Tiltøk


Skrúðgonga á Ólavsøku!

26.07.2015

Ólavsøkan stendur fyri framman og tað merkir sjálvandi eisini, at øll ítróttarfeløgini í Tórshavn fara ganga skrúðgongu frá Kommuskúlagarðinum oman í miðbýin, har Ólavsøkan verður sett.

Heitt verður á allar Neistar at møta 28. juli kl. 13.30 í Kommuskúlagarðinum. Um møguligt, so skal man sjálvandi vera í Neistabúna.

Góða Ólavsøku :)

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum Neistanum

08.06.2015

Við hesum verður lýst til aðalfund Týsdagin 23. juni 2015, kl.19.30 í Neistarúminum.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Vh
Stuðlafelagið

Meistaraheiti nr. 40

11.04.2015

Halló øll Neistaviðhaldsfólk 😀

Vit fagna kvinnunum í Bowlinghøllini í kvøld frá kl.21.00, við greipuni og meistaraheiti nr. 40 (av 73 møguligum) 

Vit bjóða súpan, Øll eru væl komin 😀

Komið øll aftur við

10.04.2015

Kl. 14.00 í morgin, leygardag 11/4, byrjar vit at gera okkum klár til enn einaferð at rópað og heppað okkara kvinnur. Okkara partur á áskoðarabonkinum skal ikki svíkja. 

Dysturin millum Neistan og Kyndil, byjar kl.16.00 og tá eru øll viðhaldsfólk hjá Neistanum klár.

Sum omanfyri sagt byrja vit í Neistarúminum kl.14.00, har andlitsmáling, sangur og onnur fyrireiking er á skránni.

Komið øll við, stór sum smá - ja, øll NEISTAFÒLK, og verið í onkrum BLÀUM, so vit ikki bara hoyrast, men eisini síggjast - kvinnurnar hava brúk fyri øllum góðum stuðli :)

Vinna vit í morgin, ja so er Meistaraheitið nr.40 hjá Neistakvinnum komið í hús, livst og spyrst :)

Kostnaður til FM finalurnar er kr.100,- fyri vaksin og kr.30,- fyri børn

Eykaaðalfundur og kunnandi fundur um møguliga sølu og útbygging av Gundadalshøllini

11.03.2015

Boðað verður við hesum til kunnandi fund um møguliga  sølu og útbygging av Gundadalshøllin í kantinuni á Elektron, Staravegur 9, hósdagin 26. mars 2015.
Kunnandi fundurin er frá kl. 19:00 – 19:30. Eykaaðalfundurin er beint eftir kunnandi fundin Umleið kl. 19:30 -19:45.

Einasta mál, ið er á skrá á eykaaðalfundinum er:

Skal Neistin geva nevndini heimild at selja sín ognarlut í Gundadalshøllini, um Fleyr og Kyndil selja sínar ognarlutir, sambært sáttmálauppskoti frá Tórshavnar kommunu, við møguligum broytingarkrøvum.

Tað er umráðandi, at limir felagsins møta á kunnandi fundinum, fyri at tað skal verða lættari at kunna taka støðu á eykaaðalfundinum, ið er beint eftir kunnandi fundin.

Nevndin

Upphiting til steypafinalurnar

06.02.2015

Upphitingin til steypafinalurnar í morgin, byrjar í Neistarúminum kl.10.30
Allir Neistafjepparar, stór sum smá eru vælkomin til morgunhugna, rundstykkir, neistapát, kaffi og annað gott á kannuni. Andlitsmáling verður sjálvandi eisini á skránni 
Verið í bláum og havið tað góða bláa lagið við :)

 

Kvinnudysturin byrjar kl.13.30
Mansdysturin byrjar kl.16.00
Kostnaður til finaludystirnar: 100 kr vaksin og 30 kr.børn

Væl møtt!
Síggjast :)

Jólatræssølan hjá Neistanum

Mánadagin 4. des.

Jólatræssølan hjá Neistanum við Gundadalshøllina

Sølan byrjar 4.des. 

Upplatingartíðir:

Mánadag til fríggjadag frá kl.15 til 19

Leygardag frá kl. 10 til 18

Sunnudag frá kl. 14 til 18

 

Eyka aðalfundur um Gundadalshøllina

Mánadagin 8. des. kl. 20:00

Kallað verður inn til eyka aðalfund hjá Neistanum mánadagin 8.des. kl. 20:00 á Elektron

Skrá:

  • Gundadalshøllin, sáttmálauppskot at taka avgerð um les meira

Vinarliga

Nevndin

Hondbóltsskúli á Eiði

27. og 28 desember 2014

Millum jóla og nýggjárs skipar Neistin fyri hondbóltskúla fyri Neistaleikarar í U10, U12 og U14 á Eiði.

