Vagnur

H71 hevði skiftandi úrslit seinasta vetur, tó vann liðið á Neistanum og KÍF.

H71 hevur eins trupuleikar og onnur feløg, tí spælarar fara uttanlands í lestrarørindum. Næsta kappingarár er einki undantak. Kári Nielsen og Halgir Dal Olesen venja mansliðið. Kári Nielsen og Birgir Hansen vandu H71, tá ið liðið vann meistaraheitið kappingarárið 2008/2009, og Halgir var tá ein av høvuðsspælarunum á liðnum. Vit hava spurt Kára eitt sindur um komandi H71 manning. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Nevnd Neistans f.v: Edel Maria Jacobsen, Guðrun Patursson, Kristianna Mohr, Súna Mørk og Kjartan Thomassen. (Mynd Joan )

Tá ið tú hyggur í ársfrágreiðingina hjá Neistanum, so øtast tú við, hvussu nógv er fingið frá hondini seinasta kappingarár. Neistafólk á øllum mótum hava veruliga spent seg út, og tað gekk eisini ótrúliga væl ítróttaliga. Krúnan á verkinum vóru meistaraheitini í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men Neistin er annað enn bestu liðini. Nevnd Neistans hevur virkað væl, mansbólkurin og kvinnubólkurin hava kýtt seg, og venjarar og hjálparfólk hava brúkt nógvar tímar í felagsskapinum. Nýggj nevnd varð vald mánakvøldið. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Neistamenn skulu í næstum tvær uttanlandsferðir

Neistamenn skulu í septembur mánað spæla tveir EHF-dystir ímóti liði á Kypros, men enn er ikki gjørt av, um báðir dystir verða spældir á Kypros. Óivað verður tað soleiðis, tí høllin á Hálsi er ikki liðug umvæld at spæla altjóða dystir í septembur mánað. Men fyrst skulu neistamenn á venjingarlegu í Jútlandi. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Oyggin er bítt í grikska partin sunnanfyri og turkiska partin norðanfyri.

Oyggin Kypros í Miðjarðarhavinum, har neistamenn skulu spæla atjóða dystir í septembur mánað, er framvegis í politiskari orrustu, tí Turkaland vil ikki góðkenna statin Kypros. Kypros bleiv í 1974 bítt í tvey, sum umfatar tveir triðingar av oynni, sum er griski parturin, og norðari parturin, har turkar halda til. Vit hava kagað eitt sindur í søguna hjá oynni. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Dia heldur, at neistamenn hava møguleika at spæla seg víðari. (Mynd Birgir Sondum)

Havi spurt landsliðsvenjaran Dia Midjord, sum veit eitt sindur til kypriotiskan hondbólt, hvussu møguleikarnir hjá neistamonnum eru at spæla seg víðari í EHF-kappingini. Tí koma neistamenn víðari, so gongur leiðin til Portugals í næsta umfari. Dia sigur soleiðis við heimasíðuna. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Spennandi hjá neistamonnum at fara til Kypros

Neistamenn eru óivað fegnir at hava trekt lið á Kypros og ikki aftur endaðu á Balkan í altjóða EHF-kappingini. Liðið eitur A.C. “Latsia” Kentriki Asfalistiki, sum vit ikki vita so nógv um enn, tí lutakastið fór fram fyrrapartin. Neistamenn hava tvær ferðir verið í Serbia og eina ferð í Montonegro seinnu árini og spælt altjóða dystir.  Teir hava tvær ferðir spælt báðar dystirnar uttanlands og einaferð annað dystin í Føroyum. Sum vit skilja á lagnum, er ætlanin hesuferð at spæla annan dystin í Føroyum, sum skal spælast antin 11. ella 12. septembur. Fyrri dysturin skal spælast 3. ella 4. septembur á Kypros. Seinni fáa vit at vita meira um altjóða dystirnar hjá neistamonnum og um liðið A.C. Latsia. (Vagnur)

{ Comments on this entry are closed }

Vestmenningar komu manssterkir til ólavsøkudystin millum Kyndil og VÍF. (Mynd Vagnur)

