

Yvirlit
- Neistahátturin – saman skapa vit menning og trivnað
- Neistahátturin – vegleiðing til foreldur
- U10: Menna spæligleði og grundvenjingar
- U12: Menna sjálvsálit og støðufesti
- U14: Stuðla sjálvstøði og menning
- U16: Vegleið móti sjálvstøði og ábyrgd
- U18: Hav álit á teirra menning
Neistahátturin – saman skapa vit menning og trivnað
Í Neistanum trúgva vit upp á langskygda menning av hondbóltsleikarum – og menniskjum.
“Neistahátturin” er okkara felags menningarhugtak fyri leikarar frá U10 til U18, og skal vegleiða okkara leikarar á ferðini frá barna- til vaksnamannahondbólt – og samstundis varðveita lívslanga gleði við ítróttini.
Neistahátturin er grundaður á nýggja venjingargransking við denti á langtíðar menning heldur enn stuttskygdum úrslitum. Leikarar fáa eina røð av kropsligum, tekniskum og taktiskum førleikum og verða eisini bjóðað av sálarliga og sosialt hóskandi til teirra aldur og menningarstig.
Við støði í menningarætlanum og gransking, vita vit, at ungir leikarar trívast best í umhvørvum, ið bæði eru skipaði og smidlig, avbjóðandi og trygg, kappingarsinnað og fevnandi. Hvør einstakur venjari í Neistanum er ein týðandi partur av størra samanhanginum, ein álítandi vegleiðari, sum mennir førleikar, byggir mótstøðuføri, gevur leikarum sjálvsálit og áhaldandi eggjar teimum at læra bæði á og uttanfyri vøllin.
Okkara handbøkur til hvønn aldursbólk fylgja hesi hugsan. Hvørt stig byggir á tað undanfarna: frá grundleggjandi rørslu og læru gjøgnum spæl í U10 til tekniskar og taktiskar førleikar í U18.
Við aðalmálunum um samanhald, miðvísa venjing, sjálvstøðuga menning, taktiskt spæl og leikaraábyrgd, tryggja vit, at okkara leikarar eru klárir til vaksnamannahondbólt og aðrar avbjóðingar við.
Við høgum vónum og umsorgan fyri einstaka leikaranum tryggja vit, at øll verða sædd, ment og finna gleði í tingongdini. Soleiðis styrkja vit felagsskapin. Soleiðis er Neistahátturin.

Neistahátturin – vegleiðing til foreldur
Í Neistanum síggja vit leikaramenning sum eina langtíðarætlan, sum er grundað á umsorgan, reglusemi og samstarv. Foreldur eru týdningarmikil í hesi tilgongd. Hendan vegleiðing lýsir, hvussu tú á best stuðlar tínum barni – bæði á og uttan fyri vøllin.
Felags fyri allar aldursbólkar
- Kensluligur stuðul er týdningarmiklari enn tekniskar leiðbeiningar.
- Eggjan (ikki trýst) styrkir sjálvsálit og motivatión.
- Foreldrafyrimyndir stuðla lívslangum hugi til ítróttin t.d. við at vísa gleði við kropsligum virksemi.
- Opið samskifti millum foreldur, barn og venjara skapar álit og fyribyrgir mistrivnaði.
- Alkohol er ikki partur av tiltøkum hjá ungdóminum í Neistanum

Góð ráð til foreldur
- Fevn um hugburð, feilir og læring
Sig “Mær dámdi væl at síggja teg spæla“ heldur enn at viðmerkja avrik.
- Halt fast í hvíld, kosti og vanum
Ein sunnur og vanafastur gerandisdagur stuðlar menningini.
- Ver ein fyrimynd
Ver rólig/ur og fyrimyndarlig/ur á síðulinjuni – børnini spegla tín atburð.
- Virð venjaran
Hóast ósemju við venjaranum skalt tú vísa barninum, hvussu ósemjur handfarast virðiliga.
- Fagna menningini
Hugsa um menningina – ikki bert um úrslit, mál og heiðursmerki.

