitsmálingina fram.

Fyrst verður tó ein generalroynd, tá vit spæla móti Kyndli í landskappingini. Tann dysturin verður sunnudagin, og sjálvandi ynskja vit at vinna bæði tann dystin og tann næsta!

VÍF-Neistin 28-28 (14-14)

Neistin í finaluna við samanlagt 56-55

Málskjúttar hjá Neistanum: Milica Rankovic 11(3), Bára Hansen 6, Jacklin Durhuus 4, Birita Wardum 2, Birita Jacobsen 2, Nicoleta Hansen 2, Marjun Danberg 1

Menninir eru í finaluni

28.01. 2015

Tað loysir seg at stríðast. Tað má vera niðurstøðan, nú menninir hjá okkum hava vunnið seg í steypafinaluna.

Sunnudagin á heimavølli var tað fyri tað mesta H71, sum var betra liðið. Tann dystin høvdu vit tó ein frálíkan Mikkjal Hansen í málinum, og tá Rói skoraði við seinasta skotinum í dystinum, so stóð púrasta á jøvnum undan dystinum í kvøld.

Her hevði H71 kanska favoritt-leiklutin, men tað nervaði ikki okkara menn. Verjan stóð væl, og góðar retur-renningar bóru við sær, at H71 sjáldan fekk nøkur løtt mál. Mikkjal hevði longu sunnudagin tikið pippið frá hoyvíkingum, og hann helt bara fram, har hann slepti ta ferðina, og tí vóru tað vit, sum nú høvdu takið.

Tað gekk illa at renna heilt avstað, men støðugt gekk tað soleiðis, at okkara menn høvdu størra yvirskotið. Bara tveir minuttir fyri tíð javnaði H71, men tey bæði seinastu málini í dystinum áttu vit, og so var gólvið fult av glaðum og bláum fólki, tá seinsta bríkslið hevði ljóðað.

H71-Neistin 18-20 
Neistin víðari við samanlagt 42-40

Rópið á liðini enn einaferð til finalurnar

28.01. 2015

Rópið á liðini enn einaferð til finalurnar 
Í kvøld kl.20.00 eru tað mennirnir sum spæla seinnu semifinaluna í Hoyvíkshøllini.
Hóskvøldið kl.19.30 eru tað kvinnurnar sum spæla seinnu semifinaluna í Vestmanna.

Ein framúr dystur hjá Mikkjali Hansen syrgdi fyri, at vit framvegis hava møguleika at koma í mansfinaluna

Einki avgjørt!

25.01. 2015

Ein framúr dystur hjá Mikkjali Hansen syrgdi fyri, at vit framvegis hava møguleika at koma í mansfinaluna

Tað var nógv, sum kundi riggað betur, tá menninir hjá okkum í gjár spældu fyrru hálvfinaluna móti H71.

Uttan at taka munnin ov fullan, so kunnu vit staðfesta, at hoyvíkingarnir fyri tað mesta vóru betra liðið, men á einum øki var okkara avrik betri. 

Mikkjal Hansen stóð ein sannan branddyst í málinum. Ikki bara hevði hann hópatals bjargingar, men við útkøstum sínum er hann eisini eitt vandamikið álopsvápn, og tað fingu gestirnir fleiri ferðir at kenna.

Í opnum spæli gekk álopið hjá okkum ikki so væl, sum vit kundu ynskt. Bakketan hevði sera trupult við at sleppa til skot, og innspælingarnar til Jugo riggaðu heldur ikki serliga væl, og tí gekk sera trupult við at skjóta neyðugu málini.

Ein bati var tó eftir steðgin, tá John fleiri ferðir skoraði úr spískum, og hóttanin frá honum og Róa eigur at bera við sær, at vit kunnu spæla breiðari og skjótari, so vit eisini hótta mótstøðuverjuna, tá hon er komin upp á pláss.

Tað var eisini Rói, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tá tey flestu okkara helst hildu, at talan fór at gerast um tepurt tap. Rói bæði vann brotskast og skoraði, og so stendur alt á jøvnum undan seinnu hálvfinaluni.

Hon verður spæld mikukvøldið kl.20.00, og tá eiga øll blá hjørtu at leita sær niðan í Hoyvíkarhøllina at stuðla okkara monnum. Vit vita fullvæl, at teir kunnu raka dagin. Tað hava teir prógvað fleiri ferðir í ár, og vónandi gera teir esini tað hesaferð.

 

Neistin-H71 23-23 (10-11)

Málskjúttar hjá Neistanum: John í Innistovu 6, Rói Berg Hansen 5(2), Tommy Fletcher 5, Sjúrður Thomassen 2, Jugoslav Djumic 2, Andras Joensen 1, Kristjan Dulavík 1, 

Munurin kundi verið størri

25.01. 2015

Vit hava fyrimunin, tá vit fara til Vestmanna, men møguleikin fyri einum størri sigri var so avgjørt til staðar

Tað hevði verið munandi lættari at verið Neista-fjeppari, um dómararnir høvdu floyta kvinnudystin av longu eftir fyrsta korterið.

