Author: Liljan Weihe

  • Rói Berg Hansen kemur heim til Neistan

    Rói Berg Hansen kemur heim til Neistan

    Eftir at hava spælt hondbólt uttanlands í nøkur ár, kemur Rói Berg Hansen heim aftur til Føroyar – til Neistan – at spæla.

    Rói Berg Hansen hevur verið partur av uppbyggingini av manslandsliðnum, sum júst hevur spælt EM í Oslo. Saman við øðrum góðum ungum monnum var hann partur av ungdómslandsliðnum, sum m.a. gjørdu vart við seg til U21-HM í Algeria í 2017. Síðani er tað blivið til tvey endaspøl fyri A-landslið – EM í Berlin í 2024 og síðani EM í Oslo í 2026.

    Vinstri vongurin á landsliðnum, sum er uppvaksin hjá Neistanum, fór uttanlands at menna seg sum hondbóltsleikara eftir góðu úrslitini hjá U21-landsliðnum í Algeria. Fyrst til FIF, síðani til Høj Elite og í løtuni spælir hann í Køge.

    Eftir summarfrítíðina kemur Rói heim til Neistan við skjáttuni fullari av góðum hondbóltsroyndum og førleikum. Umframt at vera yrkisleikari, lesur Rói eisini námsfrøði. Rói fer við sínum góðu hondbóltsevnum og námsfrøðiligu útbúgving at styrkja besta mansliðið hjá Neistanum, samstundis sum hann eisini leggur lunnar undir komandi ættarliðini hjá bæði kvinnum og monnum.

    Neistin er millum størstu hondbóltsfeløg í landinum. 550 børn, ung og vaksin spæla hondbólt hjá felagnum. Harafturat er ein herur av venjarum, sjálvbodnum og onnur knýtt at felagnum. Hetta er ein stór ábyrgd, sum Neistin tekur í størsta álvara. Tí brynjar felagið seg til framtíðina og arbeiðir miðvíst fyri, at Neistin skal vera Føroya besta og fremsta hondbóltsumhvørvi.

    Starvið hjá Róa er fulltíðarstarv og liður í hesi menningini og framtíðartrygging av Neistanum. Høvuðsuppgávurnar hjá Róa eru at vera styrkivenjari hjá ungdóminum, vera venjari hjá børnum og ungum umframt at spæla við besta mansliðnum.

    Hendan menningin ber bara til við vælvild frá kommununi, hollum stuðlum og øllum teimum sjálvbodnu, sum vilja og velja felagsskapin. Eina hjartans tøkk skulu tey øll hava.

    Neistin ynskir Róa Berg Hansen hjartaliga vælkomnan heim og gleðir seg til samstarvið!

  • Partille Cup 2026

    Partille Cup 2026

    Neistin luttekur á Partille Cup annað hvørt ár. Í 2026 luttaka vit frá 29. juni til 4. juli, men eru í Gøteborg frá sunnudegnum 28. juni til sunnudagin 5. juli.

    Um Partille Cup

    Partille Cup er heimsins størsta altjóða ungdómshondbóltskapping. Kappingin er í Gøteborg í Svøríki. Hvørt ár luttaka uml- 25.000 luttakarar við 1.400 liðum frá 50 ymiskum londum. Høvuðssætið hjá Partille Cup eitur Heden. Heden liggur mitt í býnum og er savningardepilin fyri kappingina. Á Heden eru, umframt hondbóltsvallir, eisini leiðbeining, ítróttarhandil, mat- og sølubúðir og ymiskt undirhald.

    Allir dystir verða spældir uttandura. Dystirnir verða spældir á Heden og í Kviberg, sum liggur í útjaðaranum av Gøteborg.

    Tilsamans verða uml. 70 vallir nýttir til uml. 5.000 dystir. Partille Cup er ein sera væl skipað kapping og á høgum hondbóltsligum støði. Ungdómurin fær upplivilsir og minnir fyri lívið, bæði í gaman og álvara. Tey fáa stórar hondbóltsligar avbjóðingar, og fyri felagið Neistan og fyri tann einstaka leikaran, er hesin túrurin sera gevandi sosialt.

