Atlantic Airways: StÍF-Neistin 26-24

eftir neistin tann 21/02/2012

Atlantic Airwaysliðini hjá Neistanum og StÍF spældu mikukvøldið nýggjan dyst, eftir at dysturin sunnudagin varð avbrotin, tí at ljósið fór í høllini á Skála. Men illa gekst hjá Neistanum og í løtuni er mótbrekkan sera brøtt. Dysturin endaði nevniliga við at StÍF vann 24-26. Við hesum misti Neistin enn eitt fet í strembanini at røkka FM finalunum.

 

{ 6 viðmerkingar }

Vagnur februar 22, 2012 tann 10:05

Neistamenn eru í fríum falli. Liðið hevur manning at náa FM-finaluplássinum, men liðið toldi ikki at missa Inga sum venjara og í trongum løtum spælistýraran úr Vestmanna. Hetta sást frá kappingarbyrjan. Og so fór eisini lívsglaði og spæliglaði David Edvardsen aftur til Danmarkar.
Ella eru neistamenn bara nú “metaltroyttir”, hava vunnið so mikið nógv seinnu árini, at teir tráða ikki meira eftir tí stóra. Í ár er nóg mikið at vinna steypafinaluna ímóti 2. deildarliði úr Hoyvík og so halda sær at gaman. Í míni verð er steypakappingin lítið verd í mun til landskappingina. FM-heitið er sjálvandi altíð nógv tað størsta.

Ári Rouch mars 4, 2012 tann 23:28

Púra samdur Vagnur. Sá dystin í dag ímóti KÍF. Frítt fall eru væl hóskandi orð. Liðið tóktist ófyrireika, ókoncentrera og viljaleyst.

Tær eldru berandi kreftinar útstrálaðu onga stýring og leiðslu og megnaðu ikki at stuðla uppundir unga miðjumannin. Ungu menninir gjørdu tað so gott teir kundu, serliga Beinir á strikuni kom væl frá uppgávuni, meðan hinir sóu út til at mangla nakað væl enn áðrenn teir kunnu bíta frá sær í bestu deildini. Lopið frá royndaru leikarunum niður til nýggju ungu leikarnar tyktist ov stórt í dag og harvið væntandi álit millum leikararnir. Liðið á vøllinum í dag virkaði ikki samanspælt.

Tað undrar meg eisini at liðið skal hava so lítið av disciplin. At leikarar ferð eftir ferð leypa inn frá baklinjuni, at teir ikki spæla bóltin runt áðrenn teir byrja at byggja álopið upp, at ongar avtalur tykjast verða gjørdar, skilaleysar langar avleveringar, skot uttan uppspæl. Serliga tá so langt er komið í kappingini, so skuldi man trúð at har vóru nakrar avtalur og nakað av samanspælið sum sat.

Tað sær út sum at menn ikki vilja sær meira hetta kappingarárið og eru sum Vagnur skrivar “metaltroyttir.

Guðrun Patursson februar 22, 2012 tann 19:12

Tit hava mangan víst, at man kann reisa seg í brattastu brekkum, tað vóni eg, at tit gera aftur hesaferð. Drívið nú á.

kára á dunga februar 23, 2012 tann 11:06

Ja, Neistamenn hava vunnið tað mesta hesi seinastu árini – óført :-)
Men verður tú nakrantíð mettaður av at vinna? Vónandi ongantíð.
Og fært tú menningina við samstundis sum tú vinnur, so er komið langt :-)

Eyðin Djurhuus mars 4, 2012 tann 21:55

“Og fært tú menningia við samstundis sum tú vinnur, so er komið langt”. ringt at fáa menning við, tá ið allir spælarir eru keyptir. um tað skal koma menning í, so skulu tað vera ungir spælarir, sum hoyra til neistan, sum skulu fáa ein kjans at spæla og menna liðið upp. (hygg bara eftir, hvussu gott tað gongst neistakvinnum)

Rani mars 3, 2012 tann 18:04

Sæð uttanífrá treingir felagið til “at rudda upp”, og fáa eitt felags stev aftur!

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: