Seinni í ár vera fleiri kappingar í kunningarrenning (orienteringsløb) fyriskipaðar her í Føroyum.

Tað er ein av mínum starvsfeløgum hjá løgregluni í Esbjerg, Erik Lindholdt, sum stendur á odda sum fyriskipari saman við restini av Esbjerg Politiforening.

Erik hevur biðið meg senda kunningina viðv. kappingunum til ítróttafeløgini í Føroyum.

Talan er sum sagt um kunningarrenning, sum vit føroyingar kanska ikki kenna so øgiliga nógv til. Men Erik hevur syrgt fyri at undan hvørjari kapping verður ein løta, har luttakarar vera kunnaðir um, hvussu farast skal fram. Hann sigur, at øll kunnu luttaka, bæði børn og vaksin, so tað er bara at melda seg til.

Hava tit ella feløgini spurningar, eru tit vælkomin at skriva ein teldupost til Erik, e-lindholdt@gmail.com.

Vegna fyriskipararnar í Esbjerg,

Paula Eikhólm