So langt aftur eg kann minnast, hava Kyndil ella Neistin spælt hondbólt á hvørjari ólavsøku. Á uttanduravøllinum í Gundadali var altíð hondbóltur á ólavsøku, og síðani í 1970 vórðu ólavsøkudystirnir spældir innandura. Hugdi í ólavsøkuskránna fyri 2011, men har var eingin hondbóltur at finna. Ringdi so til hallarstjóran at frætta, og hann váttaði, at einki felag hevði biðið um høllina á ólavsøku. Orsøkin er óivað, at umstøðurnar at bjóða gestum at spæla á ólavsøku eru í løtuni ikki góðar, tí spælarar sleppa vegna umvælingina ikki í brúsu eftir dyst. Hondbóltur hevur verið spældur í høllini hvørja ólavsøku, síðan høllin varð bygd í 1970. Okkum dámdu ótrúliga væl at spæla á ólavsøku, tí serligur dámur var yvir ólavsøkudystunum. Vit vandu nakrar vikur til ólavsøkudystin. Skipanin var tá, at Kyndil og Neistin skiftust um ólavsøkudagarnar. Kyndil spældi sum oftast ímóti VÍF, og Neistin ímóti StíF ella øðrum liði. Summi ár spældu bara menninir, men í fleiri ár spældu eisini kvinnurnar. Eftir ólavsøkudystirnir sótu allir spælararnir og hugnaðu sær eina løtu í skiftingarrúmunum, har leiðin so gekk heim til onkran spælara, sum bjóðaði nátturða. Jú, hetta vóru hugnaligar og minniligar ólavsøkuløtur. (Vagnur)

{ Comments on this entry are closed }

Erlendur stóð ótrúliga væl í kyndilsmálinum.

Henrik Gerster gjørdi tvey ára sáttmála við Kyndil, men eftir eitt ár steðgaði samarbeiðið, og Jónleif Sólsker kom tí inn í myndina og skal venja kyndilsmenn saman við Hjalmari Klein Olsen. Havi spurt Jónleif, hvussu verður við manningini komandi kappingarár, og hann sigur, at kyndilsmenn halda fram við somu manning. Kyndilsliðið er annars mannað við nøkrum eldri spælarum Erlendi, Hans Áka, Bárði og Ken, og so nógvum ungum evnaríkum spælarum. Kyndilsmenn vóru ikki nemmir at rokna út seinasta kappingarár, tí úrslitini vóru so skiftandi. Liðið byrjaði seinasta heyst við stórum ósigri á KÍF, fyri síðani at vinna í Vestmanna viku seinni, og soleiðis var lagið alla kappingina. Kyndilsmenn spældu oftast málfátækar dystir, har teir ikki skutu tey nógvu málini, men verjan var hin besta í landinum. Nú eru teir evnaríku ungu spælararnir eitt ár eldri, og halda teir “eldru” fram, so hava kyndilsmenn gott lið við Jónleifi og Hjalmari sum venjarum. (Vagnur)

{ Comments on this entry are closed }

Umstøðurnar vóru nakað øðrvísi at standa í málinum á sandvallunum.

Á heimasíðuni hava vit fleiri ferðir trivið í hondbóltsumstøðurnar, tá ið hondbóltur fór frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl, tá ið hallirnar komu. Fyrsta høllin kom í Klaksvík í 1968 og fyrsta høllin í Havn í 1970. Í mun til fólkatalið hava vit nógmikið av hallum, tí danir rokna við 4500 fólk til hvørja høll. Fjúrtan hondbóltshallir eru í Føroyum. Trupulleikin er við ov fáum venjingartímum í Havn, tí hallirnar eru ov fáar, men vónandi kemur høllin við Landavegin um ikki ov langa tíð. Eisini verður høll bygd í Sandoynni. Tað varð spælt á grúsvølli fram til 1964, tá ið vøllurin í Havn varð asfalteraður. Vanligt varð, at hondbóltsvøllur varð kálkaður á fótbóltsvallirnar kring landið, men eftir 1964 blivu fleiri og fleiri vallir asfalteraðir. Meira ferð kom í spælið, og fleiri mál vórðu skotin. Á myndini síggja vit Elinborg Trónd úr Neistanum, sum stendur í “heimagjørdum” máli. Myndin, sum eg haldi er tikin í Norðagøtu, er frá seinast í 40-árunum ella fyrst í 50 árunum. Myndin sýnir, hvussu trupult tað mangan kundi vera at spæla á bleyta sandinum. Hetta vóru hondbóltstreytirnar tá í tíðini, men gott lag er á Elinborg í málinum. (Vagnur)

{ Comments on this entry are closed }

Una Olsen (nr. 14) livir framvegis í óvissuni, hvat skal henda við skadda knænum.

Spældir vórðu bara fáir minuttir í seinasta FM-dystinum millum Stjørnuna og Neistan í Klaksvík, tá ið sterki linjuspælarin hjá Stjørnuni Una Olsen mátti fara av vøllinum við skaða. Stjørnuliðið viknaði eftir hetta, men verri var, at knæskaðin hjá Unu er óivað so álvarsligur, at hon ikki fær spælt fyrru hálvu í landskappingini. Óvist er, hvat er galið við knænum. Vit hava hitt ídna 28 ára gamla linjuspælaran, sum seinastu tólv árini hevur spælt á besta liðnum hjá Stjørnuni og fingið nógv gullmerki um hálsin. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }