Neistin og Stjørnan hava í kvøld spælt dyst í Klaksvík. Fyri Neistan hevði dysturin sum so lítið at siga, tí at finaluplássið frammanundan var tryggjað. Fyri Stjørnuna hinvegin, hevði dysturin nógv at siga í strembanini at fáa seinna plássið í finaluni. Um hesin munurin í motivatiónini var tungan á vágskálini í kvøld, er ilt at siga. Men í øllum førum var tað Stjørnan, sum hesu ferð dróg longra stráðið og vann seg harvið eitt týðandi stig fram um VB.
Atlantic Airways: Neistin-Team Klaksvík 38-28
Eftir at feløgini í vetur hava spælt tveir javnleikir, eydnaðist tað í dag Neistanum at vinna ein tryggan sigur á klaksvíksingum. Hetta var samstundis fyrsti AA sigurin hjá Neistanum síðani 7. desember.
Góður sigur til høldar
Sum heild kann sigast, at Neistin hevði tamarhald á dystinum og førdi allan vegin við umleið 3 málum – onkuntíð fór munurin niður í 1 mál og so upp aftur í 4. Ein orsøk til, at tað eydnaðist at halda VB aftanfyri, var at verjuparturin hjá Neistanum var í lagi.
[les meira…]
Bartal Kamban
Undan dystinum móti KÍF í Kollafirði í dag var greitt, at hetta var seinasta útkall, um Neistin skuldi gera sær vón um at vera partur av FM finaluni í ár. Nú dysturin er spældur og úrslitið fyriliggur má ásannast, at tað er “game over” og vit kunnu longu nú byrja at fyrireika okkum til næsta ár. Ikki tí, at hetta kom so óvart á, nú skriftin at enda meitlaðist [les meira…]
Tá ið Neistin og Tjaldur fóru av vølli leygardagin var tað bara aðru ferð í allari kappingini, at Neistin ikki fekk fult. Og hinvegin var hetta aðru ferð í kappingini at Tjaldur fekk sigur í hús. Spurningurin er so, hvussu tað kann bera til, at niðasta liði í kappingini kann vinna á nr. 1? Fleiri svar eru, [les meira…]
Í kvøld varð útsetti dysturin millum StÍF og Neistan leiktur, sum skuldi verða spældur sunnudagin, spældur. Neistin vann dystin 32-28. Tillukku við tí, gentur!
Atlantic Airwaysliðini hjá Neistanum og StÍF spældu mikukvøldið nýggjan dyst, eftir at dysturin sunnudagin varð avbrotin, tí at ljósið fór í høllini á Skála. Men illa gekst hjá Neistanum og í løtuni er mótbrekkan sera brøtt. Dysturin endaði nevniliga við at StÍF vann 24-26. Við hesum misti Neistin enn eitt fet í strembanini at røkka FM finalunum.
eftir Súna tann 20/02/2012
St.f.v: Áki Mørk, venjari, Karl Martin Olsen, Hávard Patursson, Julian Kass, Ragnar Simonsen, Rani A.Dalsgarð og Fríði Mørk Hentze. Húkandi f.v: Pál Niclassen, Tóki Joensen, Rói Mørk Hentze, Hugin Samuelsen og Gilli Samuelsen
A-liði hja dreingjum 12 bleiv nr 3 í steypakappingini. Tað var um reppið at teir ikki komu í finaluna, bert tvey mál restaðu í, so spenningurin var øgiligur í dystinum.
Stuttligt at síggja framgongdina á liðnum fyri hvønn dyst, hetta vikuskiftið spældu teir í Runavík og vunnu ímóti H71 sum liggur á odda í kappingini og sum teir máttu lúta fyri í semifinaluni í steypakappingini. Ongin fastur málmaður er á liðnum ,so tað eru nakrir sum skifast at verða í mál. Raskir dreingir
H71 leikararnir vísti frá fyrsta bríksli, at teir vóru tendraðir og løgdu seg framum. Men so tyktist tað, at Neistamenn fótaðu sær. Men H71 helt á og eftir hálvrunnan hálvleik høvdu teir eina løtu, har alt eydnaðist, meðan Neistamenn gjørdu nógv mistøk. Munurin bara øktist, heilt upp í sjey mál. Móti hálvleiksenda gekk betur aftur hjá bláa liðnum. [les meira…]