Nýggja hondbóltsfelagið skal vera hjartaliga vælkomið í hondbóltsfamiljuna. (Mynd Vagnur)
Vit hava í eina tíð vitað, at fólk á Argjum høvdu í umbúna at stovna hondbóltsfelag á Argjum. Hetta eru foreldur, sum eiga børn í skúlaaldri, búgva á Argjum og sjálvi hava spælt hondbólt í Neistanum, Kyndli og H71. Í gjárkvøldið stovnaðu tey so nýggja felagið, sum eitur Ítróttafelagið Argir. Heimasíðan hevur hitt Martin Mørk, sum er ein av stovnarum. Martin spældi sum ungur hondbólt í Neistanum, og hann hevur eisini vant dreingjalið hjá AB. Martin sigur soleiðis. [les meira…]
Vit kunnu ímynda okkum, hví Bogi júst hevur teknað hesa mynd av Jóni Hansen.
Bogi Henriksen teknaði myndir til sangirnar, sum í 1991 blivu sungnir á 60 ára veitsluni hjá Neistnum í Havnar Klubba. Bogi hevur sent mær myndirnar. Fyrsta myndin er av “Gamla Hansen”, sum í nógv ár var ímyndin av frálíkum linjuspæli á besta liðnum hjá Neistanum. Umframt at vera frálíkur linjuspælari, var hann eisini frálíkur í verjuspælinum. Styrkin hjá Jóni var, at hann var óvanliga klófastur. Hann fekk fatur í hvørjum bólti, sum bleiv spældur inn á linjuni, og skeyt hann ikki bóltin í málið, fekk hann brotskast. Veikleikin hjá Jóni var, at hann var ikki av skjótastu monnum, var nakað tungur, sum óivað kom honum til góðar í linjuspælinum. Eftir í nógv ár at hava spælt á besta liðnum, spældi hann nøkur ár í lægri deild, men eg havi ikki sæð hann í høllini til dystir hjá Neistanum. Jón Hansen er uppkallaður eftir abbanum Jóni Hansen, sum hevði nógvar lastbilar. “Gamli Hansen”, sum eldri neistamenn rópa hann, er leiðari í hesi fyritøku. (Vagnur)
Fríða gongur nýggjar leiðir í Íslandi.
Neistamálverjin Fríða Petersen hevur gjørt sáttmála við KA/Tór á Akureyri. KA/Tór flutti eftir seinasta kapppingarár úr næst bestu deildini í bestu deildina. Kvinnuliðið vann uppflytingardystirnar á Stjarnini og Víkingi. Vit hava kagað eitt sindur í hondbóltin á Akureyri og hitt Fríðu. [les meira…]
Edel Maria Jacobsen hevur tikið stig at royna nýtt tiltak fyri neistafólk og onnur áhuga. Pulsurin skal upp, kalla tey nýggja tiltakið. Hevur tú hug at spáka saman við væluppløgdum neistafólkum ein tíma ella eitt sindur aftrat, so er møta við Gundadalshøllina hvørt mikukvøld klokkan sjey. Øl eru vælkomin og byrjað verður mikukvøldið 10. august.
Hóast stórt fráfall, so fer Stjørnan framhaldandi at hava gott lið í KÍ-høllini. (Mynd Vagnur)
Tað er sjálvandi ikki óvanligt, at hondbóltsspælarar eins og aðrar kvinnur eru við barn, men tað er óvanligt, at seks spælarar á sama liði ikki kunnu byrja nýtt kappingarár, tí tær eru við barn. Og trupulleikin hjá Stjørnuni er fyrst og fremst málverjarnir. [les meira…]
Erla Eliasen, Bogi Henriksen, venjari, Ruth Heen og Maria Samuelsen. (Mynd Vagnur)
Øll, sum fylgdu venjingini hjá neistamonnum seinasta kappingarár, eru samd um, at Bogi Henriksen framdi dygdaravrik sum málmansvenjari hjá neistamonnum. Bogi hevur sett seg nógv inn í talfar um málmansvenjing, hann skrivar øll hagtøl frá dystum inn á teldu, sum málverjarnir fáa, og sum verða brúkt í venjingini. Bogi hevur sjálvur nógvar royndir sum málverji í bestu deildini. Málmenninir hjá neistamonnum vóru ótrúliga væl nøgdir við Boga, og nú hava neistakvinnur fingið Boga at venja málverjarnar hjá kvinnunum einar tvær ferðir um vikuna. Fyrsta venjingin var í kvøld. Í kvøld vóru málverjarnir Erla Eliasen, Ruth Heen og Maria Samuelsen. Støðan hjá neistakvinnum við málverjum er, at Fríða Petersen og Ruth Heen fara uttanlands, so tað verða Erla og Maria, sum koma at verja málið. Erla er komin aftur til Føroyar eftir nøkur ár í Danmark. Maria er ungur málverji úr Sandavági, hon hevur vart málið hjá U18 landsliðnum. (Vagnur)
Snotuliga Vodafone høllin hjá Vali, sum varð bygd í 2007.
