Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

Neistin fegnast um, at Wenzel verður stórstuðul hjá felagnum komandi tvey árini.

– Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini – bæði á landsliðum og í feløgunum. Tað er hugaligt at síggja, hvussu nógvar eldsálir leggja stórt arbeiði í at skapa góðar karmar fyri børn, ung og vaksin, sum hava brennandi áhuga fyri ítróttini, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, í sambandi við, at Wenzel hevur longt stuðulsavtaluna við Neistan.

Hesin hugburðurin er eisini nakað, sum vit í Neistanum fegnast um og kunnu spegla okkum í. – Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Wenzel og frá øllum okkara mongu trúføstu stuðlum. Tann hjálpin gevur okkum møguleika at halda fram við at menna felagið, skapa enn betri karmar fyri okkara leikarar og leggja lunnar undir eitt felag, har gleði, felagsskapur og ítróttalig menning altíð eru í miðdeplinum, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Neistanum.


Nýggjastu tíðindini