Lógir

Viðtøkur felagsins

Lógir

§1.

Navn felagsins er “Hondbóltsfelagið Neistin”

§2.
Heimstaður felagsins er Tórshavn

§3. Mið felagsins er gjøgnum hondbólt at menna børn, ung og vaksin kropsliga, sosialt og menniskjaliga, og at skapa trivnað, felagsskap og ábyrgd í tryggum og mennandi kørmum. Felagið skal arbeiða fyri, at limir fáa gleði við ítrótti og rørslu, og at henda gleði kann bera víðari gjøgnum alt lívið.

§4.
Øll kunnu gerast limir antin sum íðkandi ella sum ikki íðkandi.

§5.
Nevndin ásetur á hvørjum ári limagjaldið fyri ymsu deildirnar. Limur, ið skyldar limagjald, hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundinum. Leikari hevur ikki rætt til at luttaka í venjing ella at leika dyst fyrr enn limagjaldið er goldið, ella at gjaldsavtala er fingin í lag við nevndina.

§6.
Persónur gerst limur í felagnum, tá ið hann hevur biðið um upptøku, er skrásettur sum limur og hevur goldið limagjaldið. Limur, sum ynskir at gevast í felagnum, skal boða venjara ella nevndini frá hesum. Limur, sum ikki hevur goldið limagjaldið innan ein mánað eftir lokna gjaldsfreist, kann verða strikaður úr limaskránni.

§7.
Limir í Stuðlafelagnum Neistanum hava rætt at íðka ítrótt í felagnum á jøvnum føti við íðkandi limirnar. Íðkandi stuðlafelagslimirnir hava somu skyldur í felagsarbeiðnum sum íðkandi limir. Stuðlafelagslimir, sum hava goldið limagjald – hava atkvøðurætt á aðalfundinum og kunnu verða valdir í aðalnevndina.

§8.
Til at skipa fyri viðurskiftum felagsins, velur felagið á hvørjum aðalfundi eina aðalnevnd við fimm til ellivu limum.

Aðalnevndin skipar seg við formanni/-kvinnu, næstformanni/-kvinnu, kassameistara, skrivara og nevndarlimum. Aðalnevndin kann seta kassameistara uttanfyri nevndina. Tveir tiltakslimir og ein roknskapargrannskoðari skulu veljast til aðalnevndina. Fáa tvey ella fleiri valevni eins nógvar atkvøður, verður bundið val teirra millum. Stendur framvegis á jøvnum verður valið avgjørt við lutakasti.

Atkvøðurætt á aðalfundi hava limir, sum eru 14 ár og eldri, og sum hava goldið limagjald sambært §5. Fyri limir yngri enn 14 ár kann eitt foreldur ella verji møta á aðalfundi við tali- og atkvøðurætti vegna limin. Foreldur at limum undir 18 ár hava møti- og talirætt á aðalfundi.

Valbærur er hvør limur, sum er myndugur.

§9.
Limur, sum ikki er førur fyri at møta á aðalfundi, kann verða valdur við skrivligum umboði.

§10.
Ársaðalfundur verður hildin í seinasta lagi tann 15. juni og skal verða lýstur á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 14 dagar frammanundan. Møguliga innkomin mál skulu lýsast á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 6 dagar fyri aðalfundin. Ársaðalfundurin hevur hægsta avgerðarrætt í øllum felagsmálum. Alment atkvøðufleirtal er nóg mikið til at avgera øll vanlig mál, undantikin eru tey í lógini aðra staðir nevndu málini. Eru atkvøðurnar fyri og ímóti javnar í tali, er atkvøða orðstýrarans avgerandi. Viðtøkurnar kunnu tó ikki broytast, uttan so er, at 2/3 av atkvøðunum eru fyri broytingini. Eykaaðalfundur skal boðast eins og aðalfundur. Eykaaðalfundur er avgerðarførur, sjálvt um fáir limir eru møttir á fundi, undantikin eru tey mál, ið skilað er til í § 15. Eingin limur kann atkvøða, er hann ikki sjálvur komin á fundin. Atkvøðugreiðslur skulu vera skrivligar og loyniligar, um ein limur ynskir tað.

§11.
Á ársaðalfundinum sigur aðalnevndin frá virkinum í farna árinum ogleggur fram grannskoðan roknskap til góðkenningar. Síðan koma til viðgerðar tey uppskot, ið framsett eru. Uppskotini mugu verða givin nevndini upp í hendi minst átta dagar undan aðalfundinum. Seinast verða nýggjar nevndir, roknskapargrannskoðari og tiltakslimir valdir. Roknskaparárið er frá 1. mai til 30. apríl.

§12.
Boðast kann til eykaaðalfundar, tá ið aðalnevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið í minsta lagi 25 av limunum krevja tað. Eitt slíkt krav má vera grundgivið og skal sendast aðalnevndini skrivliga.

§13.
Aðalnevndin kann boða til eykaaðalfundar, um hon ynskir nakran lim útkoyrdan, og hon skal vera skyldug at boða til slíkan fund, tá ið minst 25 limir skrivliga biða um tað og skilar til, hví slík útkoyring eigur at verða framd. Fyri at ein limur skal kunna vera útkoyrdur, skulu í minsta lagi 2/3 av atkvøðunum eru fyri útkoyringini. Hetta er tó ikki galdandi fyri viðurskifti í samband við limagjald.

§ 14.
Aðalnevndin rekur øll vanlig felagsmál til teirra minstu lutir og skal føra bók yvir viðurskifti felagsins, innkrevja allar inntøkur felagsins og eigur heimild at gjalda allar neyðsýntar útreiðslur. Í dagligu viðurskiftum felagsins hevur aðalnevndin allan avgerðarrætt og er andlit felagsins úteftir. Deildarnevndir reka øll mál, ið teimum tilkoma.

§ 15.
Samtyktir um at avtaka felagið ella broyta navn tess kunnu bert gerast á aðalfundi, ið verður samankallaður við tí endamáli, og bert tá 3/4 av teimum givnu atkvøðunum eru fyri, eins og minst helvtin av limunum mugu vera á fundi. Eru ikki nóg nógvir limir møttir, verður boðað til nýggjan aðalfund, ið so kann avgera hetta mál við almennum atkvøðufleirtali uttan mun til, hvussu mangir, ið eru komnir á fund. Á sama hátt skal avgerast, hvussu skal vera borið at við at selja ognir felagsins o.a., ið gerst neyðsýnt av slíkari samtykt. Tó er í hesum máli alment atkvøðufleirtal avgerðarført.

Endurskoðað maj 2026