Hvar
Høllin á Hálsi, Gundadalshøllin, Badmintonhøllin og Fimi
Møtitíð
Kl. 09:30: Øll møta í Høllini á Hálsi fyrsta dagin
Venjingarnar byrja kl. 10:00
Hvat skulu børnini hava við
- Hondbóltsskógvar
- Egnan bólt
- Ítróttarklæðir
- Vatndunk
- Ryggsekk
- Gott lag 🙂
Bólkar
- Leikarar verða móttiknir av venjarum og liðleiðarum
- Børnini verða skipaði í hesar bólkar: G10, D10, G12, D12 og U14
- Bólkurin fylgist báðar dagarnar, og somu liðleiðarar eru saman við leikarunum allan tíðina
Yvirlit yvir dagsskránna
Ígjøgnum dagin rotera bólkarnir millum ymiskar venjingar og hallir, so børnini fáa eina fjølbroytta og læruríka uppliving við bæði spæli, rørslu og tekniskum venjingum. Liðleiðarar eru saman við bólkunum allan dagin og tryggja, at børnini flyta seg trygt og skipað millum hallirnar.
Í hvørjari høll er eitt venjaratoymi á 3-4 fólk, sum standa fyri venjingunum í tí høllini.
Ein nágreinilig skrá við yvirliti yvir venjingar og hallir verður løgd á heimasíðuna í døgunum áðrenn hondbóltsskúlin byrjar.
Matur
- Felags steðgur mitt á degnum í Høllini á Hálsi, har døgurði verður serveraður (vatn og Driv fylgja við)
- Frukt verður tøkt gjøgnum dagin í øllum hallunum
- Um onkur hevur allergi, vinarliga sendið boð til neistin@neistin.fo
Í góðum hondum
- Børnini flyta seg í bólkum saman við 2-3 liðleiðarum
- Ongin fer einsamallur millum hallirnar
Endi á degnum
- Fyrsta dagin enda leikararnir í tí høllini, har tey hava vant
- Seinna dagin enda øll í Høllini á Hálsi til felags avslutning og myndatøku
- Báðir dagarnir enda kl. 15:00
Um spurningar eru, eru tit vælkomin at skriva til neistin@neistin.fo ella ringja á tel 233500.
Skrá fyri hvønn aldursbólk
HH1 = Høllin á Hálsi 1
Skot og avslutningarvøllur
HH2 = Høllin á Hálsi 2
Avlevering og bóltførleiki
SV = Styrkirúmið á Hálsi
Styrkivenjing og skaðafyribyging
GH = Gundadalshøllin
Skjótálop og 1v1
BH = Badmintonhøllin
Kvikleki, agilitetur og javnvág
Fimi = Fimi
Stuttleiki og rørsla
| fim | G10 | G12 | D10 | D12 | U14 |
| Dagur 1 | |||||
| 09.30 | Øll møta á Hálsi | ||||
| 10:00–10:50 | HH 2 | GH | HH 1 | Fimi | BH |
| 11:00–11:50 | HH 1 | Fimi | HH 2 | GH | BH |
| 12:00–13:00 | Øll eta í høllini á Hálsi | ||||
| 13:00–13:50 | Fimi | BH | GH | HH 1 | HH 2 |
| 14:00–14:50 | GH | HH 1 | Fimi | HH 2 | SV |
| 15:00 liðugt | Fyrsti dagurin endar í høllini tey hava vant | ||||
| Dagur 2 | |||||
| 9:45 | Øll møta har tey skulu venja | ||||
| 10:00–10:50 | BH | HH 2 | GH | HH 1 | Møta kl. 11 |
| 11:00–11:50 | HH 1 | HH 2 | BH | GH | SV |
| 12:00–12:45 | Øll eta í høllini á Hálsi | ||||
| 12:45–13:25 | HH 2 | SV | BH | HH 1 | GH |
| 13:35–14:20 | BH | HH 1 | HH 2 | SV | GH |
| 14:30–15:00 | Øll samlast í Høllini á Hálsi | ||||
