Tiltøk 2018/2019


A og B hálvfinaluumfør

09.02.2019

A og B hálvfinaluumfør í steypakappingini leygardagin 9. feb. hjá Neistabørnum og ungdómi💪💪

G16. A-hálvfinala í GH
Kl. 15.00. Neistin - Víf 
Kl. 18.00. A-bronsudystur

G14. A-hálvfinala í GH
Kl. 12.00. Neistin a - Kyndil/ÍA
Kl. 14.00. A-bronsudystur

G12. B-hálvfinala/finala í Hoyvík 
Kl. 11.35. Neistin a - Stjørnan 
Kl. 12.20. B-bronsudystur
Kl. 13.00. B-finala

G10. A-hálvfinala á Eiði
Kl. 10.25. H71 a - Neistin a 
Kl. 11.00. A-bronsudystur

D16. A-hálvfinala í Hoyvík 
Kl. 16.00. Stíf - Neistin 
Kl. 18.00. A-bronsudystur

D14. A-hálvfinala í Vestmanna 
Kl. 13.40. H71 a - Neistin 
Kl. 15.20. A-bronsudystur

D12. B-hálvfinala/finala á Argjahamri
Kl. 11.00 Neistin a - ÍA
Kl. 12.15. B-bronsudystur
Kl. 12.40. B-finala

D10. A-hálvfinala á Hálsi  
Kl. 10.55. TK a - Neistin a
Kl. 11.45. A-bronsudystur

D10. B-hálvfinala/finala á Hálsi 
Kl. 11.20 fjórðingsfinala H71 d - Neistin b 
Kl. 13.25 hálvfinala
Kl. 14.20. B-bronsudystur
Kl. 14.45. B-finala
 

Sum tit síggja, so eru tað nógv børn og ung, sum skulu í eldin í vikuskiftinum. 💪👏 
Nevndin vil fyrst og fremst ynskja leikarum og venjarum hjartaliga tillukku við hálvfinaluplássinum. Sera flott og gleðiligt at síggja, at Neistin hevur lið við antin í A ella B hálvfinaluni í øllum aldursbólkum í barna og ungdómsdeildini. 

Harumframt hava G og D18 síðsta vikuskifti spælt seg í steypafinaluna.
Takk til tykkum venjarar fyri eitt megnar arbeiði og takk til tykkum leikarar, sum hvørja viku arbeiða hart fyri hondbóltin og Neistan. 

Koyrið á leygardagin og gevið alt tit eiga.

Góða eydnu🤞💪
💙


Góðu áskoðarar!!!!
Møtið fjølment og stuðlið okkara røsku barna/ ungdómsleikarum og venjarum. 
👏👏👏💙

Jólatræssøla

03.12.2018

Neistin selur aftur í ár sera vøkur jólatrø í ymiskum støddum.
Kostnaður 300kr. 
Selt verður uttanfyri Neistarúmið í Gundadalshøllini.

Tilber at gjalda kontant og við korti.

Upplatingartíðir:
Mán. - frí. Kl. 15-19
Ley. Kl. 10-18
Sun. Kl. 14-18

Sølan byrjar mánadagin 3. Des. Kl. 15.00.
 

Neistin hevur vitjan

16.11.2018

Neistin hevur vitjan av Fjølnir í vikuskiftinum. 

I august vóru okkara besta kvinnu og manslið í Íslandi á venjingarlegu, har Fjølnir vóru vertir. Túrurin varð sera væleydnaður.

Í dag, fríggjadagin 16. nov., kemur kvinnuliðið hjá Fjølnir til Føroyar á venjingarlegu og verður Neistin vertur og ferð at  royna at geva teimum ein líka góða uppliving, sum tey góvu Neistanum í ReykjavÍk.
 
Fjølnirhópurin býr í B36 húsinum og venur í Gundadalshøllini. Tey koma við AA í dag, fríggjadag 16. nov. og ferðast heim aftur mánadagin 19. nov.
 
Arnór Ásgeirsson, venjari og fyriskipari av Fjølnir Cup, hevur eina kunning um Fjølnir Cup 2019 í kantinuni í høllini í Hoyvík í morgin, leygadagin kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira á heimasíðan og á Facebook

Aðalfundur hjá Stuðlafelagnum

14.08.2018

Aðalfundurin verður í Neistarúminum

týsdagin 11. septembur 2018 kl. 19.00

Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna ári
3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar
4. Møgulig uppskot frá nevndini og /ella limum felagsins
5. Val av nevnd og 2 tiltakslimum
6. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
7. Ymiskt

Stuðlafelagið Neistin