Neistin og Kyndil spældu í dag ein javnan dyst og tá ið Neistin legði seg fram um 24-23 var tað bara fyri aðru ferð, at Neistin var framman fyri í dystinum. Tað var nevniliga soleiðis, at tað var Kyndil, sum hevði 1-3 mála leiðslu teir allarflestu minuttirnar. Við øðrum orðum fingu vit tøttu lokaluppgerðina, júst sum nevnt varð her á heimasíðuni – hóast munin á stigatalvuni. [les meira…]
Lívið er annað enn hondbóltur, Jacklyn skal giftast! (tikið av Facebook hjá Helenu Dam)
Sunset kappingin: Kyndil-Neistin 26-33
Neistakvinnur vunnu sannførandi á Kyndli í dag, hóast avgerandi munurin ikki kom fyrr enn móti dystarenda. Eftir ein til tíðir sera hart spældan og rótutan dyst, vunnu Neistakvinnur sannførandi 33-26, eftir hálvleikstøðuna 15-11. Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna og liðini skiftust um at skora. Men so fóru Neistakvinnur frá Kyndlakvinnunum, tær skorðau 5 mál í meðan Kyndil einki fekk. Kyndlakvinnurnar megnadu fleiri ferðir at koma nøkur mál inn á okkum, men sigurin var tó ongantíð í vanda [les meira…]
Meginpartin av fyrra hálvleiki er tað Neistin, sum hevur havt munin. Spælistílurin hjá H71 hevur verið kvikt spæl og skjótum sendingum – ofta inn á strikuna. Og soleiðis eru flestu mál [les meira…]
Annika x 2 - kappingarneytar í dysti - vinir eftir dyst - sjálvandi
Sunset: Neistin-Stjørnan 29-25 (17-11)
Hóast liðini fyrstu løtuna fylgdust nakað, kann ikki annað enn sigast, enn at Neistin fekk eina góða byrjan. Tær bláu vóru tendraðar og disciplineraðar og ta einu løtuna var munurin heili 9 mál. [les meira…]
AA: Neistin-Kyndil 25-21 (9-11)
Hoyr samrøðu við Jákup Apol
Dystargongdin var í stuttum tann, at Kyndil var omaná í fyrra hálvleiki, sum hálvleiksstøðan eisini sýnir. Í øðrum hálvleiki vóru Neistamenn meira neyvir [les meira…]
SS liðini hjá StÍF og Neistanum spældu í dag ein javnan dyst. Eftir stigatalvuni at døma er greitt, at Neistin var greiður favorittur at vinna. Men, sum úrslitið sýnir, so var ikki stórur munur, tá ið avtornaði. Frá síðulinjuni verður sagt, at StÍF kvinnurnar stríddust væl. Neistakvinnurnar hinvegin, spældu ikki upp til sítt besta, tað var týðiligt, at hetta var ein dystur, sum bara skuldi vinnast. Og tað eydnaðist, hóast alt.
AA liðið hjá Neistanum hevur í dag spælt móti StÍF. Sum endaliga úrslitið sýnir, var talan um ein javnan dyst. Neistin byrjaði kanska betur, men so fór StÍF fram um og hevði munin restina av hálvleikinum.
Neistin byrjaði seinna hálvleiki í undirtali, men hóast tað, eydnaðist at fáa 2 mál og koma upp á javnt. Restina av hálvleikinum hevði Neistin munin [les meira…]
Atlantic Airways liðið hjá Neistanum spælir í kvøld í Vestmanna. Tað frættist, at fyrri hálvleikur er javnur, tá einir 20 min vóru spældir var støðan 8-8. Men í seinna hálvleiki hevur gingist verri hjá okkara liði og júst nú (kl.20:23) eru sms boð komin úr Vestmanna um, at vit taptu 33-20.