Tá høvdu okkara kvinnur spælt VÍF sundur og saman, og tað mesta tóktist næstan at ganga ov lætt. Vit høvdu skorað sjey ferðir, áðrenn VÍF kom á talvuna, og bæði í verju og álopi riggaði mest sum alt hjá okkum.

Spakuliga kom VÍF inn í dystin, og ikki minst spældi nýggi spælarin hjá teimum, Adina, ein góðan dyst.

Eftir steðgin valdu Palli og Flemming at mansverja Adinu, men tað tók ikki pippið frá VÍF, har Liljan og Agnas ístaðin fóru at gera um seg.

Hinvegin var tað eitt sindur hugtungt at síggja, hvussu nógv tað darvaði okkara spælið, tá VÍF um somu tið fór at mansverja Milicu, sum hevði spælt ein framúr fyrra hálvleik hjá okkum.

Einasti spælarin hjá okkum, sum veruliga tók ábyrgd á seg seinastu 20 minuttirnar ella so, var Bára Hansen, og tað rakk akkurát til ein tepran sigur. 

Tað gevur okkum fyrimun undan seinnu hálvfinaluni hóskvøldið kl.19.30 í Vestmanna, men fyrimunurin er nú so tepur, sum hann á nakran hátt kann verða. Og undir øllum umstøðum skulu fleiri av okkara spælarum vísa tenn, um vit skulu sleppa heilskalað frá seinnu hálfinaluni. 

Vit vita eisini, at vit hava spælarar, sum kunnu nógv meira enn tað, sum tær vístu sunnudagin, og vísa tær hetta í verki, so skal tað slettis ikki vera ósagt, at finaluplássið kann røkkast.

Neistin-VÍF 28-27 (17-13)

Málskjúttar hjá Neistanum: 

Bára Hansen 7, Milica Rankovic 7(3), Birita Wardum 6, Nicoleta Hansen 5, Lilja Mhr 1, Birita Jacobsen 1

Rópið liðini til finalurnar

25.01. 2015

Vit hava heimavøll, tá kvinnur og menn spæla hálvfinalu í dag. Og tað skal hoyrast.

Bæði hjá kvinnum og monnum hava okkara lið spælt seg fram til hálvfinaluna í Coca Cola-kappingini, og í morgin er dagurin, tá fyrru hálvfinalurnar hjá okkum verða spældar.

Hjá kvinnunum er mótstøðuliðið VÍF. VÍF er í løtuni á triða plássinum í landskappingini, og tær hava fyrr í vetur víst okkum, at tær kunnu vera sera tungar at syfta. Á heimavølli hava vit tó havt gott tak á teimum, og vónandi verður tað sama eisini galdandi í morgin.

Hjá monnunum er H71 mótstøðuliðið. Eins og hjá okkum, so hava avrikini hjá hoyvíkingunum sveiggjað sera nógv, men í landskappingini halda teir tó fast í dystinum um at røkka einum plássi í FM-finaluni. Okkara menn hava tó eisin víst, at teir væl kunnu spæla heilt góðan hondbólt. Útisigurin móti KÍF í steypakappingini prógvaði, at liðið kann vísa satt stórspæl á einum góðum degi, og vónandi verður tað hetta, sum vit koma at síggja sunnudagin.

Mennirnir fara undir sín dyst klokkan 16.00, og klokkan 17.30 standa kvinnurnar fyri tørni. Vónandi við eini fullsettari og bláari høll at stuðla sær í báðum førum.

Steypadystur hjá monnunum og kvinnunum

13.01. 2015

Steypadystur hjá monnunum verður mikudagin í Vestmanna
14.01.2015 kl. 20.00 VÍF – Neistin

Steypadystur hjá kvinnunum verður aftur hósdagin á Skála
15.01.2015 kl. 18.30 StÍF – Neistin

Oddaliðið fekk bank

12.12. 2014

Mansliðið gjørdi ikki mætari enn at gera kvinnunum kynstrið eftir, tá teir sendu VÍF til hús við stórtapi

Stóri spurningurin í føroyskum manshondbólti í vetur hevur verið, hvør skuldi fylgja VÍF í FM-finalurnar.

Fyri tað nógva hevur spurningurin verið, um nakar yvir høvur fór at basa VÍF, men leygardagin svaraðu kollfirðingar hesum spurningi, og tað gjørdu okkara menn so sanniliga eisini í kvøld.

Heldur óvæntað – sambært serfrøðingunum - gjørdist talan um trivaligan sigur til Neistan, og veruleikin er, at tað bara var ein lítla løtu í fyrra hálveiki, at VÍF hevði nakað at siga.

Okkara menn lupu avstað við buldur og frak, men um miðan fyrra hálvleik høvdu gestirnir næstan vunnið tað mista aftur. Tá settu vit aftur ferð á bláu maskinuna, og so beyð ikki bøtur.

Gjøgnum seinna hálvleik hildu vit støðugt fast um munin, og gestrnir komu ongan tíð nærri enn eini fimm mál ella so. 

Sanniliga klassi frá okkara liði, og hetta prógvar enn einaferð, at knotur eru í liðnum. Framvegis er talan um ungt fólk, og tí eru úrslitini heldur óstøðug, men bæði vit og onnur vita nú av, at tá vit raka ein góðan dag, eru vit ikki mjúkir at strúka.

