Tiltøk


Upphiting

17.02.2017

byrjar kl.12.00 í morgin í Neistarúminum, við andlitsmáling, ábit o.ø. 
 
Komið øll við, bæði stór og smá og verið í bláum :)
 
Koyr á Neistin
 
🔹💙🔹Blátt er gott🔹💙🔹
 

'

Tunnusláing

verður
mánadagin 27. Feb. Kl. 17.00

í høllini á Hálsi fyri øll Neistafólk, børn, ung, gomul, alla familjuna.
Komið í høllina og fái eina annarleiðis, hugnaliga og stuttliga løtu saman.

Kostnaður 50kr.

AT HAVA VIÐ:
Breyð við viðskera. Hvør familja tekur so mikið av breyði við, sum tey ætla familjan etur.

Vit sláa tunnu. Luttakararnir verða býttir upp eftir aldri, kattakongar verða kosnir og fáa vinning. Flottasta grýla verður eisini kosin og hevði tað tí verið stuttligt, um tit komu grýluklødd.

Vit gera eitt stórt sjálvtøkuborð við breyðnum, sum tit taka við og eta saman.
Tit fáa eisini sunkist, kaffi, the og køku.

Vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu saman

Nevndin - Neistin
Blátt er Gott
 

Neistin – STÍF

08.02.2017

Komið og stuðli okkara monnum í kvøld 08.02.2017
 
Mennirnir spæla fyrru hálvfinaluna í Faxe kondi steypakappingini í høllini
á Hálsi í kvøld kl. 20.00 móti STÍF
 
Neistin – STÍF  (menn)
 
Seinna hálvfinalan hjá okkara kvinnum og monnum verður sunnudagin 12.02.2017
Kl. 15.00 Neistin – VB (kvinnur)  í høllini á Hálsi
Kl. 19.00 STÍF – Neistin (menn) á Skála

Countrydansur við Bellamy Brothers

04.01.2017

Leygarkvøldið 4 feb., verður stórur countrydansur við Bellamy Brothers og Hans Jacob Hjelm við orkestri.

Dyrnar lata upp kl 22.00 og Bellamy Brothers fara á pallin kl 23.00. Aftaná Bellamy Brothers spæla Hans Jacob Hjelm við orkestri.

Bellamy Brothers vóru á klettunum fyri nøkrum árum síðani, og var tá útselt. So tað er at skunda sær at keypa atgongumerki á www.ebillett.fo ella í Kunningarstovuni í Havn. 

Fyrstu 300 atgongumerkini kunnu keypast fyri 300 kr, eftir hetta kosta tey 400 kr.

Áðrenn dansin er tað møguligt at keypa atgongumerki til Bellamy Brothers tiltakið á Hotel Føroyum. Sí kunning www.hotelforoyar.fo

Foreldrafundur

26.09.2016

hjá børnum og ungum í Neistanum.
 
Týsdagin 27. septembur 2016 er foreldrafundur í kantinuni í høllini á Hálsi :
 
Kl. 18.00-19.00    Mini, U8, U6 og U10
Kl. 19.00-20.00    U12 og U14
Kl. 20.00-21.00    U16, U17 og U18
 
Møti fjølment
 
Blátt er gott

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum

18.09.2016

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum Neistin verður í Neistarúminum sunnudagin 2. oktobur 2016 kl. 19.00.

Skrá:
1.        Val av fundarstjóra
2.        Formaðurin greiðir frá farna ári
3.        Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar
4.        Møgulig uppskot frá nevndini og/ella limum felagsins
5.        Val av nevnd og 2 tiltakslimum
6.        Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
7.        Ymiskt

Stuðlafelagið Neistin