U10: Menna spæligleði og grundvenjingar
Venjaraleiklutur og høvuðsendamál
Sum U10-venjari er tín høvuðsuppgáva at kveikja gleðina við hondbólti og leggja eitt tekniskt, kropsligt, taktiskt og sosialt grundarlag fyri framtíðar menning. Legg dent á felagsskap, har øll børnini kenna seg sædd og týdningarmikil. Tín leiklutur er ikki at fáa úrslit, men at skapa góðar karmar fyri menning, sum við tíðini kann umsetast til úrslit.
- Tryggja tær, at hópurin savnast áðrenn og aftaná venjing, so øll børnini kenna seg sædd
- Lær teg nøvnini á øllum børnunum og gev teimum viðmerkingar og viðurkenning
- Tryggja tær, at øll eru við uttan mun til førleikar
- Menn eginleikar sum disiplin, úthaldni og samstarv
- Skapa fjølbroyttar venjingar við spælgrundaðari læring
- Skipa fyri ymiskum rørslum og hugsa um menning av rørsluførleikum
- Legg dent á, at børnini skulu dáma hondbólt og at venja
Tekniskir førleikar
Álop
- 1-móti-1 spæl og einfaldar fintur
- Standiskot og hoppiskot
- Kasta og lofta í rørslu – við báðum hondum
- Stilla seg rætt, at flyta seg við og uttan bólt
Verja
- Grundleggjandi fótarbeiði
- Flyta seg til síðurnar, at verja og at stilla seg rætt
Málverji
- Vera klár/ur og eygleiða bóltin
- Grundreglur fyri at flyta seg til síðurnar
Taktisk fatan og spælskil
- Vinna 1-móti-1 á smáu økjunum, skapa 2-móti-1
- Læra smáspøl umvegis 2-móti-2 og 3-móti-3
- Rørslur uttan bólt (brúka frítt øki)
- Læra samstarv við at renna stafet og gera bólkauppgávur
- Læra at spæla á heilum vølli (onki fast pláss á vøllinum)
- Verja leikara móti leikara og sum lið
- Royna ymisk pláss í venjing og í dysti
Likamlig menning Hondbóltsvenjingin skal fevna um fjølbroytt kropsligt virksemi:
- Tamarhald á rørslu
- Skjótleiki, styrki og støðufesti (aldurshóskandi)
- Eggja til at íðka fleiri ítróttargreinar og til uttandura spæl
- Dentur á stuttleika, førleika og rørslu – ikki úrslit
Mental og sosial menning Mental
- Læra, at feilir eru ein partur av menningini
Sosial
- Virða liðfelagar og venjara
- Hava útgerðina í lagi
- Virkin luttøka
- Hjálpa at skapa ein góðan liðanda
Mál
Við endan av U10, skulu leikarar duga at:
- Avlevera, lofta og skjóta
- Skilja 1-móti-1 og brúka vøllin
- Flyta seg við og uttan bólt
- Samstarva og fylgja reglum
- Njóta venjing og vera virkin
Venjaratilgongd og góð ráð
- Ver positiv/ur, eggjandi og tolin
- Vís dømir og vegleið spølini
- Stuttar og greiðar leiðbeiningar
- Legg dent á ómak heldur enn úrslit
- Eggja leikarum til sjálvir at loysa trupulleikar
- Skapa eitt trygt og fevnandi umhvørvi fyri liðið
- Eggja børnunum til at fara í høllina at spæla sjálvi uttanfyri venjingartíðirnar
- Eggja børnunum til at hyggja eftir dystum hjá øðrum liðum hjá Neistanum
Gransking
Í hesum aldrinum royna og læra leikararnir ymiskt. Børnini varnast rørslur, samskipan av rørslum og spæligleði. Stuðul frá foreldrunum hevur størstan týdning.
Soleiðis kunnu foreldur hjálpa
- Rósa innsatsi – ikki úrsliti. Sig heldur ”Tú kýtti teg veruliga” heldur enn “Tú skoraði”.
- Legg dent á stuttleika, vinarband og at royna nýggjar førleikar.