 

Neistin-VÍF 35-28 (20-13)

Málskjúttar, Neistin: Tommy Fletcher 9, Juguslav Djumic 7, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Aleks Buha 1(1), Herbjørn Lava 1, Torkil Hentze 1

Stórsigur í lykladystir

12.12. 2014

Okkara kvinnur stóðu væl og virðiliga royndina, tá tær í kvøld bukaðu VÍF av

Dysturin í kvøld varð mettur sum ein av teimum heilt spennandi.

Gaman í hava okkara kvinnur verið á odda í Hvonn-deildini størsta partin av tí, sum higar til er farið av hondbóltsárinum. Men VÍF er eitt av liðunum, sum støðugt hevur runnið í hølunum á okkum, so her var talan um sanna próvtøku hjá tveimum av liðunum, sum hava vónir um at spæla seg í FM-finalurnar, tá tað aftur fer at vára.

Skal støðumet gevast eftir próvtøkuna, so er eingin ivi um, at talan var um topp-karakter til Neistan. Tað var nevnliga bara fyrstu lítla korterið, at talan veruliga var um spennandi dyst.

Okkara spældu góðan og skjótan hondbólt, har spælið var væl skipað, og fram um alt, so spældu vit sum eitt lið.

Um miðan fyrra hálvleik byrjaði veruligur munur at síggjast á máltalvuni, eftir eftir steðgin tóku vit fullkomuliga luftina úr øllum spennandi, tá vit løgdu út við at skora tríggjar ferðir á rað.

Eftir hetta fekk VÍF minkað eitt sindur um munin, men tað var ongan tíð soleiðis, at sigurin hjá okkum kom í vanda.

Tað er framvegis langt eftir á mál í royndunum at standa á øðrum av ovastu plássunum, tá øll 24 umførini av Hvonn-deildini eru spæld. Men tað byrjar veruliga at síggja gott út, og fyribils syrgdu vit við sigrinum fyri, at talan nú er um kapprenning millum trý heldur enn fýra lið. Enn restar ein útidystur í Klaksvík, áðrenn vit fara at halda jól, men beint sum nýggja árið byrjar, verður talan um nýggjan lykladyst, tá vit spæla grannauppgerð móti Kyndli.

 

Neistin-VÍF 32-25 (17-10)

Málskjúttar hjá Neistanum: Milica Rankovic 9, Eir Berg 5, Bára Hansen 5, Jacklin Durhuus 5, Annika Thomsen 2, Birita Wardum 2, Nicoleta Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1(1), Birita Jacobsen 1

Týðandi útisigur

10.12. 2014

Kvinnurnar hildu høvdið kalt, hóast nógv stóð á, og enn er kósin í oddinum snórabein

Talan var um lúnskan útidyst, tá vit vitjaðu á Skála sunnudagin. StÍF hevði vunnið á bæði VB og VÍF, og tí dysturin hjá okkum gjørdist eisini júst so trupul, sum roknast kundi við.

Tað var ikki fyrr enn í seinastu 10 minuttunum, at tað eydnaðist okkara kvinnum at skræða seg leysar. Tá gjørdist munurin fyri fyrstu ferð í dystinum trý mál, men hóast hetta var um reppið, at vertirnir stríddu seg aftur í dystin. Tær skoraðu nevnliga tvær ferðir á rað, og høvdu framvegis ein minutt eftir at spæla. Lukkutíð eydnaðist tað Eir at stríða seg leysa og langa bóltin í meskarnar í næsta álopinu hjá okkum, og so var sigurin vísur.

Tey bæði stigini bera við sær, at vit styrktu um støðuna hjá okkum í oddinum. Framvegis er tó langt eftir á mál, áðrenn vit kunnu droyma um eitt finalupláss. 

Komandi dysturin er altíð tann týdningarmesti í so máta, og hann verður ikki minni týdningarmikil av, at tað er VÍF, sum stendur fyri framman næstu ferð.

VÍF er eitt av liðunum, sum eltir okkum í oddinum, og vit hava tí møguleikan at krøkja ein av avbjóðarunum av, um vit eisini taka stigini hóskvøldið.

StÍF-Neistin 22-24 (14-14)

Málskjúttar Neistin: Birita Wardum 5, Jacklin Durhuus 5, Liljan Mohr 4, Bára Hansen 4(2), Eir Berg 3, Milica Rankovic 2, Nicoleta Hansen 1

Mistu sigurin

10.12. 2014

Ein javnleikur á Skála er til at liva við. Men tað nívur heldur hart, tá vit eitt skifti vóru á odda við seks málum

Menninir hjá okkum vóru sum dagur og nátt á Skála sunnudagin.

Fyri steðgin riggaði tað mesta, og vit vunnu okkum eina trygga leiðslu. Seks mál vóru tá á muni, og tey flestu mundu halda, at sigurin var heima.

Um tað var hetta, sum spælararnir eisini hildu, skal ikki staðfestast her, men eftir steðgin gekk púrasta galið eina løtu. StÍF át leiðsluna burtur, og vunnu seg enntá framum við tveimum málum, áðrenn okkara menn aftur vaknaðu móti dystarenda.

