Partille Cup


Neistin hevur sum siðvenju at luttaka annaðhvørt ár.

Partille Cup er heimsins størsta altjóða ungdómshondbóltskapping. Kappingin er í Gøteborg í Svøríki. Hvørt ár luttaka um 20.000 luttakarar við 1.000 liðum frá 43 ymiskum londum. Høvuðssætið hjá Partille Cup eitur Heden. Heden liggur í hjartanum/miðbýnum í Gøteborg, sum er savningsdepilin. Á Heden er umframt hondbóltsbreytirnar, leiðbeiningin, ítróttarhandil, mat-og íssølubúðir og ymiskt stuttleika virksemi. Allir dystirnir verða spældir uttandura. Á Heden eru 30 hondbóltsbreytir. Spælt verður eisini

í Valhalla, Kviberg og Skatås. Tilsamans verða um 60 breytir nýttar til um 4.000 dystir. Allar finalirnar verða spældar á Heden. Hetta er ein sera væl skipað kapping og á høgum støði hondbóltsliga. Ungdómurin fær upplivilsir og minnir fyri lívið, í bæði gaman og álvara. Tey fáa stórar hondbóltsligar avbjóðingar og fyri felagið Neistan og tann einstaka leikara, er hesin túrurin sera gevandi sosialt.

www.partillecup.com