Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington og Nicolas Satchwell

21.05.2025

Neistin gjørt sáttmála við Scott Harrington  og Nicolas Satchwell næstu tvey árini.

Neistin fegnast um at kunna leingja samstarvið við høvuðsvenjaran Scott Harrington næstu tvey árini eins og við høvuðsvenjaran hjá kvinnuliðum Neistans Nicolas Satchwell. Samstarvið millum Neistan og  Scott Harrington  Og Nicolas hevur roynst sera væl, og hevur lagt lunnar undir hondbóltvenjing á høgum stigi fyri bæði ungdóm og vaksin í Neistanum – og at børn, ung og vaksin, sum hava áhuga fyri at spæla hondbólt, fáa júst ta avbjóðing, sum tey hava brúk fyri.

Scott Harrington er høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Neistanum 2025 - 2027

Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2025-27 verður sostatt  tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington og  Sjúrður Thomasen verður hjálparvenjari.  Málmansvenjari verður Dejan Lacok, og fara tey í felag at hava ábyrgd av besta mansliði Neistans.  Eisini fær Scott Harrington høvuðsábyrgdina av  dreingjum 18 og  menna manslið Neistans yvirhøvur.

Nicolas Satchwell verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2025 - 2027

Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður Nicolas Satchwell, hjálparvenjari verður Teitur Magnussen og málmansvenjaran Dejan Lacok, sum eisini hevur longt samstarvsavtaluna við Neistan. Dejan Lacok verður somuleiðis málmansvenjari hjá ungdómsliðum Neistans.

Yui Shibuya heldur fram sum málverji hjá besta kvinnuliði og sum venjari hjá barna- og ungdómsliðum í felagnum.

Neistin fegnast um at hesi hava játtað at samstarva við Neistan.  

Scott Harrington  tryggjar ungdómsarbeiðið í Neistanum

Neistin fegnast um, at Scott Harrington fer at arbeiða burturav hjá Neistanum, at at hann tekur á seg  ábyrgd fyri samskipanina av venjingini av øllum ungdómsárgangunum há Neistanum, bæði á dreingja- og gentusíðuni.

Neistin vil við hesum bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at venja hondbólt í Neistanum næstu kappingarárini.

Nevndin

Brynja Høj og Bjørk F. Joensen

16.12.2024

TAKK

Aftaná dystin hjá kvinnunum í gjár, fingu Brynja Høj og Bjørk F. Joensen eina heilsan frá Neistanum sum tøkk fyri teirra leiklut, tá kvinnulandsliðið var til EM-endaspæl í Basel. Tað fyrsta nakrantíð!

Brynja er eftirhondini ein veteranur á landsliðnum, meðan Bjørk er ein av yngru evnaríku leikarunum. Báðar eru tær, saman við Mariu Pálsdóttir Nólsoy, uppvaksnar í Neistanum, og vit fegnast saman við teimum um fantastiska úrslitið í Basel.

Tær eru saman við hinum kvinnunum á landsliðnum størstu fyrimyndirnar, og vit gleða okkum til at fylgja teimum á leiðini mótvegis hægstu tindunum!

Eisini fegnast vit um, at Bjørk F. Joensen er komin heim aftur til Neistan eftir at hava roynt seg hjá Randers HK í heyst.

Scott Harrington verður høvuðsvenjari hjá mansliðum Neistans 2024 - 2025

15.08.2024

Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2024-25 er tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington. Hann hevur fyrr arbeitt fyri Neistan við sera góðum úrslitum. Hjálparvenjarin hjá  Scott Harrington verður Sjúrður Thomasen, og Dejan Lacock verður málmansvenjari. Liðleiðari verður Barbara Høj, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri Neistan í mong ár.

 Umframt at vera venjari hjá Burn liði Neistans,  verður Scott eisini høvuðsvenjari hjá dreingjum 18 ár og 1. deild Neistans hjá monnum. Soleiðis tryggja vit fyrsta floks  samanhang í venjingini.

Venjaratoymið Neistans til mansliðini: Høvuðsvenjari Scott Harrington (í miðjuni), hjálparvenjari Sjúrður Thomassen og liðleiðari Barbara Høj. Málmansvenjari Dejan Lacock vantar á myndini.

Nicolas Satchwell er høvuðsvenjari hjá kvinnunum hjá Neistanum 2024-2025

14.08.2024

Neistin fer undir eitt nýtt og spennandi hondbóltsár 2024-2025.

Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður okkara dugnaligi landsliðsmálmaður Nicolas Satchwell. Hann hevur ógvuliga drúgvar royndir innan hondbólt, og hevur í mong ár verið knýttur at Neistanum. Afturat sær hevur Nicolas Brynju Høj sum spælandi hjálparvenjara, og sum nakað nýtt verður  Dejan Lacock málsmansvenjari. Eirikur Magnussen verður liðleiðari. Og tann leiklutin hevur Eirikur røkt til UG í nógv nógv ár. 

Nicolas verður sum sagt  høvuðsvenjari fyri kvinnulið Neistans í SMS deildini eins og høvuðsvenjari hjá gentum 18 og 1. Deild kvinnum. At skipa venjaratoymini soleiðis tryggjar bæði samanhald og samanhang í venjingini og góðan trivnað.  

Neistin bjóðar Nicolas Satchwell hjartaliga vælkomnum. 

Á heimasíðu Neistans er meira kunning um venjingartíðir, hallir og onnur tiltøk hjá Neistanum.

Neistin

Et billede, der indeholder person, Ansigt, tøj, jakke

Automatisk genereret beskrivelse

Formaður Neistan Fríði Magnussen bjóðar Nicolas Satchwell vælkomnum sum venjara hjá kvinnuliðum Neistans.

Et billede, der indeholder person, tøj, Ansigt, smil

Automatisk genereret beskrivelse

Nicolas Satchwell, høvuðsvenjari, Brynja Høj, leikandi hjálparvenjari og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Dejan Lacock málmansvenjari vantar á myndini.