Tá eydnaðist tíbetur at toga seinastu kreftirnar fram, og við bara eitt lítið sindur av hepni vunnu vit okkum eisini sigurin, tí vit vóru framman fyri bæði 26-25 og 27-26, men í báðum førum javnaðu strandingar.

StÍF-Neistin 27-27 (10-16)

Málskjúttar Neistin: Rói Berg Hansen 9, Tommy Fletcher 6, Jugoslav Djumic 3, John í Innistovu 2, Herbjørn Lava 2, Torkil Hentze 2, Terji Mørk 2(1), Sjúrður Thomassen 1

Blátt er gott :-)

06.12. 2014

Í einum sera vælspældum dysti í kvøld, vunnu Neistagentur 17b  móti Kyndli við úrslitinum 24-22.
Neistagentur vóru klárar frá fyrsta bríksli, og spældu skjótt og gott spæl. Hóast fleiri Kyndlagentur spæla við besta liðnum, megnaðu tær ikki at fylgja við høgu leikferðina, sum Neistin legði fyri dagin. Neistin var klárt betra liðið fyri steðgin, og fóru til hálvleiks við eini 5 máls leiðslu 13-8. Í seinna hálvleiki duttu Neistagentur í felluna, og fóru niður í leikferð, og hetta gjørdi, at Kyndil kom uppá javnt miðskeiðis í øðrum hálvleiki.
 
Men við góðum stríðsvilja vístu tær bláu aftur klassa, og endin var, at tær vunnu dystin 24-22. Neistagentur liggja nú á odda í landskappingini í G 17, og eru enn ósigraðar.
 
Leygardagin er toppdystur í Hoyvík tá H71a tekur ímóti.
 
Vit ynskja Neista gentunum til lukku við flotta sigrinum móti grannunum úr Kyndli!

Kunnandi fundur um Gundadalshøllina

20.11. 2014

Tórshavnar Kommuna hevur kunnandi fund um Gundadalshøllina í Dansifrøi hósdagin 4.desember 17:30-18:30

Tað er umráðandi, at limir felagsins møta á kunnandi fundinum, fyri at tað skal verða lættari at kunna taka støðu á eykaaðalfundinum seinni.

David fekk ov nógv

18.11. 2014

Ein flúgvandi David Edvardsen var høvuðsorsøkin til, at Kyndil hesa ferð vann mansuppgerðina.

Tað var um reppið, at okkara menn enn einaferð spældu grønu grannunum eitt puss. Tað hava vit gjørt rættiliga ofta seinnu árini, og eingin ivi er um, at tað hevur nívt hjá grannunum, sum gjarna vilja hava leiklutin sum sjálvútnevndir FM-favorittar.

Sunnudagin varð talan enn einaferð um sera javnan dyst. Hjá Kyndli var tað David Edvardsen, sum støðugt togaði mál í teirra part, men vit høvdu so sanniliga eisini okkara vápn. Rói var kvikur, tá møguleiki var fyri kontra, og Tommy hevur longu prógvað, at hann er stór hóttan av bakkinum.

Fram til seinastu 10 minuttirnar var tað hips um haps, hvør skuldi fara avstað við sigrinum, men tá Kyndil brádliga skoraði tríggjar ferðir á rað, fingu teir avgerandi takið. Vit fingu minkað munin niður í eitt mál, men tá David so aftur skoraði í seinasta minuttinum, kundu vit staðfesta, at tað altso ikki gekk hesaferð.

Hugurin at stríðast er framvegis stórur hjá okkara monnum, og enn sum áður er tað menning av einstøku spælarunum og av liðnum sum heild, ið stendur á skránni. Her hava vit flutt okkum nógv seinastu tvey árini, og tað er at vóna, at tann gongdin eisini stendur við komandi mánaðirnar.

Neistin-Kyndil 23-25 (13-13)

Málskjúttar hjá okkum: Rói Berg Hansen 8, Tommy Fletcher 7, Aleks Buha 3, Jugoslav Djumic 2, Terji Mørk 2, John í Innistovu 1

Góvu ikki upp

18.11. 2014

Tað líktist aftur einum tapi móti Kyndli, men kvinnurnar hjá okkum stríddu seg upp á javnt, tá tað sá svartast út.

Seinasta hálvaannað árið hava vit havt tað heldur trupult móti Kyndli. Í fjør fóru grannarnir avstað við øllum, og tvær ferðir fyrr í ár hava vit verið við undirlutan.

Sunnudagin tóktist hetta aftur skula verða úrslitið. Í 50 minuttir ella so var tað Kyndil, sum stýrdi dystinum, og ikki minst var tað dýrt, tá vit rættiliga mistu høvdið seinasta partin av fyrra hálvleiki. Tá vann Kyndil sær eina trivaliga leiðslu, og so var brekkan brøtt hjá okkum, tá vit fóru út til seinna hálvleik.

Og júst tí var tað eisini gleðiligt at síggja, hvussu stríðshugaðar okkara kvinnur vóru eftir steðgin. Tað sá einki serligt út, og Kyndil hevði als ikki hug at tveita leiðsluna burtur, men treiskni hjá okkum gav at enda úrslit.