- Ikki blanda teg uppí á síðulinjuni – lat venjaran venja.
- Halt fast í dagligum vanum: hvíld, sunnar máltíðir og frítt spæl.
- Luttak í felagsskapinum og skapa samanhald millum foreldrini á árganginum.
- Skipa fyri sosialum tiltøkum hjá árganginum/liðnum.

U12: Menna sjálvsálit og støðufesti
Venjaraleiklutur og høvuðsendamál
Sum U12-venjari er tín høvuðsábyrgd at tryggja, at allir leikarar framhaldandi trívast, mennast og hava hug til at spæla hondbólt. Hesin aldursbólkur er í tí sonevnda motoriska gullaldrinum (8–11 ár), og tín leiklutur er at leiða við endamáli, tolni og ídni.
- Tryggja tær, at hópurin savnast áðrenn og aftaná venjing, so øll børnini kenna seg sædd
- Lær teg nøvnini á øllum børnunum og gev teimum viðmerkingar og viðurkenning
- Tryggja tær, at øll eru við uttan mun til førleikar
- Menna rørsluførleikar og kropsligan kunnleika við fjølbroyttari og spælgrundaðari venjing
- Legg dent á bóltførleika og tekniska menning í spæli
- Børnini skulu fáa somu spælitíð í dysti, og liðini skulu vera rættvíst uppdeild
- Stuðla langtíðar menning heldur enn úrslitum her og nú
Tekniskir førleikar
Álop
- Betra um at avlevera og lofta í ferð, yvir longri fjarstøðu og undir trýsti
- Duga grundleggjandi fintur: fótfinta, øvugt fótfinta, Radjenovic-finta
- Styrkja 1-móti-1 við bæði skipaðum og fríum teknikki
- Menna ymisk skot (standandi, hoppiskot, undirhondsskot)
- Læra fríkast
- Læra strikuspæl
Verja
- Læra at verja móti skoti
- Læra at verja móti leikara og at takla
- Læra at brúka fremra arm og bein, “drepa taklingina” og stilla seg rætt millum bólt og mál
Málverji
- Røtt byrjunarstøða og fatan av skotøkjum
- Læra at bjarga við einari hond
- Seta í gongd mótálop við stuttari avlevering
Taktisk fatan
- Venja smáspøl: 2-móti-2, 3-móti-3, byrja stillisliga við 3-móti-2.5/2-móti-1.5 og 3-móti-2/2-móti-1 støður
- Økja leiklutin hjá strikuni
- Finna rúm við at vinna ein móti einum
- Læra at seta mótálop í gongd við stuttari avlevering
- Læra ymsar teknikkir til ymisk pláss
Likamlig menning
Legg dent á tamarhald á rørslu, samskipan, skjótleika, styrki og støðufesti við fjølbroyttari kropsligari venjing. Venjingin skal hava eitt endamál, men samstundis vera stuttlig, fjølbroytt og mennandi. Eggja børnum at halda fram við fríum spæli og at íðka fleiri ítróttargreinar – tað stuðlar undir langtíðar menning og fyribyrgir skaðum.
Mental og sosial menning
Mental
- Læra at stremba eftir dygd – men við eyðmýkt
- Góðtaka styrkir og veikleikar hjá liðfeløgum
Sosial
- Taka ábyrgd av upphiting og venjingum hjá liðnum
- Vísa sjálvstøði og ábyrgdarkenslu
- Byggja sjálvsálit og skapa samanhald
- Vera opin og bjóða nýggjum leikarum vælkomnum
Mál
Við endan av U12, skulu leikarar duga at:
- Avlevera, finta og skjóta undir trýsti
- Skilja einfaldan taktik og samstarv á liðnum
- Flyta seg við meining bæði í álopi og verju
- Taka ábyrgd av sínum leikluti í venjing og dysti
- Njóta hondbólt og vilja menna seg enn meir
Venjaratilgongd og góð ráð
- Vís dømir, vegleið og hav venjingar við støði í dysti
- Lat samskifti vera greitt, positivt og meiningsfult
- Eggja til ídni, kreativitet og mótstøðuføri
- Skapa eitt trygt og fevnandi umhvørvi, har allir leikarar kenna seg virdar og sæddar
- Eggja børnunum til at fara í høllina at spæla sjálvi uttanfyri venjingartíðirnar
- Eggja børnunum til at hyggja eftir dystum hjá øðrum liðum hjá Neistanum
Gransking
Børn byrja at betra sín teknikk og menna sín ítróttasamleika. Foreldur kunnu hjálpa við at viðurkenna feilir og stuðla góðum vanum.