    Nogv áhugavert um kappingina er at lesa her: https://partillecup.com/en

    Hvør luttekur í Partille Cup

    Neistin luttekur við aldursbólkunum frá U10 til U18. Liðini eru tilmeldaði árgang fyri árgang, tvs. U10, U11, U12, U13, U14 o.s.fr. Tað eru møguleikar fyri dispensatión, men tað er bert í undantaksstøðu og skal góðkennast av nevndini í Neistanum. Umbøn um dispensatión skal sendast til neistin@neistin.fo.

    Treytin fyri, at ein neistaárgangur kann luttaka í Partille Cup er, at tað eru í minsta lagi 9 leikarar á liðnum + 1 venjari. Best er tó, um 10 leikarar eru á liðnum í alt. Um ikki ber til at manna ein árgang bara við Neistaleikarum, er møguleiki at leita eftir leikarum í øðrum feløgum fyri at manna liðið. Hetta er eisini bert í undantaksstøðu og skal somuleiðis góðkennast av nevndini í Neistanum. Umbøn skal sendast til neistin@neistin.fo.

    Ferðing til Partille Cup

    Leikarar við familju/avvarandi syrgja sjálvi fyri ferðini til Keypmannahavnar ella allan vegin til Gøteborg, um ynski er um tað.

    Um undirtøka er fyri tí, skipar Neistin fyri bussi úr Keypmannahavn til Gøteborg sunnudagin 28. juni og úr Gøteborg til Keypmannahavnar sunnudagin 5. juli.

    Meira kunning um hetta seinni.

    Gisting i Gøteborg

    Gist verður á einum skúla í Gøteborg. Vanliga hevur Neistin fingið ein skúla til øll okkum neistafólk – leikarar, venjarar og avvarandi. Tað er eisini umbiðið í ár, men skúlar verða ikki útlutaðir fyrr enn seinni í vár.

    Liðleiðarar og venjarar

    Tað er krav frá Partille Cup, at liðini hava liðleiðarar til hvørt lið. Liðleiðarar eru foreldur/avvarandi og kunnu ikki eisini vera venjarar. Neistin hevur hesar ásetingar um liðleiðarar:

    • U10: 1 liðleiðara pr. barn
    • U11-U13: 1 liðleiðara pr. 3 børn
    • U14-15: 2 liðleiðarar pr. lið
    • U16+: 1 liðleiðara pr. lið

    Neistin ásetur harumframt venjarar til øll luttakandi liðini á Partille Cup.

    Liðleiðarar skulu búgva á skúlanum saman við børnunum og hava ábyrgd av liðunum millum dystir.

    Venjarin býr eisini á skúlanum, men vanliga búgva venjarar á skúlastovu fyri seg, uttan so at onkur venjari eisini er foreldur.

    Hetta verður skipað, tá vit kenna endaligu luttøkuna.

    Uppgávur hjá foreldrum og liðleiðarum

    Uppgávurnar hjá liðleiðarunum/foreldrum eru t.d.:

    • At syrgja fyri, at spælaraklæðir eru klár
    • At syrgja fyri, at 2 bóltar eru í liðtaskuni. Kravdu bóltastøddirnar eru á finna her https://partillecup.com/en/document/tournament-regulations
    • At eitt sett av vestum eru í liðtaskuni
    • At hava ísposa, plástur o.a. við til dystir
    • Kanna ferðaætlan til dystir
    • Tryggja, at leikarar hava vatndunkar og drekka nokk áðrenn, undir og eftir dyst
    • Hjálpa leikarar at halda avtalur um songartíð, máltíðir v.m.
    • Hjálpa venjaranum, um tørvur er á tí
    • Hugna og fjálga um liðið, so trivnaðurin er í hásæti

    Uppgávur hjá venjarum

    Venjarin hevur kunnleika til liðið og venur liðið áðrenn farið verður til Partille Cup. Á Partille Cup hevur venjarin ábyrgd av øllum tí hondbóltsliga rundan um dystin – upphiting, útskifting, taktikk o.s.fr.

    Kostnaður og tíðarfreistir

    Kostnaðurin fyri luttøku sæst her:  https://partillecup.com/en/costsfees

    Umframt hesar kostnaðir, skulu liðini gjalda fyri venjaran, sum kemur við liðnum. Tað verður uml. 3.500-4.000 kr/pers tilsamans.