Seinastu 7-8 minuttirnar kvettu vit leiðsluna burtur, og vit komu upp á 24-24. Men tá Milica fekk reytt og Kyndil skoraði upp á brotskast, sá einki serligt út. Men tað løgdu kvinnurnar á vøllinum líka í. Tað eydnaðist at fanga næsta Kyndils-álopið, og so kundi Jacklin javna til endaliga úrslitið, 25-25.

Javnleikurin ber við sær, at vit halda fast um oddasessin í deildini. Men tað er als eingin orsøk at taka tað róliga fyri tað. Sera tætt er millum fýra tey ovastu liðini, og tað gongur tann vegin, at tað verða teir heilt smáu marginalarnir, sum gera av, hvørji tey bæði finaluliðini verða, tá vit nærkast páskunum. Fram til tá eru tó nógvir dystir eftir at spæla, og vit skulu minnast til, at marginalarnar fært tú bara, um tú berjist fyri teimum.

Neistin-Kyndil 25-25 (12-17)

Málini hjá okkum skutu: Eir Berg 7, Birita Jacobsen 5, Milica Rankovic 5, Jacklin Durhuus 3, Súsanna Nólsoy 1, Lilja Mohr 1, Birita Wardum 1, Nicoleta Hansen 1

Komið øll . . .

06.11. 2014

I kvøld eru heimadystir a skránni hja bæði kvinnum og monnum.
Kl 18.30 spæla kvinnurnar ímóti Stjørnuni
Kl 20.00 spæla mennirnir ímóti H71

Emil Dam til Neistan

06.11. 2014

Vit hava fingið enn ein klassa málmann í felagið, og við hesum hava vit nú helst bestu málmannsduo spælandi í bláum. Emil Dam hevur gjøgnum fleiri ár víst sínar dygdir á einum sigursvandum KÍF liði. Emil hevur verið smáskaddur seinastu tvey árini, men er nú klárur aftur. Vónandi hevur hann enn evnini at koma inn og standa stinnur, tá tað leikar harðast á. Eitt er vist: Við báðum nýggju leikarunum, sum styrkja liðið, eru vit brynjaði til at spæla um finalupláss í báðum kappingunum.

Avstralskur landsliðsleikari til Neistan

05.11. 2014

Vit hava fingið ein nýggjan leikara á liðið og hann spælir við ímóti H71 í morgin. Hann eitur Tommy Russel Fletcher, er 24 ár, hevur svenska mammu og avstralskan pápa. Hetta gevur honum rætt at spæla á avstralska landsliðnum og tað hevur hann gjørt, síðani hann var 18 ár. Hann hevur millum annað verið við til HM tvær ferðir. Vit meta, at hann kann geva liðinum tann stabilitetin, sum tað manglar, og kann vera við til at náa tey mál, sum Neistin hevur sett. Vit ynskja Tommy vælkomnum í Neistan og gleða okkum at síggja hann spæla í bláum.

Foreldrafundir í ungdómsdeildunum

02.11. 2014

Komandi týsdag, hósdag og mánadag verður skipað fyri foreldrafundum hjá øllum ungdómsliðunum. Foreldrafundir eru eitt gott høvi hjá venjararum, foreldrum og nevnd at hittast og hoyra hvussu venjingin verður skipað og hvørjar uppgávur liggja fyri framman. Uttan hjálp og stuðul frá foreldrunum, er torført at mennað eitt stórt felag sum Neistin. Um vit øll vísa áhuga og hjálpa til á ymiskum økjum, røkka vit langt! 

Tíðirnar foreldrafundirnir eru, eru hesar:

Týsdag 4.nov (Kantinan Høllin á Hálsi)
kl.16.15 til 17.00, G12
kl.17.00 til 17.45, G10
kl.18.00 til 18.45, G14
kl.19.00 til 19.45, G17

Hósdag 6.nov (Kantinan Høllin á Hálsi)
kl.16.15 til 17.00, D10
kl.17.00 til 17.45, D12

Mánadag 10.nov (Neistarúminum)

kl.19.15 til 20.00, D14
kl.20.15 til 21.00, D16

Væl møtt!   

Neistin

 

Hildu fast… og byrjanin kostaði dýrt!

28.10. 2014

Kvinnurnar:

Hóast StÍF argaði, so vunnu kvinnurnar hjá okkum tvey stig sunnudagin. Á pappírinum vóru okkara kvinnur greiðir favorittar, men tað er nú ikki altíð, at pappírið er so eftirfarandi. Fyrstu løtuna av dystinum var í øllum førum ikki nógv, sum bendi á, at nakar greiður favorittur var at síggja í dystinum. Um nakað, so var tað StÍF, sum hevði betra takið, men undan steðginum megnaðu vit tó at toga okkum framum. Eftir steðgin komu óvanliga fá mál fyrstu longu løtuna. Fyri okkum var tað frustrerandi at síggja, at tað bert komu trý mál frá okkara í eitt korter, men tá hinar bara fingu tvey av slagnum, so var skaðin ikki so stórur. Seinasta korterið fingu vit aftur ferð á. Bára og Nico gingu á odda, og so gjørdist talan í seinasta enda um ein sigur, sum á pappírinum gjørdist nógv greiðari, enn hann tóktist vera á vøllinum.