Soleiðis kunnu foreldur hjálpa
- Legg dent á framstig heldur enn á endaligt úrslit.
- Eggja til at íðka fleiri ítróttir og at royna ymisk ítriv fyri at fyribyrgja útlúgvan.
- Práta um, hvat barnið lærdi – ikki um tey vunnu ella taptu.
- Skapa ein vanakendan gerandisdag við familjutíð og vanum at koma fyri seg aftaná venjing (matur, væta, og hvíld).
- Luttak í felagsskapinum t.d. við at standa í kantinuni ella hjálpa til við dómaraborðið.
- Skipa fyri sosialum tiltøkum hjá árganginum/liðnum.

U14: Stuðla sjálvstøði og menning
Venjaraleiklutur og høvuðsendamál
U14 er eitt vegamót í menningini, har leikarar fáa eina djypri taktiska fatan og betra sínar teknisku førleikar. Leikluturin hjá venjaranum er at stuðla einari skipaðari menning og samstundis fremja sjálvstøði, motivatión og felagsskap.
- Økja tilvitanina um egna førleikamenning
- Byrja skipaða likamliga venjing við denti á styrki og støðufesti
- Læra við støði í dysti og venjingum við greiðum tekniskum málum
- Læra týdning av dystafyrireiking og ábyrgd av liðnum
- Hava leikaran og hansara menning í huga fyrst og fremst
Dystarfokus
Í U14 verður tað at vinna ein motivatiónsfaktor – um tað byggir á góða fyrireiking. Hóast úrslit fáa størri týdning, skal venjingin framvegis leggja dent á leikaramenning, tekniska framgongd og taktiska fatan – ikki úrslit her og nú.
Tekniskir førleikar
Álop
- Avlevera (strika, vongur og tvørturum)
- Menna ymsar skothættir og læra at velja røttu løtuna
- Betra fintur (fótfinta, øvugt fótfinta, Radjenovic, skotfinta)
- Læra at verja á strikuni til umskifti
- Venja á serstøku plássunum (strika, vongur, málverji)
Verja
- Læra økisverju
- Verja móti avleveringum til strikuna
- Avlesa bóltleiðina og at fanga bóltin
Málverji
- Skákavleveringar og skotverju frá ymsum plássum
- Menna langar sendingar og stýra verjuni
- Lesa skot undir trýsti
Taktisk fatan
- Skilja hvussu man skapar fyrimun og metir um støður
- Læra verjuskipanir: 6-0, 5-1 og 3-2-1
- Menna samstarv millum verju og málverja
- Byggja samstarv millum leikarar á ávísum plássum (vongur/bakkur, bakkur/strika)
- Duga at spæla á tveimum plássum í bæði álopi og verju
- Læra press-spæl og framhaldsspæl
- Menna skjótálop og umstillingar frá bakkum og veingjum
Likamlig menning
Aldurin 13–15 er bestur til likamliga menning, men eisini viðbrekin fyri skaðum orsakað av skjótum vøkstri. Venjingin skal javnviga millum avrik og skaðafyribyrging:
- Legg dent á styrki, skjótleika og støðufesti
- Ikki hava ov harða likamliga venjing
- Leikarar skulu koma fyri seg við fjølbroyttari venjing og avmarkaðari byrðu undir vøkstri
- Tillaga venjing eftir einstøkum leikara
- Hav javnvág millum hondbóltsvenjing og likamliga venjing
Mental og sosial menning
Mental
- Læra at lurta eftir sær sjálvum og at seta sær mál
- Skilja týdningin av at vera við og at finna innara motivatión
- Hugsa um egna framgongd og mál hjá liðnum
Sosial
- Grundleggjandi tilvitan um kost (orka = virksemi)
- Byrja venjingardagbók
- Taka ábyrgd av samskiftinum (frávera o.a.)
