Coca-Cola: Neistin-H71 22-22 (9-11)
Neistin og H71 spældu í kvøld fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini. Dysturin endaði við javnleiki, sum merkir, at vit fáa eina spennandi aðru hálvfinalu í Hoyvík í næstum. Hoyvíkingar byrjaðu dystin best og løgdu seg væl fram um. Men so javnaði dysturin seg, hóast H71 ofta hevði “stavnin” frammanfyri. Á málstrikini lógu so liðini stavn um stavn.

{ Comments on this entry are closed }

-

Mynd: Álvur Haraldsen

Neistin-Team Klaksvík 32-32 (13-12)
Eftir dystin í dag, er kappingin fyri Neistans viðkomandi komin i helvt. 12 dystir og 15 stig, tað merkir at níggju stig eru tapt ot vit liggja og berjast um eitt annað pláss til FM finalurnar. Í dag var so næsti dystur millum Neistan og Team Klaksvík, hin fyrsti endaði við javnleiki. Tað slepst nokk ikki [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Mikkjal debuteraði í dag

eftir neistin tann 08/01/2012

18 ára gamli Mikkjal Hansen kom inn í málið, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Restina av dystinum var tað hann, sum fyri stóran part var millum stengurnar. Vit hittu hann eftir dystin, hoyr samrøðuna her:

{ Comments on this entry are closed }

Fríðin Ziskason er ein av eldsálunum aftanfyri Team Klaksvík, Vit hittu hann eftir dystin:

{ Comments on this entry are closed }

-

Mynd: Álvur Haraldsen

Tjaldur hevur hesi seinastu trý árini havt eitt lið, sum hevur verið fastur partur í toppinum á føroyskum kvinnuhondbólti. Men, tað liðið, sum vit nú síggja, er bara ein skuggi at hesum. Í mun til í fjør, [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Dr.12 C. Aftast frá vinstru: Heini, Bojan, Róar, Julius. Fremst frá vinstru: Petur, Hendrik, Ólavur

Ein søga frá hondbóltssgerandisdegnum

Í dreingjum 12 hjá Neistanum eru trý lið: A,B og C liðið. A-liðið er mannað við teimum elstu leikarunum, føddir í 1999, sum hava verið saman síðani teir spældu í dr. 10. B-liðið er mannað við leikarum, sum eru føddir í 2000 og eisini hava verið saman leingi. C-liðið haraftur í móti [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Jól eru í hondum

eftir neistin tann 22/12/2011

Nú jólasteðgur er og einasta virksemi hjá Neistanum er at selja jólatrø (stórt sæð) kundi verið áhugavert at hugt eftir, hvussu støðan er hjá Neistaliðunum í teimum ymisku kappingunum.

Av teimum 24 deildunum í kappingini, hevur Neistin lið í 20. Á dreingja/ manssíðuni eru talan um eitt fyrsta pláss, tvey annað pláss og fýra triðjapláss. Hjá kvinnunum er talan um trý fyrsta pláss, trý annað pláss og fimm triðja pláss.

Vit fegnast um, at okkara besta kvinnulið og okkara besta manslið eru við í gullkappingini bæði í landskappingini og steypakappingini. Hinvegin sær tað í løtuni ikki út til at hetta verður eitt, um vit hugsa um ungdómsliðini. “So møguleikarnir at betra seg  eru avgjørt til staðar”. Vit fáa at siggja hvussu verður í vár

[les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Aftast frá vinstru: Jákup, Valborg, Dánjal, Tróndur, Jóhannus, Jón, Julian. Fremst frá vinstru: Rannvá, Lý, Gunnfríð, Elisa, Drós, Maibritt

Mikumorgun Kl. 06.15. Tað er myrkt, kalt og kavi. Og so er tað eisini øgiliga tíðliga. Men í Hoyvíkshøllini er ljós og har er longu lív, tí her venja eldru gentur 12 og yngru dreingir 12. Venjari er Jákup Hanusson. Genturnar hava longu verið í gongd í nakrar mánaðir, tær fóru undir hetta í heyst og eru meira vanar við. Teimum vantaðu eitt passandi mótstøðulið og so vóru dreingir 12 spurdir – og teir tóku av. Fyrstu ferðina dreingir 12 vóru við, vóru teir sera moyrir og nývaknaðir, men longu nú sýnast teir at hava vant seg meira við støðuna.

Vit hava vent okkum til morgunfríska venjararan at fregnast meira:

{ Comments on this entry are closed }

Kvinnurnar spældu í Vági og taptu fyri fyrstu ferð í ár, nevniliga 25-27

Menninir spældu í Kollafirði og taptu 29-28

{ Comments on this entry are closed }

Heini skal spæla í móti gomlu bygdarmonnunum í kvøld

Í kvøld kl. 19.00 skal Neistaliðið rættiliga til roynd, tí nú er mótstøðuliðið KÍF. Vit kunnu rokna við einum sera uppsettum Neistaliði, sum fegið vil staðfesta seg á stigatalvuni. Neyðugt er, at allir spæla upp til sítt besta og neyðugt er eisini at umskipa spælið, nú Sjúrður er úti av myndini fyri fyrst. Hóast liðið móti Kyndli bara í løtum vísti, hvør dugur er í tí, so vóru góðir tendensir at síggja, tá ið á stóð. Og tað var hugaligt at síggja menn taka ábyrgd á seg. Tað hevur ofta víst seg, at tá ið Neistamenn eru komnir til Kollafjarðar, hava teir verið sera uppsettir og spælt góðar dystir. Og tað er ikki bara Heini, sum skal spæla í móti bygdarmonnunum, eisini Eddie, helst man tað vera fyrstu ferð í hann spælir móti KÍF í Kollafirði. Øll tekin í mána og sól, at tað verður eitt brak av einum dysti!

Komið og stuðlið í Kollafirði í kvøld kl. 19.00

{ Comments on this entry are closed }