Ein tann mest spennandi dysturin í høllini sunnudagin og sum nógv, bæði blá og grøn sóu fram til, var dysturin gentur 17 millum Neistan og Kyndil. Hetta eru altíð tættir dystir við nógvari ferð, har leikarar geva seg fult og heilt. Dysturin sunnudagin var einki undantak og hann var ikki avgjørdur fyrr enn í síðstu løtu. Tíverri fyri okkum var tað hesu ferð Kyndil, sum fór avstað við sigrinum. Men tað kundi akkurát tað sama verið okkara sum vunnu, um hepnið og dagurin var á okkara síðu. Sum kunnugt er tað hart at gerast nr. 2 í einari finalu, serliga hjá leikarum, ið eru vanir at vinna. Vit á síðulinjuni vilja takka fyri ein góðan dyst, drívið á, næsta ár verða tað tit!
Ge.17: Neistin 1 - Kristina Djurhuus Christensen, 12 - Elisabeth Thomsen, 2 - Kristina Clementsen, 3 - Eyðvør Rúnadóttir á Dunga, 4 - Birita Jacobsen, 5 - Eir Martinsdóttir Berg, 6 - Marianna Holm Jacobsen, 7 - Brynja Høj, 8 - Gerda Heldarskarð, 9 - Guðrið Poulsen, 10 - Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, 11 - Lilja Mohr, 13 - Armgarð Mortensen, 14 - Daniella Joensen, Flemming Raben, venjari, Mildrið Jacobsen Nólsoy og Dánjal Pauli Mohr.
Síggj dystin her:







{ 2 viðmerkingar }
Hey tit gentur,
Tit kunnu vera stoltar, tí tit spældu ein ótrúliga flottan og spennandi dyst og stríddust til tað síðsta! Og tit koma STERKT aftur!!!
En kæmpestor tak til alle de Neistinfolk som bakkede os op i søndags
I skabte en helt fantastisk kulisse
Tusind tak fra gen 17
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.