Stóra ársveitslan og 95 ára føðingardagurin hjá Neistanum verður 9. mai.
Veistlan verður hildin í B36 húsinum og kostnaðurin er 495 kr.
Íroknað kostaðin eru vælkomstdrykkur, 3 rættir og vín/øl/sodavatn afturvið matinum.
Aftaná borðhaldi fer DJ Haraldsen at diska fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aldursmarkið er tó 18 ár.
Soleiðis meldur at tú til:
Rinda 495 kr. á 9181 – 4032057
Viðmerk navn og eftirnavn
Seinasta freist at melda til er 1. mai.
Skrivað til neistin@neistin.fo um tú hevur spuringar.
Vit gleða okkum
Nevndin