Partille Cup 2026

Neistin luttekur á Partille Cup annað hvørt ár. Í 2026 luttaka vit frá 29. juni til 4. juli, men eru í Gøteborg frá sunnudegnum 28. juni til sunnudagin 5. juli.

Um Partille Cup

Partille Cup er heimsins størsta altjóða ungdómshondbóltskapping. Kappingin er í Gøteborg í Svøríki. Hvørt ár luttaka uml- 25.000 luttakarar við 1.400 liðum frá 50 ymiskum londum. Høvuðssætið hjá Partille Cup eitur Heden. Heden liggur mitt í býnum og er savningardepilin fyri kappingina. Á Heden eru, umframt hondbóltsvallir, eisini leiðbeining, ítróttarhandil, mat- og sølubúðir og ymiskt undirhald.

Allir dystir verða spældir uttandura. Dystirnir verða spældir á Heden og í Kviberg, sum liggur í útjaðaranum av Gøteborg.

Tilsamans verða uml. 70 vallir nýttir til uml. 5.000 dystir. Partille Cup er ein sera væl skipað kapping og á høgum hondbóltsligum støði. Ungdómurin fær upplivilsir og minnir fyri lívið, bæði í gaman og álvara. Tey fáa stórar hondbóltsligar avbjóðingar, og fyri felagið Neistan og fyri tann einstaka leikaran, er hesin túrurin sera gevandi sosialt.

Nogv áhugavert um kappingina er at lesa her: https://partillecup.com/en

Hvør luttekur í Partille Cup

Neistin luttekur við aldursbólkunum frá U10 til U18. Liðini eru tilmeldaði árgang fyri árgang, tvs. U10, U11, U12, U13, U14 o.s.fr. Tað eru møguleikar fyri dispensatión, men tað er bert í undantaksstøðu og skal góðkennast av nevndini í Neistanum. Umbøn um dispensatión skal sendast til neistin@neistin.fo.

Treytin fyri, at ein neistaárgangur kann luttaka í Partille Cup er, at tað eru í minsta lagi 9 leikarar á liðnum + 1 venjari. Best er tó, um 10 leikarar eru á liðnum í alt. Um ikki ber til at manna ein árgang bara við Neistaleikarum, er møguleiki at leita eftir leikarum í øðrum feløgum fyri at manna liðið. Hetta er eisini bert í undantaksstøðu og skal somuleiðis góðkennast av nevndini í Neistanum. Umbøn skal sendast til neistin@neistin.fo.

Ferðing til Partille Cup

Leikarar við familju/avvarandi syrgja sjálvi fyri ferðini til Keypmannahavnar ella allan vegin til Gøteborg, um ynski er um tað.

Um undirtøka er fyri tí, skipar Neistin fyri bussi úr Keypmannahavn til Gøteborg sunnudagin 28. juni og úr Gøteborg til Keypmannahavnar sunnudagin 5. juli.

Meira kunning um hetta seinni.

Gisting i Gøteborg

Gist verður á einum skúla í Gøteborg. Vanliga hevur Neistin fingið ein skúla til øll okkum neistafólk – leikarar, venjarar og avvarandi. Tað er eisini umbiðið í ár, men skúlar verða ikki útlutaðir fyrr enn seinni í vár.

Liðleiðarar og venjarar

Tað er krav frá Partille Cup, at liðini hava liðleiðarar til hvørt lið. Liðleiðarar eru foreldur/avvarandi og kunnu ikki eisini vera venjarar. Neistin hevur hesar ásetingar um liðleiðarar:

  • U10: 1 liðleiðara pr. barn
  • U11-U13: 1 liðleiðara pr. 3 børn
  • U14-15: 2 liðleiðarar pr. lið
  • U16+: 1 liðleiðara pr. lið

Neistin ásetur harumframt venjarar til øll luttakandi liðini á Partille Cup.

Liðleiðarar skulu búgva á skúlanum saman við børnunum og hava ábyrgd av liðunum millum dystir.

Venjarin býr eisini á skúlanum, men vanliga búgva venjarar á skúlastovu fyri seg, uttan so at onkur venjari eisini er foreldur.

Hetta verður skipað, tá vit kenna endaligu luttøkuna.

