Neistin-H71 (I) 30-27 (18-13)
Tað kemst neyvan uttan um, at Neistin áðrenn dystin var favorittur. Men hinvegin, so var tað eisini ein veruleiki, at næstbesta liðið hjá H71 hevði vunnið seg í finaluna við at vinna fyrst á Atlantic Airways liðnum hjá StÍF og enn síðani á KÍF, sum er langt fremst í kappingini og sum Neistin ikki enn hevur vunnið í kappingarárinum. So tað var spenningur í luftini í høllini á Hálsi, sum var meira enn fullsett, hon var stúvstappað.
Hoyvíkingarnir fingu eina góða byrjan og løgdu seg fram um við tveimum málum beinanvegin. Tá ið fimm minuttir vóru farnir var H71 enn framman fyri við einum máli og fram til uml. 15 min fylgdust liðini. Men so fór Neistin avstað og legði seg fram um við fimm málum. Tað var í veruleikanum hesa løtuna, at dysturin varð vunnin. Restina av dystinum var málmunurin millum 4 og 6 mál og tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, tá ið dysturin var vunnin, at H71 megnaði at pynta um úrslitið.
Mest eyðsýndi leikarin hjá Neistanum í steypafinaluni var Finnur Hanson, sum hevði ein av sínum allarbestu døgum og serliga var tað í fyrra hálvleiki, at hann gjørdi um seg. Hann ikki bara skeyt mál, hann spældi eisini aðrar upp við fleiri góðum sendingum. At hann so eftir dystin fekk heiðurin sum besti leikari var væl og virðiliga uppiborið.
Sum heild kann sigast, at menn vóru tendraðir og viljin at vinna var veruliga til staðar. Eitt tekin um hetta er, tá ið tú sært leikarar kasta seg eftir hvørjum leysum bólti fyri at vinna hann. Tað er eisini hugaligt at hava tveir málmenn, sum Bartal og Mikkjal, ið báðir leiktu væl. Aðrir sum høvdu ein góðan dag vóru Heini H., Áki og Josef. Eisini gjørdu Heini R. og Jákup tað væl, tá ið teir komu inn í seinna hálvleiki. Jón bardist sum vanligt væl í verjuni og skoraði enn tá eitt mál í skjót álopi. Fleiri leikarar kundu verið nevndir, men vit steðga her og siga at finalusigurin var eitt gott liðavrik, sum allir eiga heiðurin av!
Leygarkvøldið eftir dystin frættist, at Tummas Pauli hevði meitt sær tummilin so illa, at hann var brotin. Hann kom tí gipsaður aftur til steypaveitsluna og fyri framman stendur ein ófrívilligur spælisteðgur í nakrar vikur. Spell fyri Tummas Paula og spell fyri liðið.
Leikarar Neistans í Coca-Cola finaluni vóru hesir:
Teitur Magnusson, Jón Ludvig (1), Jákup Hentze Apol (2), Josef Abrahamsen (4), Heini Hanusarson (6), Heini Ragnarson (2), Bartal Torkilson Kamban, Áki Mørk (4), Jugoslav Djumic (1), Beinir í Ólavsstovu, Mikkjal Hansen, Eddi Joensen, Andras Joensen, Finnur Hansson (7), Daniel Hansson (1), Tummas Pauli Hanusarson (2). Á beinkinum vóru hesir: Páll Poulsen, Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen og Birgir Poulsen





{ 4 viðmerkingar }
HJARTALIGA TIL LUKKU – SJÁLVANDI VAR FINNUR TANN BESTI, abbasar stolt og mommusar besti hondbóltspælari. Men hann hevur jú tað besta liðið at spæla saman við.
Til lukku öll Neistafólk tit eruð óför öll.
Bláar heilsur frá Íslandi
Sólveig og fam.
Til lukku Neistin.
Super flott Finnur.
Vh.Jakob
Hjartaliga tillukku Neistin við 4. steypa sigrinum á rað. Og tillukku Finnur við heitinum sum besti leikari.
Så er det hverdag igen !
2 point skal i hus i aften, hvis Neistin skal opleve endnu en herre finale igen i år.
Der er ingen tvivl om at hvis vi klarer at komme i finalen så vinder vi den også !
Udfordringen ligger i at komme der til og opskriften er enkel…………..
Resten af forårets kampe skal vindes !
Så held og lykke med projektet, vi stoler på jer
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.