Neistin-StÍF 22-17 (12-10)

Málskjúttar hjá Neistanum: Bára Hansen 6, Milicia Rankovic 5, Lilja Mohr 2, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 2, Annika Thomsen 2, Eir Berg 2

 

Mennirnir:

Móti StÍF vóru vit ikki reiðiliga vaknir, tá dysturin byrjaði, og tað kostaði í seinasta enda. Fleiri ferðir fyrstu umførini hava menninir koppað tøttum dystum, soleiðis at stigini eru komin rætta vegin. Men tann gongdin helt ikki fram, tá StÍF vitjaði okkum um vikuskiftið. Og tað var fyrst og fremst fyrsta løtan av dystinum, sum kostaði í so máta. Vit drógu púrasta svart í einar sjey minuttir, og tá høvdu gestirnir longu runnið avstað. Spakuliga royndu vit at stríða okkum aftur í dystin, og vit megnaðu eisini at koma upp á javnleikin í trimum førum. Men nærri enn tað sama komu vit ikki. Tað kostar nógvar kreftir, um tú ert fleiri mál aftanfyri og skalt vinna teg aftur, og saman við frálíka góðum málmansspæli frá gestunum var hetta nóg mikið til at forða fyri, at nøkur stig spurdust burtur úr hesari royndini hjá okkum.

Neistin-StÍF 22-23 (9-12)

Málskjúttar hjá Neistanum: Terji Mørk 5(3), Sjúrður Thomassen, 4, John í Innistovu 3, Andreas Joensen 3, Rói Berg Hansen 3, Jugoslav Djumic 3, Teitur Magnusson 1, Torkil Mørk Hentze 1

Kvinnurnar halda eisini fast um oddasessin

19.10. 2014

Sum hjá monnunum í gjár, vóru vit øll eitt sindur spent uppá, hvussu mundi fara at gangast okkara kvinnum suðuri í Vági, í dag. Vit vita øll, at tað er altíð trupult at vinna í Vági, tað skal ein eyka innsatsur til. Og sigast skal, at hetta vístu Neistakvinnur okkum í dag. Úrslitið gjørdist 31-25 til Neistakvinnur. Tað mesta av dystinum vóru okkara kvinnur omaná og sum tað ljóðar, vístu okkara kvinnur betri verjuspæl og betri skipað álopspæl. Stuttligt at síggja eitt lið kempa fyri sigurin og vísa viljan at vinna!

Málini skutu: Milicia Rankovic 10 (4), Jacklin Durhuus 8, Birita Wardum 5, Eir Berg 4, Bára Hansen 2, Lilja Mohr 1, Nicoleta Hansen 1

So byrjar minihondbóltur aftur í morgin kl.17.00

19.10. 2014

Nú heystferian er av, byrjar minihondbólturin hjá Neistanum aftur.

Í ár verða vit í Skúlanum við Løgmannabreyt

  • mánadag kl. 17.00 til 18.00

Minihondbóltur er fyri børn í aldrinum 3 til 6 ár

Vælkomin børn og foreldur :)

Halda fast um oddasessin

19.10. 2014

Tað er helst eitt sindur óvæntað, og sjálvi eru vit gleðiliga bilsin. Men veruleikin er, at mansliðið hjá Neistanum heldur fast um oddasessin í landskappingini, nú vit hava spælt fimm dystir. Í dag vitjaðu okkara menn í Klaksvík, har Team Klaksvík hevur sveiggjað sera nógv í ár. Tí vistu vit ikki reiðiliga, hvat vit skuldu vænta, men vónirnar vóru í øllum førum til tvey stig, og tey fingu vit. Tað var fyrst og fremst orkan, sum var á muni í dag. Fyrstu longu løtuna av fyrra hálvleiki var munurin ikki tann stóri, men seinasta korterið undan steðginum sást, at okkara menn eru sera væl fyri og vísa veruliga gott hondbóltsspæl, bæði í álop og verju. Frá 6-5 broyttist støðan til 10-16, og so var nokk eingin ivi um, hvønn veg tað bar. Eftir steðgin var eingin ivi um, at stigini skuldu okkara veg. Eitt skifti var munurin níggju mál, men tá vit slakaðu nakað seinastu løtuna, kundu klaksvíkingar pynta um úrslitið, men meira enn tað. varð talan ongan tíð um.

Team Klaksvík-Neistin 22-28 (10-16)

Málskjúttar hjá Neistanum: Andras Joensen 5, Rói Berg Hansen 5, Jugoslav Djumic 5, John í Innistovu 4, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 3(2), Aleks Buha 2

Kvinnurnar mátti lúta fyri Kyndli! og Mennirnir tapa ikki grannauppgerðir

09.10. 2014

Tað eydnaðist ikki kvinnunum hjá okkum at halda fast um oddasessin, tá vit í gjárkvøldið skuldu royna okkum móti Kyndli. Sum verjandi greipuvinnarar verður Kyndil sjálvandi roknað millum sterkastu liðini í landinum, men skulu vit spæla upp við tey bestu, so skulu vit eisini hava stig frá øðrum favorittum. Serliga vóru tað seinastu 10 minuttirnir undan steðginum, sum vóru dýrir fyri okkum. Kyndil hevði hug at toga seg framum hesa løtuna, og tá ein yvirtalsstøða hjá okkum endaði málleys, sluppu tær grønu at toga seg enn longur burtur. Munurin varð øktur upp í 4 mál, og tað var meira, enn vit megnaðu at svaraðu aftur. Allan seinna hálvleik runnu vit aftaná, og so máttu vit at enda bara ásanna, at á degnum vóru tað grannarnir, sum høvdu takið. Men munurin var nú ikki meira enn so, at tað væl kann spæla øðrvísi av, tá vit hittast aftur.

