
Neistin vann í dag sannf’ørandi sigur móti Stjørnuni í 2. FM finaludystinum. Neistin skoraði beinanvegin og Stjørnan svaraði aftur. Leingi var støðan 1-2 til Neistan. Men so dróg Neistin frá. Tað bleiv 1-4 til Neistan og sum dysturin leið øktist munurin. Við hálvleikssteðg var støðan 11-19. [les meira…]

Sunset 1. FM finala: Neistin-Stjørnan 27-23 (17-12)
Fyrstu løtuna gekk sera javnt á, tað var ongantíð meira enn eitt mál á muni. Men kenslan var har – at Neistin hevði nakað eyka og hetta kom fram í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Inntil tá høvdu liðini skiftst at vera fremst. Men so tók Neistin yvir og við hálvleikssteðg var munurin fimm mál. Og í seinna hálvleiki varð hildið fram við góðu gongdini og tá ið hálvleikurin var [les meira…]

Í góðveðrinum leygardagin klokkan hálvgum trý møttust eini hálvt hundrað Neistafólk úti við Krossin ella skulu vit siga brúnna yvir um Sandá. Málið var at ganga til Kirkjubøar, har Guðrun Patursson hevði opið hús. [les meira…]
Møtt verður á krossinum
Leygardagin 14. apríl verður skipað fyri Neista-gongutúr til Kirkjubøar. Vit møtast á krossinum Kl 14.30 (tað er við Nomatek – ella yvirav ”Vestmannabjørgunum)
Tá vit koma á mál í Kirkjubø, eru pannukøkur á skránni, Guðrun Patursson hevur sett alla bygdina í sving at baka
Møtið fjølment, hetta er fyrireiking til FM finalurnar !
Nøvn ovast frá vinstru: Kristina Djurhuus (venjari), Bjørk Mohr, Bjørk Sørensen, Andrea Terjadóttir Jacobsen, Katarina Andreassen, Marta Ellefsen, Tea, Nanna í Stórustovu (venjari) Niðast frá vinstru: HjørdisVið Stein, Turið Biskopstø, Hildur Magnussen, Sólbjørt Høj, Gurið Muller, Judit Eyðunsdóttir. liggjandi framman fyri: Rannvá Bogadóttir.
Seinasta vikuskifti fyri páskir vunnu g12b hjá Neistanum eina sera flotta silvur medalju í b bólkinum. Í síðstu dystunum høvdu vit tikið Andreu og Hjørdis úr G10 við til dystirnar [les meira…]
Ovast frá vinstru; Marjun, Eivør, Rósa, Regin, Markus og Kristina. Niðast frá vinstru; Jórun Maria, Silja, Kristina, Liam, Janus, Inga. (vanta á myndina; Ró, Jutta Helena, Ragnar)
Neistin valdi í vetur at skipa fyri serstakari venjing fyri tey allaryngstu, altso børn, sum eru yngri enn fimm ár - og hesin bólkur hevur fingið navnið “mikrohondbóltur”. Minihondbólturin hevur so verið fyri tey, sum eru fimm ár og upp til triðja flokk. Venjingin hjá mikrohondbóltinum hevur verið mikudagar í fimleikarhøllini í Eysturskúlanum. Tað ljóðar, at mikrohondbólturin hevur verið væl dámdur.
[les meira…]
Aftast frá vinstru: Eirikur, Sjúrður, Herbjørn, Jugoslav, Beinir, Heini, Josef, Finnur, Áki, Bogi og Birgir. Fremst frá vinstru: Páll, Bartal, Teitur, Jákup. Guðfinnur, Ári og Terji
AA: Neistin-StÍF 25-20 (13-10)
Dysturin millum Neistan og StÍF var merktur av, at hvørki av liðunum hava nakra plasering at spæla um. Eisini var dysturin allur sum hann var merktur av nógvum mistøkum og tað vardi fleiri minuttir, áðrenn fyrsta málið kom. [les meira…]
Aftast frá vinstru: Sigrun, Birita, Annika, Elin S, Barbara B, Elin H, Nicoleta, Helena, Kári. Fremst frá vinstru: Anja, Barbara N. Nanna, Erla, Maria, Marjun, Jacklyn og Bára.
SS: Neistin-StÍF 40-28 (20-12)
Kvinnurnar hjá Neistanum spældu í dag seinasta heimadyst og næstseinasta dyst í landskappingini. Tó skal sigast, at við tað, at liðið hevur vunnið sær pláss í FM finalunum, so eru í minsta lagi tveir finaludystir eftir. [les meira…]
Brynja Høj er 17 ára gomgul og var fyri stuttum úttikin til U23 landsliðið og spældi við á liðnum, sum vann silvur í Bulgaria sunnudagin . Í 2010 spældi Brynja á liðnum, sum vann Gull í Partille.
At Brynja Høj, sum spælir við gentum 17, hevur eitt blátt hjarta er lítið at ivast í. Í sambandi við eina uppgávu í skúlanum, skrivaði hon eina yrking um nakað, sum stóð hennara hjarta nær, nevniliga hondbóltur og Neistin. Umvegis lærara og við loyvi frá Brynju verður yrkingin givin út her á heimasíðuni. Stuttligt hevði verið, um onkur bláhjartaður tónasmiður kundi gjørt eitt lag – ja, hví ikki til FM finalurnar hjá kvinnum?
Hondbóltur
Eg hondbólt spæli hvønn dag
tí hondbóltur fær meg í betri lag.
Fyri Neistan mítt kæra lið eg spæli
og ørindi fyri tey eg mæli. [les meira…]
(mynd: Norðlýsið)
AA: Team Klaksvík-Neistin 34-33
Eftir nú í seinastuni at hava vunnið dystir, gekk ikki meira í Klaksvík. Og nú eru eisini støddfrøðiligu møguleikarnir, sum frammanundan vóru smáir, eisini uppi. Heimasíðan hevur ikki fingið frágreiðing frá dystinum, uttan at bláu áskoðararnir vóru fáir (báðir
) AA lið hjá Neistanum hevur tveir dystir eftir at spæla hetta kappingarárið.