Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell næstu tvey árini.
Neistin fegnast um at kunna leingja samstarvið við høvuðsvenjaran Scott Harrington næstu tvey árini eins og við høvuðsvenjaran hjá kvinnuliðum Neistans Nicolas Satchwell. Samstarvið millum Neistan og Scott og Nicolas hevur roynst væl, og hevur lagt lunnar undir hondbóltvenjing á høgum stigi fyri bæði ungdóm og vaksin í Neistanum – og at børn, ung og vaksin, sum hava áhuga fyri at spæla hondbólt, fáa júst ta avbjóðing, sum tey hava brúk fyri.
Scott Harrington er høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Neistanum 2025 – 2027
Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2025-27 verður sostatt tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington og Kári Horn verður hjálparvenjari. Málmansvenjari verður Dejan Lacok, og fara tey í felag at hava ábyrgd av besta mansliði Neistans.
Nicolas Satchwell verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2025 – 2027
Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður Nicolas Satchwell, hjálparvenjari verður Teitur Magnussen og málmansvenjaran Dejan Lacok, sum eisini hevur longt samstarvsavtaluna við Neistan. Dejan Lacok verður somuleiðis málmansvenjari hjá ungdómsliðum Neistans.
Yui Shibuya heldur fram sum málverji hjá besta kvinnuliði og sum venjari hjá barna- og ungdómsliðum í felagnum.
Neistin fegnast um at hesi hava játtað at samstarva við Neistan.
Scott Harrington tryggjar ungdómsarbeiðið í Neistanum
Neistin fegnast um, at Scott Harrington fer at arbeiða burturav hjá Neistanum, at at hann tekur á seg ábyrgd fyri samskipanina av venjingini av øllum ungdómsárgangunum há Neistanum, bæði á dreingja- og gentusíðuni.
Neistin vil við hesum bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at venja hondbólt í Neistanum næstu kappingarárini.
Nevndin