Kvinnurnar hjá Vali í Reykjavík og menninir hjá FH av Hafnafirði vunnu meistaraheitið í apríl mánað. Kom fram á vøkru myndini av nýggju høllini hjá Vali, sum varð bygd í 2007. Valur gjørdi fimm ára sáttmála við Vodafone um navnið á høllini, so høllin eitur Vodafone høllin, og fótbóltsvøllurin hjá Vali eitur Vodafone vøllurin. Høllin hevur pláss til 3000 áskoðarar. Valur hevur sjálvandi gjørt sáttmála við Vodafone til tess at útvega pening til hallarraksturin. [les meira…]
Neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni í Vestmanna. (Mynd Steinbjørn Slættanes)
Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60 árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum. Men í Føroyum regnar mangan av grimd, og tá var ikki hugaligt at spæla á váta vøllinum. Bólturin var vátur, og tí gjørdust málini fá. Vit spældu í løriftsskóm við knubbum, so vit kunnu fóta okkum á vøllinum. Á myndini síggja vit neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni við vøllin í Vestmanna eftir vátan dyst ímóti VÍF. Síðan gekk leiðin í skiftingarrúmið í skúlanum og so í fyrsta innandura svimjihylin í Føroyum. Hetta eru minniligar løtur hóast aðrar fortreytir, spælarar nú hava. (Vagnur)
Áskoðararnir gleða seg eisini til kappingarbyrjan og nýggjar spennandi løtur.
Vit eru farin inn í august mánað, og eldru spælararnir eru byrjaðir at fyrireika seg til nýtt kappingarár. Yngru spælararnir byrja vanliga ikki at venja fyrr enn skúlagongdin byrjar aftur. Nú er nóg mikið av reypið við steypum og heiðursmerkjum, og í dag eru tey tikin av høvdinum á heimasíðuni við boðunum um, at nú er reypingartíðin av, og fólk skulu aftur í arbeiðshandskarnar eftir minniligar løtur í FM-finalunum, veitslum og tiltrongdari summarfrí. Nevnd Neistans arbeiðir í løtuni við at seta venjarar til yngru liðini og harvið leggja nýtt venjingarskema. Menninir og kvinnurnar eru byrjaðar at venja av álvara, og ymsar uppgávur liggja fyri framman. Menninir fara fyrst til Danmarkar á venjingarlegu, og síðani í sepembur mánað skal liðið spæla tveir EHF-dystir ímóti Kypriotiska liðnum A.C. Latsia. Kvinnurnar skuldu fara til Íslands, men av tí at summar kvinnur ikki kundu koma við, verður venjingarlegan í Føroyum. Vit á síðulinjuni vóna sjálvandi, at upplivingarnar verða eins góðar og tær seinasta vetur. (Vagnur)
Jórun Ludvig og Randi S. Wardum manna aftur bæði bakkplássini á kyndilsliðnum.
Kyndilskvinnur fingu góða byrja í landskappingini seinasta heyst. Tær vunnu tryggar sigrar á VÍF og StÍF, vunnu í Vági, spældu javnaleik ímóti Neistanum og spældi tættar dystir ímóti Stjørnuni og Tjaldri. Liðið viknaði seinast í kappingini, tí serliga tær yngru spælararnir blivu skaddir og sýntist at vera troyttir av nógvu dystunum, teir spældu í fleiri deildum. Nú stundar til nýtt kappingarár, men kyndilskvinnur missa týdningarmiklar spælarar. [les meira…]