D12a nr.3 í steypakappingini

eftir Súna tann 20/02/2012

St.f.v: Áki Mørk, venjari, Karl Martin Olsen, Hávard Patursson, Julian Kass, Ragnar Simonsen, Rani A.Dalsgarð og Fríði Mørk Hentze. Húkandi f.v: Pál Niclassen, Tóki Joensen, Rói Mørk Hentze, Hugin Samuelsen og Gilli Samuelsen

A-liði hja dreingjum 12 bleiv nr 3 í steypakappingini. Tað var um reppið at teir ikki komu í finaluna, bert tvey mál restaðu í, so spenningurin var øgiligur í dystinum.

Stuttligt at síggja framgongdina á liðnum fyri hvønn dyst, hetta vikuskiftið spældu teir í Runavík og vunnu ímóti H71 sum liggur á odda í kappingini og sum teir máttu lúta fyri í semifinaluni í steypakappingini.  Ongin fastur málmaður er á liðnum ,so tað eru nakrir sum skifast at verða í mál. Raskir dreingir

{ 1 viðmerking }

Jákup Hanusson februar 20, 2012 tann 12:34

Til lukku dreingir !

Tað er einki at ivast í, at tit eru bæði raskir, ágrýtnir og góðir hondbóltsleikarar.
Tað upplivi eg annan hvønn mikumorgun kl. 06.15, tá ið tit møta til venjing í Hoyvíkshøllini. Tit møta væl upp og vilja veruliga gerast betri hondbóltsleikarar.
Eg vóni at tit halda fram við tí, og at vit síggja fleiri av tykkum á okkara besta mansliði
um nøkur ár. Tað er eitt gott mál at seta sær !

heilsan
Jákup Hanusson

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: