Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

Um eitt navn skal veljast, sum hevur myndað Neistan seinastu áratíggjuni, so man Súna Mørk vera eitt tað fyrsta navnið, komið verður í tankar um.

Mørk-familjan er ein Neistafamilja burturav, og Súna hevur seinastu 43 árini umboðað Neistan í øllum hugsandi leiklutum. Sum leikari, venjari, nevndarlimur, forkvinna, samskipari, fjeppari og peppari.

Harafturat hevur hon saman við manninum, Sámal Eriki Hentze, lagt ættarlið afturat til neistafamiljuna – børnini eru virkin í felagnum og ommubørnini koma vónandi eisini at vera tað. Tey sleppa helst ikki undan!

Súna byrjaði hjá Neistanum sum 10 ára gomul genta. Vant var í gomlu kommunuskúlahøllini og dystir vóru spældir uttandura. Nú spæla føroysku kvinnurnar á bonaðu gólvunum í Europa til bæði EM og HM-endaspøl. Men onki kemur av ongum – tað er púra vist.

Neistakvinnur eru nógv tær mest vinnandi í landinum. Higartil hava okkara kvinnur vunnið landskappingina 41 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Súna eigur nógvar av hesum gull-medaljum – so nógvar, at hon minnist ikki talið! Hon var bert 15 ára gomul, tá boð vóru eftir henni á besta liðnum.

Og síðani hevur Súna gingið á odda. Sum leikari, í nevndini og seinni aftur í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. Felagsnevnarin fyri alt, sum Súna fæst við, er at skapa góðar umstøður fyri onnur. At styrkja felagsskapin og møta fólki við virðing og áhuga.

Hetta sæst eisini týðiliga í yrkisleiðini hjá Súnu. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og var við til at seta Fountainhúsið á stovn, sum er eitt tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Hugsjónin er, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

Vit eru sera fegin um, at Súna hevur játtað at vera flaggberi í ár og framvegis ganga á odda fyri felagsskapinum í Neistanum, sum hon eigur so stóran lut í!

Góða Súna, takk fyri tíni stóru tøk – fyri Neistan og felagsskapin yvirhøvur!

Nevndin


Nýggjastu tíðindini