Kyndil-Neistin 30-26 (13-9)

Málini hjá okkum skutu: Jacklin 8, Milica 5(1), Bára 3 (1), Nico 3, Birita J. 2, Annika 2, Birita W 2, Ása 1

 

Tapa ikki grannauppgerðir

Tað er eftirhondini heilt langt síðani, at menninir hjá okkum hava tapt ein landskappingardyst móti Kyndli. Tað kann væl vera, at teir grønu aftur í ár eru stórfavorittar í lokal-uppgerðunum á Hálsi, men enn sum áður fáa vit stig fyri dystirnar. Tað stóð annars nógv á hjá okkum seinasta korterið. Dysturin var fyri tað nógva sera javnur, og báðar verjurnar gjørdu tað trupult hjá mótstøðuni at sleppa framat máltalvuni. Vit tóktust tó hava eina lítla yvirvág, men tá vit fyrst høvdu yvirtalsstøðu uttan at skora, og Kyndil løtu seinni brúkti sítt yvirtal til at skjóta trý mál, sá meira enn svart út hjá okkum. Tá vísti talvan 18-16, og einir 7 minuttir vóru eftir at spæla, men hesar sjey minuttirnar reistust okkara aftur. Kyndil slapp als ikki framat. Mikkjal vísti allan dyst gott spæl, og tað helt hann eisini fast um seinastu avgerandi minuttirnar, og við góðum minutti eftir høvdu vit strítt okkum til javnleik. Vit fingu enntá eitt álop afturat, har vit kundu tikið stikkið fullkomuliga, men tað gekk so heldur ikki. Men avgjørt eitt góðkent úrslit, og eitt meira enn góðkent avrik frá okkara monnum.

Kyndil-Neistin 18-18 (9-8)

Málini hjá okkum skutu: Rói 4, Terji 4(2), Andrass 3, Teitur 2, Djumic 2, Jón 1, Sjúrður 1, Herbjørn 1

Stórsigur til kvinnurnar, meðan mennirnir vórðu revsaðir hart

6. 10. 2014

VÍF kvinnurnar fingu ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu í dag. Okkara kvinnur vunnu nevnliga greiðan sigur, og tað var longu fyrstu løtuna, at lunnar vórðu lagdir undir hendan. Longu eftir trimum minuttum tók bonkurin hjá VÍF time-out. Tá var støðan 5-1 til okkum, og ta ðeydnaðist ongantíð VÍF at fáa fatur á okkum aftur. Sum fyrri hálvleikur leið, bara øktu vit um leiðsluna, og hóast ferðin dalaði nakað eftir steðgin, so var sigurin á ongan hátt í vanda. Soleiðis hava vit nú fýra stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, og hóast tað framvegis er langur vegur á mál, er ein góð byrjan ikki at forsmáa.

Neistin-VÍF 34-22 (21-12)

Málini hjá okkum skutu: Milica 8(1), Nicoleta 6, Liljan 5, Jacklin 3, Birita W 3, Bára 2(2), Birita J 2, Tórhalla 2(2), Selma 2, Annika 1

Menninir hjá okkum taptu stórt fyri VÍF í dag. Talan var annars um javnan dyst fyrstu 20 minuttirnar, men so gekk heilt galið. VÍF leyp avstað undan steðginum, og fyrstu 11 minuttirnar eftir steðgin skoraðu vit als ikki, meðan gestirnir mest sum skoraðu eftir vild. Tað bar við sær, at allur spenningur í dystinum í var burtur, og hóast vit aftur fingu nakað av glið á spælið, so var hetta bara til at pynta um úrslitið.

Neistin-VÍF 16-32 (9-14)

Málini hjá okkum skutu: Andras 5, Herbjørn 3, Djumic 3, Terji 3, Aleks 1, Rói 1

Fyrsta korterið eftir steðgin gjørdu okkara menn av við sigursvónirnar hjá H71

28. september 2014

So er hondbólturin aftur ígongd. Og bæði hjá monnum og kvinnum varð talan um ein fínan bláan dag. Menninir spældu í Hoyvík, har vit fleiri ferðir fingu fín úrslit í fjør. Og í so máta tóku vit við, har vit sleptu, tí tað eydnaðist okkum nevnliga at vinna dystin.  Avgerandi løtan í dystinum var fyrsta korterið eftir steðgin. Fyrri hálvleikur var annars rættiliga javnur, og tá stóð 12-13 á talvuni. Bara 19 minuttir seinni stóð 14-25, og so var ikki so nógv meira eftir at spæla um. Tað eydnaðist vertunum at minka um munin, tá okkara ikki løgdu heilt so nógv fyri seinastu 10 minuttirnar, men sigurin kom á ongan hátt í vanda. 