Nógv verður at læra, vit fara at brúka ítróttarhøllina at venja í, og skúlan á Eiði at gista í - harafturat verður eisini tíð til hugnaliga samveru :)

Kostnaður er 200 pr leikara, og verður goldin við tilmeldingina.

Hvør leikari fær í smb við hondbóltsdagarnar eina blusu, og tí verður við tilmelding spurt um stødd á blusu.

Sigrun Mikkelsen (mikk@post.olivant.fo) er høvuðsvenjari og setir út í kortið, hvussu spælararnir fáa sum mest burturúr. Barbara Høj (hoj@olivant.fo) og Andrea Heindriksdóttir (andrea.heindriksdottir@skulin.fo) skipa praktiska partin av hondbóltsskúlanum.

Umráðandi er, at 2 – 3 foreldur  koma við úr hvørjum aldursbólki, og neyðugt verður eisini at foreldur hjálpa til við at gera mat :)

Leikarar møta í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 27. des kl. 10.00

Vit gleða okkum at síggja nógvar Neistaleikarar á Eiði millum jóla og nýggjárs :)

Vinarliga

Fyrireikingarbólkurin

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 9. desember kl. 12.00

Neistadagur

Septembur 2014

Umleið 200 Neistar í øllum aldursbólkum vóru savnað á Hálsi, nú stórur Neistadagur varð hildin í kvøld.

Fyrst og fremst er talan um átak, har endamálið er at vit mongu í felagnum skulu læra hvønn annan at kenna og koma hvørjum øðrum við. Neistin er jú felagsnevnarin hjá okkum øllum, men tað er kortini ikki so ofta, at vit síggja stóru rúgvuna av fólki, sum virkar í og kring felagið. Ymsir aldursbólkar hava ymsar venjingartíðir, og tí er avmarkað, hvussu ofta vit hittast.

Í so máta var talan um velduga succés, nú fyrsta av ætlandi fýra Neistakvøldum varð hildið. Eftir felags nátturða varð farið inn í sjálva høllina. Har fingu vit rist mettuna av okkum, áðrenn tey luttakandi vórðu skipað í fýra bólkar. Hjá bólkunum vóru ymsir aktivitetir á skránni, og tað var bæði hugnaligt og stuttligt at síggja heldur alternativar stafettir og gummistilvakast.

Ung sum eldri høvdu vit øll eitt frálíkt kvøld, og lítil ivi er um, at uppmøtingin verður í minsta lagi líka góð, tá næsta kvøldið í røðini verður skipað um miðjan november ella so.

Ársaðalfundur

August 2014

Karsten Hansen, Kári Horn og Mona Ziskason komu í nevndin. Úr nevndini fóru Kristianna Mohr, Edel Maria Jacobsen og Guðrun Patursson. Bæði Karsten og Kári sótu áðrenn sum tiltakslimir, og skuldu sostatt tveir nýggir tiltakslimir veljast. Hesir eru nú Andrea Hendriksdóttir og Barbara Høj

Nýggja nevndin hevur skipað seg og sær hon so soleiðis út:

  • Kjartan Thomassen, formaður
  • Súna Mørk, næstforkvinna
  • Kári Horn, kassameistari
  • Mona Ziskason, skrivar
  • Karsten Hansen, nevdarlimur.

Vit takka Kristionnu, Edel Mariu og Guðruni fyri tíðuna tær hava sitið í nevnd og ynskja Karsten, Kára og Monu vælkoman

NeistaSTÓRfundur

18.08. 2014

Mikudagin 27. august kl. 18 í verður fundur í kantinuni í Høllini á Hálsi. Endamálið við fundinum, sum hevur fingið heitið NeistaSTÓRfundur, er at samansjóða kreftirnar í felagnum, at semjast um ítøkilig mál at røkka og at persónar átaka sær ábyrgd av at gera tað, sum skal til, fyri at koma á mál. Fundurin er fyri øll neistafólk, tað verið seg leikarar, venjarar, stuðlafelagslimir, foreldur – ella stutt sagt, øll sum hava eitt blátt hjarta!

Skráin:

Kl. 18.00 Felags máltíð
Kl. 18.30 Framløga
Kl. 19.00 Viðgerð/arbeiði í bólkum/orðaskifti
Kl. 22.00 Liðugt

Meira verður kunnað um NeistaSTÓRfundin seinni.

Nevnd Neistans