- Kenna dugnaskap og virðismeta týdningin av sosialum íkasti
- Læra at samskifta greitt við hondbóltshugtøkum og røttum tóna
Mál
Við endan av U14, skulu leikarar duga at:
- Fremja truplari fintur og skotførleika
- Skilja og brúka taktikk í bæði álopi og verju
- Taka ábyrgd av venjing, fyrireiking og afturmelding
- Hava javnvág millum motivatiónina at vinna og menningina av liðnum
- Samskifta greitt og virðiliga – bæði á og uttan fyri vøllin
Venjaratilgongd og góð ráð
- Vegleið og gev teimum avbjóðingar og venjingar við atliti at hvørjum leikara
- Frem ábyrgdarkenslu við at geva persónliga afturmelding
- Tryggja, at hvør einasti leikari kennir seg sæddan og hoyrdan
- Legg dent á disiplin, samhuga og úthaldni sum kjarnuvirðir
- Hjálp leikaranum frá at gerast meira sjálvstøðugt ítróttarfólk
- Eggja børnunum til at fara í høllina at spæla sjálvi uttanfyri venjingartíðirnar
- Eggja børnunum til at hyggja eftir dystum hjá øðrum liðum hjá Neistanum
- Eggja børnunum til at taka lut í felagsskapinum, t.d. við at sita við dómaraborðið.
Gransking
Í hesum aldri eru ofta “broytingartíðir” – sosialt trýst, likamligar broytingar og øktar ítróttaavbjóðingar. Foreldur eiga at stuðla barninum í at gerast meira sjálvstøðugt.
Soleiðis kunnu foreldur hjálpa
- Lat barnið ráða – spyr tað, hvussu tú best kanst stuðla tí.
- Ver positiv/ur í truplum støðum t.d. aftaná eitt tap.
- Eggja teimum til at hugsa um síni egnu mál og ver partur av teirra menning.
- Raðfest sunnan mat og vanar at koma fyri seg aftaná venjing.
- Luttak í felagsskapinum t.d. við at standa í kantinuni ella hjálpa til við dómaraborðið
- Skipa fyri sosialum tiltøkum hjá árganginum/liðnum

U16: Vegleið móti sjálvstøði og ábyrgd
Venjaraleiklutur og høvuðsendamál
U16 markar byrjanina upp á yrkisleiðina. Venjarin skal leggja dent á at menna sjálvstøðugar, leikarar, ið eru tilvitaðir um leiklutin á hvørjum plássi og sum duga at arbeiða skipað við langtíðar menning í huga.
- Hjálp leikaranum at duga tekniskar førleikar undir trýsti
- Eggja til álit á egnar førleikar í dysti
- Lat leikarar byrja at finna sítt fasta pláss
- Menn ábyrgdarfullar styrkivenjingarvanar
- Lær leikarar at greina og fyrireika seg til mótstøðuliðið
- Bjóða avbjóðandi dystarskrá til frama fyri menningina
Tekniskir førleikar – betri samanspæl
Álop
- Fremja allar lærdar teknikkir við hægri ferð og størri trýsti
- Økt krøv til tekniskan førleika
- Víðka um skothættirnar
- Hvør leikari skal hava eitt 1-móti-1 vápn (finta ella skot)
Verja
- Brúka dynamiskar og miðvísar rørslur
- Tillaga verjustøðu eftir ymiskum skothættum
- Betra um evnini at fanga bóltin við at lesa spæla av
Málverji
- Víðka um teknikk eftir skothátti og plássi
- Skjót og neyv mótálop – eisini aftaná mál til mótstøðuliðið
- Likamlig venjing við støði í smidleika
Taktisk fatan og spælskil
Í U16 fáa leikarar innleiðslu í “Neistaháttin” – ein felags taktiskur karmur, sum eisini fevnir um vaksnamannaliðini. Hetta tryggjar ein reyðan tráð gjøgnum alla menningina.
