neistin

AA: VÍF-Neistin 26-26 (12-16)

eftir neistin tann 05/02/2012

Neistin og VÍF spældu í dag ein sera týðandi dyst í Vestmanna, her stóð nógv upp á spæl, nevniliga, hvat av liðunum skal hava atgongumerki til FM finaluna. Neistin hevði ta betru byrjanina og hevði, tá ið hálvur hálvleikur var leiktur, eina fýramáls leiðslu, nevniliga 5-9. Og hóast VÍF royndi at koma tættari, so vóru framvegis fýra mál á muni, tá ið farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Arbeiðssigur

eftir neistin tann 05/02/2012

Nýggja venjaraparið Kári og Sigrun stóðu fyrstu royndina (mynd Álvur)

Sunset: VÍF-Neistin 30-33 (16-14)
Eftir dystin fingu vit stutt prát við Sigrun Mikkelsen: Í fyrsta hálvleiki gekk illa at skora mál. Ikki tí, leikararnir megnaðu at spæla seg í gjøgnum, men tær skora ikki upp á 100% møguleikarnar. Og tað, at tað riggaði so illa har frammi, gekk út yvir lagið í verjuni. Við hálvleikssteðg var VÍF framman  fyri. Í seinna hálvleiki helt henda støða sær eina løtu og VÍF megnaði eisini at økja upp til 16-19. Men so tók Neistin sær

[les meira…]

{ 1 viðmerking }

Upptøkan er frá venjingini hjá dr.12 hósdagin í Eysturskúlanum, har styrkivenjing er á skránni. Talan er um grundleggjandi styrkivenjingar og arbeitt verður við egnar kropsvekt. Gott lag var á dreingjunum, sum gleða seg til leygardagin, tá ið A-liðið og B-liðið skulu  spæla hálvfinaludystir.

Neistin hevur 9 lið tilsamans í hálvfinalunum.

{ 0 viðmerkingar }

Gentur 12b stríðast væl

eftir neistin tann 30/01/2012

Gentur 12b. Aftast frá vinstru:: Katarina H. Andreassen, Bjørk Sørensen, Gurið Müller, Turið Biskopstø, Hildur H. Magnussen. Fremst frá vinstru: Marta Ellefsen, Judit Eyðunsdóttir, Anna Clementsen, Bjørk Mohr, liggjandi fremst: Rannvá B. Jacobsen

Gentur 12 b hja neistanum spældu sunnudagin 15 januar sín fyrsta dyst í ár 2012. Tær hava higartil verið nærum ósigraðar og spældu í dag móti einum heilt nýggjum liði hjá Tjaldur, sum tær aldrin høvdu spælt móti fyrr. Og dysturin gekk væl, neistagenturnar vístu, at hóast tær ikki vóru nær námind so høgar sum tjaldursgenturnar, so vóru tær sterkar og vunnu tí ein flottan 8-11 sigur. Fram til hálvleik var dysturin tó sera tættur. Síðani varð spælt mótið H71b. Dystirnir millum liðini fyrr í kappingini hava verið tættar og liðini hava bæði vunnið hvør sín dyst. Og dysturin í dag var eisini sera spennandi – til neistagenturnar tíverri komu afturút við tveimum málum tá ein minuttur var eftir og valdu tí at satsa alt. Men H71 genturnar eru sterkar og vunnu 13-10.

Hetta vóru tveir harðir dystir og okkara gentur spardu seg ikki eina løtu. Tær herjaðu á í fýra ferðir  15 minuttir – við harðum taklingum, góðum fintum og hoppskotum. Tær stríddust óført og vístu góðan innsats og spælaragleði. (Nanna í Stórustovu, venjari)

 

{ 0 viðmerkingar }

Nú er greitt, at Kári Durhuus, saman við Sigrun Mikkelsen, standa á odda fyri Sunset kvinnunum. Vestmenningurin Kári Durhuus er eitt kent andlit í føroyskum hondbólti. Seinastu árini hevur hann verið knýttur at KIF. Vit fara at frætta meira um hetta á heimasíðuni.

{ 2 viðmerkingar }

Eftir dystin fingu vit orð á Sigrun Mikkelsen:

{ 1 viðmerking }

Fyrri hálvleikur
Bæði liðini løgdu fyri við kvikum spæli, harav fleiri skjótálopum.  Tá ið soleiðis er, hendir oftani tað, at nógvir bóltar verða mistir og hesum viðvíkjandi er hesin dysturin einki undantak. Neistin legði seg framum tíðliga [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Atlantic Airways: Neistin-Kyndil 25-31 (10-14)

Fyrri hálvleikur
Neistin-Kyndil. Hálvleiksstøðan er 10-14, og henda støða man koma óvart á hjá nógvum, beint tvørtur í móti tí, sum stigatalvan sigur. Kyndilsleikararnir fara væl upplagdir til uppgávuna og at teir júst hava mist ein av stuðulsleikarunum seinastu nógvu árini, [les meira…]

{ 2 viðmerkingar }

Orsakað av EM finaluni, sum er kl. 16. er dysturin millum Atlantic Airwaysliðini hjá Neistanum og Kyndil framskundaður frá kl. 16 til kl. 13.oo

Við øðrum orðum má sunnudagsdøgurðin framskundast, ella útsetast til nátturða :)

{ 0 viðmerkingar }

Birgir Hansen

Birgir Hansen hevur boðað leiðslubólkinum hjá kvinnunum frá, at hann hevur tikið avgerð um at hann gevst í starvinum sum venjari. Orsøkin er, at hann metir seg ikki at kunna geva liðnum nakað meira í løtuni. Leiðslubólkurin hevur tikið hetta til eftirtektar og er longu farin í gongd at finna nýggjan venjara.

{ 2 viðmerkingar }