    Samlaði kostnaðurin fyri hvønn einstakan verður gjørdur upp, tá vit kenna endaliga luttøkulistan.

    Foreldraumboðini á hvørjum árgangi hava ábyrgdina av at heinta neyðugar upplýsingar og pening inn frá leikarum og avvarandi og síðani flyta hann til Neistan innan hesar freistir:

    15. februar:

    Liðini á øllum árgangum verða tilmeldað. Kostnaðurin er 240 EUR fyri hvørt lið.

    1. mars:

    Endalig persónlig tilmelding skal vera framd fyri øll luttakandi – leikarar, venjarar og avvarandi. Tilmeldingarskjal verður sent til liðini.

    Eftir freistina ber til at rokna endaligt luttøkugjald út hjá hvørjum einstøkum luttakara.

    1. apríl:

    Endaligt luttøkugjald skal gjaldast.

    Við í prísinum er innivist á skúla við øllum máltíðum frá mánakvøldinum 29. juni til frokost leygardagin 4. juli. Eyka gjald er fyri eyka nætur og madrassur við seingjarklæðum.

    Eisini er ókeypis at koyra við bussi og sporvogni við Partille Cup passi og avsláttur til stuttleikaparkina, Liseberg.

    Lesið meira her https://partillecup.com/en/the-partille-cup-pass

    Praktisk kunning

    Allir dystir verða leiktir úti á grasi ella graslíki. Tí verður mælt til at hava gaggur við.

    Opening Ceremony, sjálv setanin av kappingini, er týskvøld í høllini, Scandinavium. Nakrir neistaleikarar eru við í skrúðgonguni. Nevndin tekur avgerð um, hvørji tey verða.

    Bólkaspæl verður spælt týsdag og mikudag. Allar finalur verða spældar leygardag.

    Øll lið spæla í minsta lagi 6 dystir. Dystirnir eru 2 * 15 minuttir, tó eru U18 og eldri 2 * 20 minuttir.

    European Open, sum er ein U-landsliðskapping, verður leikt samstundis sum Partille Cup í Gøteborg. Í ár eru tað dugnaligu U16-kvinnurnar hjá Føroyum, sum luttaka. Fleiri evnaríkar neistakvinnur eru á landsliðnum, so vit gleða okkum eisini til at fylgja teimum.

    Veitslan, Leaders Party, er fyri venjarar og liðleiðarar hóskvøld í Scandinavium.

    Samansjóðingartiltak

    Áðrenn vit øll fara til Partille Cup, verður skipað fyri einum samansjóðingartiltaki fyri allar leikarar, venjarar og familju.

    Meira kunning um hetta seinni.

    Pakkilisti

    • Pass
    • Ferðatrygging
    • Evt. heilivág
    • Hondbólt
    • Vatndunk
    • 2 handklæði
    • Tannbust & tannkrem
    • Shampoo & sápu
    • Deodorant
    • Sólbrillur
    • Sólkrem & aftersun
    • Shorts
    • T-shirt
    • Hosur +6 pør at spæla dyst í
    • Undirklæðir
    • Venjingarbuksir
    • Hondbóltsskógvar
    • Gaggir spælt verður uttandura á graslíki
    • Sandalir
    • Vanligar skógvar
    • Svimjiklæðir
    • Soviposa, um tað ikki verður bílagt
    • Madrassu, um tað ikki verður bílagt.
    • Lummapengar (Uml. 50 SEK um dagin)

    Øll, sum eiga eina neistadrakt, ferðast í neistadrakt. Hetta ger tað nógv lættari at síggja og finna hvønn annan, tá vit ferðast.

    Børnini koma at verða í spælaraklæðum fyri tað mesta gjøgnum dagin og í shorts- og/ella venjingarbuksum um kvøldarnar.

    Væl ber til at svimja í Gøteborg, so tað verður viðmælt at hava svimjiklæðir við.