Uppgávur hjá foreldrum og liðleiðarum

Uppgávurnar hjá liðleiðarunum/foreldrum eru t.d.:

  • At syrgja fyri, at spælaraklæðir eru klár
  • At syrgja fyri, at 2 bóltar eru í liðtaskuni. Kravdu bóltastøddirnar eru á finna her https://partillecup.com/en/document/tournament-regulations
  • At eitt sett av vestum eru í liðtaskuni
  • At hava ísposa, plástur o.a. við til dystir
  • Kanna ferðaætlan til dystir
  • Tryggja, at leikarar hava vatndunkar og drekka nokk áðrenn, undir og eftir dyst
  • Hjálpa leikarar at halda avtalur um songartíð, máltíðir v.m.
  • Hjálpa venjaranum, um tørvur er á tí
  • Hugna og fjálga um liðið, so trivnaðurin er í hásæti

Uppgávur hjá venjarum

Venjarin hevur kunnleika til liðið og venur liðið áðrenn farið verður til Partille Cup. Á Partille Cup hevur venjarin ábyrgd av øllum tí hondbóltsliga rundan um dystin – upphiting, útskifting, taktikk o.s.fr.

Kostnaður og tíðarfreistir

Kostnaðurin fyri luttøku sæst her:  https://partillecup.com/en/costsfees

Umframt hesar kostnaðir, skulu liðini gjalda fyri venjaran, sum kemur við liðnum. Tað verður uml. 3.500-4.000 kr/pers tilsamans.

Samlaði kostnaðurin fyri hvønn einstakan verður gjørdur upp, tá vit kenna endaliga luttøkulistan.

Foreldraumboðini á hvørjum árgangi hava ábyrgdina av at heinta neyðugar upplýsingar og pening inn frá leikarum og avvarandi og síðani flyta hann til Neistan innan hesar freistir:

15. februar:

Liðini á øllum árgangum verða tilmeldað. Kostnaðurin er 240 EUR fyri hvørt lið.

1. mars:

Endalig persónlig tilmelding skal vera framd fyri øll luttakandi – leikarar, venjarar og avvarandi. Tilmeldingarskjal verður sent til liðini.

Eftir freistina ber til at rokna endaligt luttøkugjald út hjá hvørjum einstøkum luttakara.

1. apríl:

Endaligt luttøkugjald skal gjaldast.

Við í prísinum er innivist á skúla við øllum máltíðum frá mánakvøldinum 29. juni til frokost leygardagin 4. juli. Eyka gjald er fyri eyka nætur og madrassur við seingjarklæðum.

Eisini er ókeypis at koyra við bussi og sporvogni við Partille Cup passi og avsláttur til stuttleikaparkina, Liseberg.

Lesið meira her https://partillecup.com/en/the-partille-cup-pass

Praktisk kunning

Allir dystir verða leiktir úti á grasi ella graslíki. Tí verður mælt til at hava gaggur við.

Opening Ceremony, sjálv setanin av kappingini, er týskvøld í høllini, Scandinavium. Nakrir neistaleikarar eru við í skrúðgonguni. Nevndin tekur avgerð um, hvørji tey verða.

Bólkaspæl verður spælt týsdag og mikudag. Allar finalur verða spældar leygardag.

Øll lið spæla í minsta lagi 6 dystir. Dystirnir eru 2 * 15 minuttir, tó eru U18 og eldri 2 * 20 minuttir.

European Open, sum er ein U-landsliðskapping, verður leikt samstundis sum Partille Cup í Gøteborg. Í ár eru tað dugnaligu U16-kvinnurnar hjá Føroyum, sum luttaka. Fleiri evnaríkar neistakvinnur eru á landsliðnum, so vit gleða okkum eisini til at fylgja teimum.

Veitslan, Leaders Party, er fyri venjarar og liðleiðarar hóskvøld í Scandinavium.

Samansjóðingartiltak

Áðrenn vit øll fara til Partille Cup, verður skipað fyri einum samansjóðingartiltaki fyri allar leikarar, venjarar og familju.

Meira kunning um hetta seinni.

Pakkilisti

  • Pass
  • Ferðatrygging
  • Evt. heilivág
  • Hondbólt
  • Vatndunk
  • 2 handklæði
  • Tannbust & tannkrem
  • Shampoo & sápu
  • Deodorant
  • Sólbrillur
  • Sólkrem & aftersun
  • Shorts
  • T-shirt
  • Hosur +6 pør at spæla dyst í
  • Undirklæðir
  • Venjingarbuksir
  • Hondbóltsskógvar
  • Gaggir spælt verður uttandura á graslíki
  • Sandalir
  • Vanligar skógvar
  • Svimjiklæðir
  • Soviposa, um tað ikki verður bílagt
  • Madrassu, um tað ikki verður bílagt.
  • Lummapengar (Uml. 50 SEK um dagin)

Øll, sum eiga eina neistadrakt, ferðast í neistadrakt. Hetta ger tað nógv lættari at síggja og finna hvønn annan, tá vit ferðast.

Børnini koma at verða í spælaraklæðum fyri tað mesta gjøgnum dagin og í shorts- og/ella venjingarbuksum um kvøldarnar.

Væl ber til at svimja í Gøteborg, so tað verður viðmælt at hava svimjiklæðir við.


Nýggjastu tíðindini