neistin

Gentur 17 silvur

eftir neistin tann 13/02/2012

Ein tann mest spennandi dysturin í høllini sunnudagin og sum nógv, bæði blá og grøn sóu fram til, var dysturin gentur 17 millum Neistan og Kyndil. Hetta eru altíð tættir dystir við nógvari ferð, har leikarar geva seg fult og heilt. Dysturin sunnudagin var einki undantak og hann var ikki avgjørdur fyrr enn í síðstu løtu. [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Gentur 12 steypavinnarar!

eftir neistin tann 12/02/2012

Gentur 12 vunnu finaluna í steypakappingini, sum var sunnudagin. Tær vunnu 5-4 á H71 í einum tøttum dysti,  har sera fá mál vóru skorað. Og tað er ikki bara sum at siga tað hjá 12 ára gomlum gentum at spæla hondbólt fyri fullsettari høll. Men genturnar megnaðu at halda seg til tað, sum var avtalað undan dystinum og tað bar á mál

Vit ynskja liðnum hjartaliga tillukku!

[les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Vit eru steypavinnarar - tillukku við tí!

Neistin-H71 (I)  30-27  (18-13)

Tað kemst neyvan uttan um, at Neistin áðrenn dystin var favorittur. Men hinvegin, so var tað eisini ein veruleiki, at næstbesta liðið hjá H71 hevði vunnið seg í finaluna við at vinna fyrst á Atlantic Airways liðnum hjá StÍF og enn síðani á KÍF, sum er langt fremst í kappingini og sum Neistin ikki enn hevur vunnið í kappingarárinum. So tað var spenningur í luftini í høllini á Hálsi, sum var meira enn fullsett, hon var stúvstappað.  [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Ley. kl.16.00: Neistin-H71 (I), menn
Upphiting verður í Neistarúminum kl. 13.30, við andlitsmáling og sangi. Møtið upp, stór sum smá, og komið og stuðlið okkara besta mansliði – og latið tykkum í okkurt BLÁTT! 

(Vaksin: kr. 100,-  og øll undir 18 ár: kr. 30,-) [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Eitt kent andlit í bakgrundini

Ingi Olsen boðaði fyri jól frá, at Bank Nordik hevði bjóðað honum starv sum leiðari av vinnudeildini hjá bankanum í Nuuk í Grønlandi. Nú um mánaðarskiftið pakkaði hann kuffertið og flutti yvir um hav – familjan kemur seinni, sigst. Ikki skuldi ganga long tíð áðrenn hann aftur var at síggja í einum 40×20 vølli :) [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

AA: VÍF-Neistin 26-26 (12-16)

eftir neistin tann 05/02/2012

Neistin og VÍF spældu í dag ein sera týðandi dyst í Vestmanna, her stóð nógv upp á spæl, nevniliga, hvat av liðunum skal hava atgongumerki til FM finaluna. Neistin hevði ta betru byrjanina og hevði, tá ið hálvur hálvleikur var leiktur, eina fýramáls leiðslu, nevniliga 5-9. Og hóast VÍF royndi at koma tættari, so vóru framvegis fýra mál á muni, tá ið farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki [les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Arbeiðssigur

eftir neistin tann 05/02/2012

Nýggja venjaraparið Kári og Sigrun stóðu fyrstu royndina (mynd Álvur)

Sunset: VÍF-Neistin 30-33 (16-14)
Eftir dystin fingu vit stutt prát við Sigrun Mikkelsen: Í fyrsta hálvleiki gekk illa at skora mál. Ikki tí, leikararnir megnaðu at spæla seg í gjøgnum, men tær skora ikki upp á 100% møguleikarnar. Og tað, at tað riggaði so illa har frammi, gekk út yvir lagið í verjuni. Við hálvleikssteðg var VÍF framman  fyri. Í seinna hálvleiki helt henda støða sær eina løtu og VÍF megnaði eisini at økja upp til 16-19. Men so tók Neistin sær

[les meira…]

{ Comments on this entry are closed }

Upptøkan er frá venjingini hjá dr.12 hósdagin í Eysturskúlanum, har styrkivenjing er á skránni. Talan er um grundleggjandi styrkivenjingar og arbeitt verður við egnar kropsvekt. Gott lag var á dreingjunum, sum gleða seg til leygardagin, tá ið A-liðið og B-liðið skulu  spæla hálvfinaludystir.

Neistin hevur 9 lið tilsamans í hálvfinalunum.

{ Comments on this entry are closed }

Gentur 12b stríðast væl

eftir neistin tann 30/01/2012

Gentur 12b. Aftast frá vinstru:: Katarina H. Andreassen, Bjørk Sørensen, Gurið Müller, Turið Biskopstø, Hildur H. Magnussen. Fremst frá vinstru: Marta Ellefsen, Judit Eyðunsdóttir, Anna Clementsen, Bjørk Mohr, liggjandi fremst: Rannvá B. Jacobsen

Gentur 12 b hja neistanum spældu sunnudagin 15 januar sín fyrsta dyst í ár 2012. Tær hava higartil verið nærum ósigraðar og spældu í dag móti einum heilt nýggjum liði hjá Tjaldur, sum tær aldrin høvdu spælt móti fyrr. Og dysturin gekk væl, neistagenturnar vístu, at hóast tær ikki vóru nær námind so høgar sum tjaldursgenturnar, so vóru tær sterkar og vunnu tí ein flottan 8-11 sigur. Fram til hálvleik var dysturin tó sera tættur. Síðani varð spælt mótið H71b. Dystirnir millum liðini fyrr í kappingini hava verið tættar og liðini hava bæði vunnið hvør sín dyst. Og dysturin í dag var eisini sera spennandi – til neistagenturnar tíverri komu afturút við tveimum málum tá ein minuttur var eftir og valdu tí at satsa alt. Men H71 genturnar eru sterkar og vunnu 13-10.

Hetta vóru tveir harðir dystir og okkara gentur spardu seg ikki eina løtu. Tær herjaðu á í fýra ferðir  15 minuttir – við harðum taklingum, góðum fintum og hoppskotum. Tær stríddust óført og vístu góðan innsats og spælaragleði. (Nanna í Stórustovu, venjari)

 

{ Comments on this entry are closed }

Nú er greitt, at Kári Durhuus, saman við Sigrun Mikkelsen, standa á odda fyri Sunset kvinnunum. Vestmenningurin Kári Durhuus er eitt kent andlit í føroyskum hondbólti. Seinastu árini hevur hann verið knýttur at KIF. Vit fara at frætta meira um hetta á heimasíðuni.

{ Comments on this entry are closed }