- Menna evnini at lesa spælið og meta um støður
- Duga 2-móti-2 samanspæl (íroknað verju á strikuni)
- Leggja dent á skjótálop, renna uttan bólt og at renna aftur
- Koma við venjingum og taktikki úr vaksnamannadeildini
- Betra samanspælið á ávísu plássunum, umstillingar og plássbýti
- Eggja til at tillaga sín stíl eftir mótstøðuni
- Brúka smáspøl til at menna taktiska smidligheit
- Læra at stýra ferðini og spælinum
Likamlig menning
Endamálið við likamligari venjing hjá 13–15 ára gomlum er at betra um rørsluevni og likamligan førleika gjøgnum skipaða venjing, sum fyribyrgir skaðum og betrar um avrik.
Hetta er ein sera góður aldur til at menna styrki, skjótleika og úthaldni. Men kroppurin veksur skjótt, og ójavnvág millum beinagrind, sinur og vøddar økir um skaðavandan. Dreingir kunnu uppbyggja vøddar skjótari, enn kroppurin klárar at bera, meðan gentur kunnu uppliva størri avbjóðingar við tungum venjingum orsaka av kropsligum broytingum.
Tí er týdningarmikið at:
- Hava javnvág millum hondbólt og kropsliga venjing
- Leggja dent á hvíld aftaná venjing, svøvn og kost
- Avmarka tungar venjingar undir vøkstri
- Tillaga venjing til einstaka leikaran í mest møguligan mun
- Sameina styrkivenjing og vanliga hondbóltsvenjing
Mental og sosial menning
Mental
- Kunna og ráðgev á ein livandi hátt og gev leikarunum hug at vera við
- Læra at vera fokuserað/ur og trúgva á seg sjálva/n undir trýsti
- Læra at stýra órógvi
- Menna sjálvstøði
Sosial
- Venja við disiplin – eisini hvør sær
- Stuðla liðfeløgum uttan mun til spælitíð
- Skilja týdningin av hvíld aftaná venjing og dyst
- Kennast við egnu styrkir og veikleikar
- Menna úthaldni við skipaðari venjing við denti á úthaldni
Mál
Við endan av U16 skulu leikarar duga at:
- Vísa framúr tekniskan førleika undir trýsti
- Skilja og brúka taktikk samsvarandi Neistaháttinum
- Venja sjálvstøðugt og við ábyrgd
- Kappast við nógvari ferð og sjálvsáliti
- Ganga á odda við fyrireiking, innsatsi og samskifti
Venjaratilgongd og góð ráð
- Eggja til ábyrgd, umhugsni og grundan
- Sameina vegleiðing og greiðar afturmeldingar
- Menna álit, úthaldni og samleika hjá liðnum
- Skapa umhvørvi við avbjóðingum, ábyrgd og menning
- Leggja dent á felagsskap – hvør einstakur leikari skal kenna seg sæddan
- Geva leikarum ábyrgd í felagsskapinum, sum t.d. døming, dómaraborð og venjingarleiklutir hjá yngru deildunum.
Gransking
Leikarar byrja at seta sær egin mál, spæla á føstum plássi og skilja týdningin av miðvísari venjing. Foreldur skulu stuðla, ikki stýra.
Soleiðis kunnu foreldur hjálpa:
• Lurta, men ikki royna at loysa alt. * Stuðla góðum vanum: tíðarnýtslu, styrkivenjing og svøvni. * Virð avgerðir hjá venjaranum – ikki máa undan á síðulinjuni ella aftaná dyst. * Eggja til áhaldni og lærdóm. Spyr “Hvat lærdi tú?” heldur enn “Hvat gekk galið?”

U18: Hav álit á teirra menning
Venjaraleikluturin og høvuðsendamál
Í U18 er venjaraleikluturin miðsavnaður um at betra um serstøku eginleikarnar hjá leikarunum, og at fyrireika teir til vaksnamannahondbólt. Venjarin skal fremja sjálvstøði, motivatión og ábyrgd – bæði í venjing og dysti.
