Author: Henny á Líknargøtu

  • Ársveitsla og 95 ára føðingardagur 9. mai

    Stóra ársveitslan og 95 ára føðingardagurin hjá Neistanum verður 9. mai.

    Veistlan verður hildin í B36 húsinum og kostnaðurin er 495 kr.

    Íroknað kostaðin eru vælkomstdrykkur, 3 rættir og vín/øl/sodavatn afturvið matinum.

    Aftaná borðhaldi fer DJ Haraldsen at diska fyri okkum.

    Øll eru hjartaliga vælkomin.

    Aldursmarkið er tó 18 ár.

    Soleiðis meldur at tú til:

    Rinda 495 kr. á 9181 – 4032057

    Viðmerk navn og eftirnavn

    Seinasta freist at melda til er 1. mai.

    Skrivað til neistin@neistin.fo um tú hevur spuringar.

    Vit gleða okkum

    Nevndin

  • Lutaseðlar

    Vinnarar av lutaseðlasøluni eru funnir:
    664: vann 1.000 kr. gávukort frá Smyril Line
    943: vann 500 kr. frá Føroya Tele
    630: vann 500 kr. frá Føroya Tele
    747: vann 1 eskju av Cadbury Kremeggum

    Hevur tú ein vinnaraseðil, vinarliga send okkum eina mynd av seðlinum saman við upplýsingum um teg til neistin@neistin.fo.

    Takk fyri stuðulin – og gleðiligar páskir

  • 𝗡𝗲𝗶𝘀𝘁𝗶𝗻 𝟵𝟱 á𝗿

    Leygardagin 21. mars hátíðarhalda vit 95 ára føðingardagin í Gundadalshøllini – og tú ert boðin við 💙

    ☕ Kaffi & køkur frá kl. 10–12

    🎈 Øll eru hjartaliga vælkomin

    📅 Set eisini X í kalendaran:

    Stóra 95 ára føðingardagsveitslan verður 16. mai 2026. Meira kunning um tíð og stað kemur seinni💙

  • Jólatræ frá Neistanum

    Jólatræ frá Neistanum

    Aftur í ár skipa vit í Neistanum fyri jólatræssølu.

    Vit selja beint uttanfyri Gundadalshøllina.

    Sølan byrjar týsdagin 9. desember og er fram til 20. desember.

    Prísurin er úr 350 kr.

    Vit gleða okkum at hjálpa tykkum at finna rætta træið 💙

    Soleiðis hava vit opið:

    Gerandisdagar frá 15:00 – 19:00

    Leygardagar frá 10:00 – 18:00

    Sunudagar frá 14:00 – 18:00

  • Limadagur 26. september

    Limadagur 26. september

    Øll eru vælkomin at hugna sær, hoyra meira um Neistan og melda til.

    Í Høllini á Hálsi frá kl. 15.30 til 22.00

    Skráin:

    Kl. 15.30 – Mini til U10

    Børnini:

    • Hugni í høllini
    • Minihondbóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri

    Kl. 17.30 – Øll saman

    • Felags foreldrafundur í høll 1
    • Neistin bjóðar øllum børnum og foreldrum døgurða

    Kl. 19.00 – U12 til U16

    Ungdómurin:

    • Framløga um at mennast sum hondbóltleikari kropsliga, mentalt og sosialt
    • Minibóltur og spøl saman við SMS/Burn leikarum
    • Straffikapping móti Yui og Silju

    Foreldrini:

    • Avgreiða limagjald
    • Fáa Holdsport at rigga
    • Taka ímóti leikaraklæðum
    • Keypa klædnapakka og vørur frá Sport24 við 20% í avsláttri
  • Árskort 2025/2026

    Árskort 2025/2026

    Soleiðis keypir tú kortið:

    Tú kanst keypa kortið til heimadystir. Tað ber eisini til at senda ein teldupost til: neistin@neistin.fo – upplýs navnið sum skal standa á kortinum og flyt 1.000 kr. á 9181 403.205.7

  • Stuðlafelagið hevur eyka aðalfund

    Stuðlafelagið hjá Neistanum hevur eyka aðalfund týsdagin 2. desember 2025 kl. 17:00 í Neistahølinum.

    Skrá:

    • Val av tveimum tiltakslimum
    • Ymiskt

    Vinarliga

    Nevndin