Málini hjá okkum skutu Rói (5), Andras (4), Torstein (4), Terji (4), Teitur (3), Djumic (3), Aleks (3) og Herbjørn (1)

Kvinnurnar spældu í Klaksvík, og har var eingin ivi um úrslitið. Tær vunnu stórsigur 36-16!

Til lukku til bæði kvinnur og menn

Kyndil - Neistin

Stórsteypadystur sunnudagin 21. september í Høllini á Hálsi. 

Lions Føroyar fara framyvir at skipa fyri stórsteypadystunum, sum fara at eita dystirnir um Lionsbikarið. Í ár eru dystirnir í høllini á Hálsi sunnudagin 21. september. Liðini sum skulu spæla eru:

Kvinnur: 
Kl. 17.00 Kyndil (sum meistari) – Neistin (sum varasteypavinnari) 


Menn:
Kl. 19.00 KÍF (sum meistari) – Kyndil (sum steypavinnari)


Spælt verður um Lionsbikarið í 10 ár, tá tað felagið, sum hevur vunni oftast, eigur steypið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg tá 10 ár eru liðin, verður spælt til okkurt felag hevur vunni steypið oftari enn øll hini.

Kaffi og okkurt søtt undir tunguna verður sjávandi eisini at fáa í kantinuni, sum Neistin stendur fyri í ár.

Síggjast

Neistadagur

Septembur 2014

Umleið 200 Neistar í øllum aldursbólkum vóru savnað á Hálsi, nú stórur Neistadagur varð hildin í kvøld.

Fyrst og fremst er talan um átak, har endamálið er at vit mongu í felagnum skulu læra hvønn annan at kenna og koma hvørjum øðrum við. Neistin er jú felagsnevnarin hjá okkum øllum, men tað er kortini ikki so ofta, at vit síggja stóru rúgvuna av fólki, sum virkar í og kring felagið. Ymsir aldursbólkar hava ymsar venjingartíðir, og tí er avmarkað, hvussu ofta vit hittast.

Í so máta var talan um velduga succés, nú fyrsta av ætlandi fýra Neistakvøldum varð hildið. Eftir felags nátturða varð farið inn í sjálva høllina. Har fingu vit rist mettuna av okkum, áðrenn tey luttakandi vórðu skipað í fýra bólkar. Hjá bólkunum vóru ymsir aktivitetir á skránni, og tað var bæði hugnaligt og stuttligt at síggja heldur alternativar stafettir og gummistilvakast.

Ung sum eldri høvdu vit øll eitt frálíkt kvøld, og lítil ivi er um, at uppmøtingin verður í minsta lagi líka góð, tá næsta kvøldið í røðini verður skipað um miðjan november ella so.

Ársaðalfundur

August 2014

Karsten Hansen, Kári Horn og Mona Ziskason komu í nevndin. Úr nevndini fóru Kristianna Mohr, Edel Maria Jacobsen og Guðrun Patursson. Bæði Karsten og Kári sótu áðrenn sum tiltakslimir, og skuldu sostatt tveir nýggir tiltakslimir veljast. Hesir eru nú Andrea Hendriksdóttir og Barbara Høj

Nýggja nevndin hevur skipað seg og sær hon so soleiðis út:

  • Kjartan Thomassen, formaður
  • Súna Mørk, næstforkvinna
  • Kári Horn, kassameistari
  • Mona Ziskason, skrivar
  • Karsten Hansen, nevdarlimur.

Vit takka Kristionnu, Edel Mariu og Guðruni fyri tíðuna tær hava sitið í nevnd og ynskja Karsten, Kára og Monu vælkoman

Venjingartíðirnar á heimasíðuni

24.08. 2014

Hondbótsvenjingin hjá børnunum ferð nú aftur ígongd. Yvirlitið yvir venjingartíðirnar hjá øllum liðum liggur nú á heimasíðuni HER. Tó byrja G10/D10, G12/D12 og 1&2 flokkur ikki fyrr enn í komandi viku. Minihondbólturin byrjar eftir heystfrítíðuna. Enn er ikki greitt hvar og nær tey yngstu koma at venja.

Neistin

NeistaSTÓRfundur

18.08. 2014

Mikudagin 27. august kl. 18 í verður fundur í kantinuni í Høllini á Hálsi. Endamálið við fundinum, sum hevur fingið heitið NeistaSTÓRfundur, er at samansjóða kreftirnar í felagnum, at semjast um ítøkilig mál at røkka og at persónar átaka sær ábyrgd av at gera tað, sum skal til, fyri at koma á mál. Fundurin er fyri øll neistafólk, tað verið seg leikarar, venjarar, stuðlafelagslimir, foreldur – ella stutt sagt, øll sum hava eitt blátt hjarta!

Skráin:

Kl. 18.00 Felags máltíð
Kl. 18.30 Framløga
Kl. 19.00 Viðgerð/arbeiði í bólkum/orðaskifti
Kl. 22.00 Liðugt

Meira verður kunnað um NeistaSTÓRfundin seinni.

Nevnd Neistans