- Leggja upp til regluliga venjing hvør sær og persónliga menning
- Betra um tekniska neyvleikan í øllum rørslum
- Leggja dent á taktiska og spælgrundaða venjing
- Stuðla leikarum í at mennast á teirra plássi og at taka ábyrgd av egnari menning
Tekniskir førleikar – betri samanspæl
Álop
- Velja rættar tekniskar loysnir til ymsar dystarstøður
- Víðka um skothættir og læra at avlesa málverjan
- Boða frá við kropsmálinum, at man fer at skjóta
Verja
- Betra og tillaga verjustøður til ávísu plássini
Málverji
- Varðveita sín egna stíl við ymiskum bjargingarteknikkum
- Betra ferð, rørslusemi og kropsligt og tekniskt støðufesti
Taktisk fatan og spælskil
U18 er annað stigið í taktiska Neistaháttinum. Leikarar skulu nú duga betur og truplari spæl, sum samsvarar við vaksnamannadeildirnar.
- Dentur er á taktikk hjá liðnum (skipað álop og verja 6-móti-6)
- Læra taktiskt skjótálop og at brúka fríu plássini
- Duga at stýra spælinum og at spæla skipað
- Tillaga seg til ymisk álop í tráð við Neistaháttin
- Leggja dent á disiplin og felags avgerðir hjá liðnum
- Læra at skapa góðar støður hjá liðfeløgum
Likamlig menning
Likamlig venjing er framvegis avgerandi í aldrinum 16-18 ár, serliga fyri tey, sum miða eftir hægsta støði. Hetta er eitt avgerandi tíðarskeið fyri at menna ferð, styrki og haldføri til vaksnamannahondbólt.
Týdningarmiklar raðfestingar:
- Reglulig likamlig og skaðafyribyrgjandi venjing hvørja viku
- Miða eftir langtíðar menning heldur enn dystarúrslitum her og nú
- Tillaga venjing til einstaklingin (pláss, kroppur, skaðasøga o.a.)
- Tillaga venjing til ymsu tíðarskeiðini í kappingarárinum
- Javnvág millum venjing, hvílu, svøvn (8–9 tímar) og kost
- Hav harða hondbóltsvenjing hvørja viku til at menna úthaldni
- Hav leikarar við í planlegging og uppfylging av egnari menning
Mental og sosial menning
Mental
- Læra at stýra trýsti og dystarnervum
- Menna vinnaraanda og innara drívmegi
Sosial
- Skilja og virða liðreglur og felags virðir
- Menna sterkan liðsamleika og felagsskap
- Fylgja góðari kostætlan
Mál
Við endan av U18 skulu leikarar:
- Vísa framúr tekniskan og taktiskan førleika undir trýsti
- Vera likamliga sterkir og tryggir í dysti
- Hugsa og bera seg at sum vaksnir hondbóltsspælarar
- Skilja og nýta taktikk, sum er grundaður á Neistaháttin
- Vera klárir og tryggir við at flyta seg til vaksnamannahondbólt
Venjaratilgongd og góð ráð
- Fremja sjálvstøði og ábyrgd í venjing
- Sameina høgar væntanir við persónligan stuðul
- Vera rúmlig/ur – allir leikarar skulu kenna seg virðismettar
- Vegleið og gev grundaðar afturmeldingar
- Eggja til leiðslu og ábyrgd – bæði á liðnum og í felagsskapinum, Neistin
Gransking
Hetta er “íløgu”-skeiðið – leikarar flyta seg móti vaksnamannahondbólti ella øðrum persónligum málum. Foreldur skulu nú vera stuðlandi vegleiðarar.
Soleiðis kunnu foreldur hjálpa:
- Hav álit á menningini hjá barninum og á samstarvinum við venjaran.
- Ver til staðar, tá tað serliga leikar á (t.d. ísv. úttøkur, skaðar, próvtøkur).
- Eggja til javnvág: svøvn, kost og fyribyrging av strongd
- Ver fjeppari – ikki venjari