  • Klædnaavtala komandi 4 árini

    Klædnaavtala komandi 4 árini

    Neistin ger 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT

    Vit í Neistanum eru sera glað fyri, at vit hava gjørt eina nýggja 4-ára samstarvsavtalu við Sport24 og SELECT. Avtalan merkir, at øll liðini hjá Neistanum fáa nýggj góðskuklæðir frá SELECT – samstundis sum vit fáa enn sterkari samleika.

    Øll børn og ung í Neistanum fáa ein ókeypis leikbúna við sínum egna nummari á.

    Nýggju klæðini kunnu brúkast bæði til dystir og í frítíðini. Samstundis ber til at keypa fleiri sett og sjálvandi eisini frítíðarklæðir v.m.

    Nýggju klæðini koma í handilin hjá Sport24 í SMS í september.

    Á myndini sæst forkvinna okkara Helena Dam á Neystabø og Atli Mikkelsen frá Sport24.

    Vit gleða okkum til nýggja kappingarárið í okkara nýggju búnum.

  • Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Um eitt navn skal veljast, sum hevur myndað Neistan seinastu áratíggjuni, so man Súna Mørk vera eitt tað fyrsta navnið, komið verður í tankar um.

    Mørk-familjan er ein Neistafamilja burturav, og Súna hevur seinastu 43 árini umboðað Neistan í øllum hugsandi leiklutum. Sum leikari, venjari, nevndarlimur, forkvinna, samskipari, fjeppari og peppari.

    Harafturat hevur hon saman við manninum, Sámal Eriki Hentze, lagt ættarlið afturat til neistafamiljuna – børnini eru virkin í felagnum og ommubørnini koma vónandi eisini at vera tað. Tey sleppa helst ikki undan!

    Súna byrjaði hjá Neistanum sum 10 ára gomul genta. Vant var í gomlu kommunuskúlahøllini og dystir vóru spældir uttandura. Nú spæla føroysku kvinnurnar á bonaðu gólvunum í Europa til bæði EM og HM-endaspøl. Men onki kemur av ongum – tað er púra vist.

    Neistakvinnur eru nógv tær mest vinnandi í landinum. Higartil hava okkara kvinnur vunnið landskappingina 41 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Súna eigur nógvar av hesum gull-medaljum – so nógvar, at hon minnist ikki talið! Hon var bert 15 ára gomul, tá boð vóru eftir henni á besta liðnum.

    Og síðani hevur Súna gingið á odda. Sum leikari, í nevndini og seinni aftur í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. Felagsnevnarin fyri alt, sum Súna fæst við, er at skapa góðar umstøður fyri onnur. At styrkja felagsskapin og møta fólki við virðing og áhuga.

    Hetta sæst eisini týðiliga í yrkisleiðini hjá Súnu. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og var við til at seta Fountainhúsið á stovn, sum er eitt tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Hugsjónin er, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

    Vit eru sera fegin um, at Súna hevur játtað at vera flaggberi í ár og framvegis ganga á odda fyri felagsskapinum í Neistanum, sum hon eigur so stóran lut í!

    Góða Súna, takk fyri tíni stóru tøk – fyri Neistan og felagsskapin yvirhøvur!

    Nevndin

  • Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Neistin fegnast um, at Wenzel verður stórstuðul hjá felagnum komandi tvey árini.

    – Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini – bæði á landsliðum og í feløgunum. Tað er hugaligt at síggja, hvussu nógvar eldsálir leggja stórt arbeiði í at skapa góðar karmar fyri børn, ung og vaksin, sum hava brennandi áhuga fyri ítróttini, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, í sambandi við, at Wenzel hevur longt stuðulsavtaluna við Neistan.

    Hesin hugburðurin er eisini nakað, sum vit í Neistanum fegnast um og kunnu spegla okkum í. – Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Wenzel og frá øllum okkara mongu trúføstu stuðlum. Tann hjálpin gevur okkum møguleika at halda fram við at menna felagið, skapa enn betri karmar fyri okkara leikarar og leggja lunnar undir eitt felag, har gleði, felagsskapur og ítróttalig menning altíð eru í miðdeplinum, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Neistanum.

  • Silja kemur heim aftur til Neistan

    Silja kemur heim aftur til Neistan

    Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

    “Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

    Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

    Vit fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.

    Hjartaliga vælkomin heim, Silja!