KOM VIÐ Á HONDBÓLTSSKÚLA Í JÓLAFRÍTÍÐINI
Dagarnir 29. og 30. desember bjóða vit gentum og dreingjum í U10 (2016-2017) og U12 (2014-2015) á hondbóltsskúla í hallunum í Gundadali. Her hittast børn úr ymsum feløgum at venja og spæla saman. Øll eru vælkomin!
Vit leggja dent á spæl og trivnað. Saman við venjarunum fáa børnini høvi at royna nýggjar fintur, venja skot og hava tað stuttligt við bóltinum. Í venjaratoyminum eru bæði royndir venjarar hjá Neistanum, landsliðsleikarar og leikarar úr SMS- og Burn-deildunum.
Kl. 10–15 báðar dagarnar
650 kr. fyri báðar dagarnar, matur og drekka íroknað
Vit hava avmarkað pláss, so venjararnir hava góða tíð til hvørt barnið.
👇 Melda til á Holdsport
https://www.holdsport.fo/public_ticket_events/hondboltsskuli-i-jolafritidini
