Coca-Cola Kappingin 2. semifinala: H71-Neistin 23-26 (11-13).
Fyrri dysturin endaði javnur, so Neistin vann samanlagt 48-45. Neistin er nú í steypafinaluni fjórða árið á rað.

Glaðir Neistamenn í skiftingarrúminum eftir dystin

Talan var um ein javnan dyst í byrjanini. Men móti hálvleiki fekk Neistin “stavnin” fram um við tveimum málum. Hesin munur helt sær stórt sæð allan seinna hálvleik og hóaast hoyvíkingar koyrdu á við Dánjal Tórgarð á odda, so hevði munurin hug at økjast móti endanum. Hjá Neistanum var Heini Hanusarson serliga væl upplagdur og í endanum vísti Jugoslav Djumic eisini tað, sum hann veruliga dugir. Samanumtikið sigraði Neistin tó upp á breiddina, kropsligu yvirvágina og einum samlaðum góðum liðavriki. Orðini í yvirskriftini: “vunnu sum eitt lið”, stava frá samrøðuni niðanfyri við Teit Magnussen:

{ 3 viðmerkingar }

Mikukvøldið kl. 19.30 í Hoyvíkshøllini spæla menninir 2. semifinaluna móti H71 . 

Og øll vit neistafólk, ung sum gomul, venjarar, leikarar, foreldur, stuðulslimir fara sjálvandi at stuðla – rekið øll hvør í sinum lag!

{ 0 viðmerkingar }

Mistu á stokkinum

eftir neistin tann 24/01/2012

Coca-Cola Kappingin: Neistin-Stjørnan 19-19.
Fyrri dysturin endaði 25-24 sigri til Stjørnuna, so samanlagt kom stjørnan víðari.

Um dystin kann stutt sigast, at Neistin var framman fyri næstan í 57 minuttir av dystinum. Tá ið einir 10 min vóru eftir, førdi Neistin 19-15. Men so skoraði Neistin ikki aftur, meðan Stjørnan togaði seg upp á javnt. Kalvin var komin upp undir stokkin, men….

Vit fingu orð á Birgir Hansen eftir dystin:

{ 0 viðmerkingar }

Sunset: VB-Neistin 21-32 (12-16)
Neistakvinnur høvdu sett sær fyri, at tað skuldi ikki gangast sum seinast, tá ið tær vóru í Vági. Og tað eydnaðist væl og virðiliga. Og serliga væl gekk tað í seinna hálvleiki og endaliga støðan gjørdist, at Neistin vann við heili 11 málum. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Neistakvinnur til Vágs

eftir neistin tann 22/01/2012

-Í dag er dystur millum VB og Neistan í Vági. Og neistakvinnur kunnu rokna við harðari mótstøðu frá teimum blá-reyðu. VB hevur verið nakað svingandi higartil, men so við og við hava tær sýnt, at tær eru eitt lið, sum vit heilt vist skulu rokna við í vetur. Neistin hevur teir báðar [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Frá kl. 9 og runt við urinum liggja: Heðin Mortensen, Heðin Huusgaard, Jógvan Vitalis, Gilli Holm, Gilli Brend, Jónas Rasmussen, Poli Nólsoy, Andreas Thomsen, Andrass Johansen og Sveinur Olsen. (Myndin varð tikin í seinastu venjing fyri jól)

Í aldursbólkinum dreingir 10 eru tvey lið, nevniliga a og b liðið. Fleiri av dreingjunum byrjaðu at spæla hondbólt seinasta ár. Men aðrir hava verið við longri. Onkrir hava enntá [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Venjarafundur

eftir neistin tann 16/01/2012

Týsdagin í síðstu viku varð skipað fyri fundi fyri allar ungdómsvenjararnar í Neistanum. Og, sum tað sæst á myndini, er talan um nógv fólk, sum dagliga er í høllinum at venja hondbólt við ungdómi okkarar. At hava slíkar fundir er sera gevandi. Her fáa fólk høvi at tosa við hvønn annan, at fáa praktisk ting upp á pláss og annars at hava tað hugnaligt saman. Ætlanin er framyvir at skipa fyri slíkum fundum einaferð um manaðin.

{ Comments on this entry are closed }

Neistin og KÍF spæla toppdyst í einar mestsum fullsettari høll. Fyrstu løtuna komu eingi mál. Tá ið fimm minuttir vóru farnir av støðan 1-1. Men so tóku kollfirðingar yvir og hava allan hálvleikin verið framman fyri. Stutt fyri hálvleik kom Neistin upp á javnt. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Dysturin millum Neistan og Tjaldur var ein endurtøka av seinasta dysti millum liðini. Bara tað, at hesuferð gekkst verri hjá Tjaldri, óivað tí, at stóri profilurin hjá teimum, Adina Petrea, er burtur vegna skaða. Hóast unga liðið hjá stríddist væl, so var mótstøðan ov stór frá Neistanum.

{ Comments on this entry are closed }

Savnsmynd

Fyrri hálvfinaludysturin millum Stjørnuna og Neistan var í dag í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá ið avtornaði, eydnaðist Stjørnuni at vinna við einum máli. Neistin hevði ta betru byrjanina og lá leingi frammanfyri. Sum dystur leið, kom Stjørnan meira við og Neistin fánaði nakað, men førdi tó við hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki legði Stjørnan út við longum álopum, sum í fleiri førum endaðu við máli – eftir at dómararnir leingi høvdu havt hondina uppi. Tá ið so Neistaleikararnir endiliga sluppu í álop, vóru tær ov ótolnar, gloymdu grundspælið og vildu gera alt av ein og ein. At so Neistaleikararnir eisini [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }