Innkalling til ársaðalfund hjá Neistanum við hesum verður boðað til ársaðalfund hjá Neistanum.
Innkomin mál, er at viðtøkubroytingar eru í uppskotið. Broytingarnar snúgva seg um at talið av nevndarlimum kann vera hægri enn ásett í dag og ymiskar nágreiningar av tekstinum í viðtøkunum, sum kann orðast greiðari.
Neistin hevur gjørt avtalu við vinstrhenta bakkin Tomás de San Roque, sum verður partur av BURN-hópinum frá 1. august 2026.
Tomás de San Roque er føddur í Mendoza í Argentina í 1997 og hevur drúgvar altjóða royndir. Hann byrjaði sína hondbóltsleið í Regatas de Mendoza og fór longu sum ungur til Spania. Síðani hevur hann spælt í bæði Argentina, Italia og Spania.
Við hesum fær Neistin ein vinstrhentan høgra bakk, sum gevur liðnum størri fjølbroytni í álopsspælinum og styrkir verjuna. Afturat sínum leikluti á besta liðnum verður Tomás eisini partur av venjaraarbeiðinum hjá ungdómsliðunum. Talan er tískil um eina avtalu, sum bæði styrkir besta mansliðið og menningina av ungum leikarum.
Høvuðsvenjarin Scott Harrington sigur: “Vit eru sera fegin um at bjóða Tomás vælkomnum í felagið. Hann gevur okkum dygd og royndir á høgra bakki og styrkir okkum í báðum endum av vøllinum. Hann er beinleiðis og óútrokniligur í álopinum og sterkur í verjuni, og ein vinstrhentur høgri bakkur gevur okkum størri fjølbroytni.”
Tomás de San Roque kemur til Føroya 1. august 2026.
Hvar Høllin á Hálsi, Gundadalshøllin, Badmintonhøllin og Fimi
Møtitíð Kl. 09:30: Øll møta í Høllini á Hálsi fyrsta dagin Venjingarnar byrja kl. 10:00
Hvat skulu børnini hava við
Hondbóltsskógvar
Egnan bólt
Ítróttarklæðir
Vatndunk
Ryggsekk
Gott lag 🙂
Bólkar
Leikarar verða móttiknir av venjarum og liðleiðarum
Børnini verða skipaði í hesar bólkar: G10, D10, G12, D12 og U14
Bólkurin fylgist báðar dagarnar, og somu liðleiðarar eru saman við leikarunum allan tíðina
Yvirlit yvir dagsskránna
Ígjøgnum dagin rotera bólkarnir millum ymiskar venjingar og hallir, so børnini fáa eina fjølbroytta og læruríka uppliving við bæði spæli, rørslu og tekniskum venjingum. Liðleiðarar eru saman við bólkunum allan dagin og tryggja, at børnini flyta seg trygt og skipað millum hallirnar.
Í hvørjari høll er eitt venjaratoymi á 3-4 fólk, sum standa fyri venjingunum í tí høllini.
Ein nágreinilig skrá við yvirliti yvir venjingar og hallir verður løgd á heimasíðuna í døgunum áðrenn hondbóltsskúlin byrjar.
Matur
Felags steðgur mitt á degnum í Høllini á Hálsi, har døgurði verður serveraður (vatn og Driv fylgja við)
Kom við á hondbóltsskúla hjá Neistanum 29.–30. desember 2025
Hondbóltskúlin verður í jólafrítíðini, og vit leggja stóran dent á góðsku, menning og stuttleika. Skúlin er ætlaður gentum og dreingjum í U10, U12 og U14.
U10 og U12 har leggja vit stóran dent á spæl og trivnað, soleiðis at hesi børn fáa eina fjølbroytta og stuttliga uppliving. Vit leggja sjálvandi eisini dent á góðsku, grundleggjandi teknikk, lættari taktikk og at skilja spælið.
U14 verður á hægri støði, og hesin aldursbólkurin fær eina meira málrættaða og seriøsa tilgongd. Vit leggja dent á posisjónsvenjing (málverji, bakkur, strika og vongur) og venja individuella tekniskar og taktiskar førleikar. Eisini fara vit at arbeiða við smálutum sum t.d. fintum, rørslum, timing og avgerðum.
Vit hava eitt sterkt og stórt venjaratoymi, sum er við til at tryggja góðskuvenjing til øll. Allir leikarar vera sæddir og hava møguleika fyri individuellum viðmerkjum frá kompetentum venjarum. Toymi er samansett av fleiri av okkara landsliðsaktuellu leikarum, sum spæla í øðrum londum, SMS/Burn leikarum, umframt okkara royndu venjarum í felagnum.
Hondbóltsskúlin verður frá kl. 10.00-15.00 báðar dagarnar, og prísurin er 650 kr. íroknað mat og drekka.
Skrivað til okkum á neistin@neistin.fo um tú hevur spurningar
Tilsamans 35 venjarar fingu prógv í dag og hava nú stig 1.1 í venjaraútbúgvingini, sum HSF skipar fyri. Skeiðið er skipað við online-tilfari og trimum samlingum. Skeiðshaldarar vóru fakfólk hjá HSF og ÍSF.
Luttakarar frá Neistanum vóru: Ása H. Christiansen, Dánjal á Neystabø, Dávur Brøðarberg, Gunnvá Brockie, Halla Djurhuus, Janus Einar Sørensen, Pætur Jakobsen, Rakul Nolsøe, Rebekka á Neystabø, Rúni Gaardlykke, Tróndur Kragesteen, Unn Krákustein
Neistin og Lise Marie Nesse Evensen hava gjørt avtalu komandi tvey kappingarárini, og tað merkir, at Lise Marie verður partur av okkara SMS-liði.
Lise Marie er strika og spældi við VÍF seinasta kappingarár. Hon er fødd í 1998 og er úr Drammen í Noregi. Lise Marie hevur drúgvar royndir á høgum støði. Hon hevur spælt við FCM og Hadsten í Danmark, Glassverket IF og Storhamar Håndball í Noregi, umframt við VÍF.
– Vit í Neistanum fegnast um, at Lise Marie nú verður ein partur av okkum, og vit gleða okkum at fáa gagn av hennara royndum og styrkjum, sigur Nicholas Satchwell, venjari.
Neistin ynskir Lise Marie hjartaliga vælkomna – og vit gleða okkum at síggja hana á vøllinum í bláa búnanum.
Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald.
Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen.
Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.
Tí ynskir Neistin so hjartaliga at takka fráfarandi nevndarlimunum Fríða Magnussen, formanni, Sylviu Berg Johansen og Haraldi Joensen fyri teirra stóra og trúgva arbeiði fyri felagið. Tey hava lagt nógv fyri, bæði í nevndararbeiðnum og í gerandisdegnum í høllini – og úrslitið er greitt:
Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum!
Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.
Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.