Category: Tíðindi

  • Stuðlafelagið hevur eyka aðalfund

    Stuðlafelagið hjá Neistanum hevur eyka aðalfund týsdagin 2. desember 2025 kl. 17:00 í Neistahølinum.

    Skrá:

    • Val av tveimum tiltakslimum
    • Ymiskt

    Vinarliga

    Nevndin

  • Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Súna Mørk: Flaggberi, fyrimynd og felagsskapur

    Um eitt navn skal veljast, sum hevur myndað Neistan seinastu áratíggjuni, so man Súna Mørk vera eitt tað fyrsta navnið, komið verður í tankar um.

    Mørk-familjan er ein Neistafamilja burturav, og Súna hevur seinastu 43 árini umboðað Neistan í øllum hugsandi leiklutum. Sum leikari, venjari, nevndarlimur, forkvinna, samskipari, fjeppari og peppari.

    Harafturat hevur hon saman við manninum, Sámal Eriki Hentze, lagt ættarlið afturat til neistafamiljuna – børnini eru virkin í felagnum og ommubørnini koma vónandi eisini at vera tað. Tey sleppa helst ikki undan!

    Súna byrjaði hjá Neistanum sum 10 ára gomul genta. Vant var í gomlu kommunuskúlahøllini og dystir vóru spældir uttandura. Nú spæla føroysku kvinnurnar á bonaðu gólvunum í Europa til bæði EM og HM-endaspøl. Men onki kemur av ongum – tað er púra vist.

    Neistakvinnur eru nógv tær mest vinnandi í landinum. Higartil hava okkara kvinnur vunnið landskappingina 41 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Súna eigur nógvar av hesum gull-medaljum – so nógvar, at hon minnist ikki talið! Hon var bert 15 ára gomul, tá boð vóru eftir henni á besta liðnum.

    Og síðani hevur Súna gingið á odda. Sum leikari, í nevndini og seinni aftur í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. Felagsnevnarin fyri alt, sum Súna fæst við, er at skapa góðar umstøður fyri onnur. At styrkja felagsskapin og møta fólki við virðing og áhuga.

    Hetta sæst eisini týðiliga í yrkisleiðini hjá Súnu. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og var við til at seta Fountainhúsið á stovn, sum er eitt tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Hugsjónin er, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

    Vit eru sera fegin um, at Súna hevur játtað at vera flaggberi í ár og framvegis ganga á odda fyri felagsskapinum í Neistanum, sum hon eigur so stóran lut í!

    Góða Súna, takk fyri tíni stóru tøk – fyri Neistan og felagsskapin yvirhøvur!

    Nevndin

  • Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell

    Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell

    Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington  og Nicolas Satchwell næstu tvey árini.

    Neistin fegnast um at kunna leingja samstarvið við høvuðsvenjaran Scott Harrington næstu tvey árini eins og við høvuðsvenjaran hjá kvinnuliðum Neistans Nicolas Satchwell. Samstarvið millum Neistan og Scott og Nicolas hevur roynst væl, og hevur lagt lunnar undir hondbóltvenjing á høgum stigi fyri bæði ungdóm og vaksin í Neistanum – og at børn, ung og vaksin, sum hava áhuga fyri at spæla hondbólt, fáa júst ta avbjóðing, sum tey hava brúk fyri.

    Scott Harrington er høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Neistanum 2025 – 2027

    Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2025-27 verður sostatt  tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington og Kári Horn verður hjálparvenjari.  Málmansvenjari verður Dejan Lacok, og fara tey í felag at hava ábyrgd av besta mansliði Neistans.

    Nicolas Satchwell verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2025 – 2027

    Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður Nicolas Satchwell, hjálparvenjari verður Teitur Magnussen og málmansvenjaran Dejan Lacok, sum eisini hevur longt samstarvsavtaluna við Neistan. Dejan Lacok verður somuleiðis málmansvenjari hjá ungdómsliðum Neistans.

    Yui Shibuya heldur fram sum málverji hjá besta kvinnuliði og sum venjari hjá barna- og ungdómsliðum í felagnum.

    Neistin fegnast um at hesi hava játtað at samstarva við Neistan.  

    Scott Harrington  tryggjar ungdómsarbeiðið í Neistanum

    Neistin fegnast um, at Scott Harrington fer at arbeiða burturav hjá Neistanum, at at hann tekur á seg  ábyrgd fyri samskipanina av venjingini av øllum ungdómsárgangunum há Neistanum, bæði á dreingja- og gentusíðuni.

    Neistin vil við hesum bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at venja hondbólt í Neistanum næstu kappingarárini.

    Nevndin

  • Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Wenzel stórstuðul hjá Neistanum

    Neistin fegnast um, at Wenzel verður stórstuðul hjá felagnum komandi tvey árini.

    – Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini – bæði á landsliðum og í feløgunum. Tað er hugaligt at síggja, hvussu nógvar eldsálir leggja stórt arbeiði í at skapa góðar karmar fyri børn, ung og vaksin, sum hava brennandi áhuga fyri ítróttini, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, í sambandi við, at Wenzel hevur longt stuðulsavtaluna við Neistan.

    Hesin hugburðurin er eisini nakað, sum vit í Neistanum fegnast um og kunnu spegla okkum í. – Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Wenzel og frá øllum okkara mongu trúføstu stuðlum. Tann hjálpin gevur okkum møguleika at halda fram við at menna felagið, skapa enn betri karmar fyri okkara leikarar og leggja lunnar undir eitt felag, har gleði, felagsskapur og ítróttalig menning altíð eru í miðdeplinum, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Neistanum.

  • Lise Marie Nesse Evensen kemur til Neistan

    Lise Marie Nesse Evensen kemur til Neistan

    Neistin og Lise Marie Nesse Evensen hava gjørt avtalu komandi tvey kappingarárini, og tað merkir, at Lise Marie verður partur av okkara SMS-liði.

    Lise Marie er strika og spældi við VÍF seinasta kappingarár. Hon er fødd í 1998 og er úr Drammen í Noregi. Lise Marie hevur drúgvar royndir á høgum støði. Hon hevur spælt við FCM og Hadsten í Danmark, Glassverket IF og Storhamar Håndball í Noregi, umframt við VÍF.

    – Vit í Neistanum fegnast um, at Lise Marie nú verður ein partur av okkum, og vit gleða okkum at fáa gagn av hennara royndum og styrkjum, sigur Nicholas Satchwell, venjari.

    Neistin ynskir Lise Marie hjartaliga vælkomna – og vit gleða okkum at síggja hana á vøllinum í bláa búnanum.

  • Silja kemur heim aftur til Neistan

    Silja kemur heim aftur til Neistan

    Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

    “Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

    Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

    Vit fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.

    Hjartaliga vælkomin heim, Silja!

  • Neistin nýggja nevnd

    Neistin nýggja nevnd

    Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald.

    Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen.

    Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.

    Tí ynskir Neistin so hjartaliga at takka fráfarandi nevndarlimunum Fríða Magnussen, formanni, Sylviu Berg Johansen og Haraldi Joensen fyri teirra stóra og trúgva arbeiði fyri felagið. Tey hava lagt nógv fyri, bæði í nevndararbeiðnum og í gerandisdegnum í høllini – og úrslitið er greitt:

    Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum!

    Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.

    Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.

    Vit síggjast í høllini!

    Blátt er gott!

    Nevnd Neistans